Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 56 - 20. mars 2009 ] 26 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Russland og Bosnia best fyri Í løtuni liggja Russland og Bosnia á teimum báðum pláss unum í okkara bólki, ið geva víðari luttøku í EM-undan- kappingini HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallet.fo Mikukvøldið, tá Føroyar og Sveis spældu fyrra dyst in sínamillum, vóru eisini tveir aðrir dystir á skránni í okkara bólki. Bosnia vann í Sarajevo 31-28 á Serbia, eftir at hava havt leiðsluna, 18-14, í hálvleikinum. Og í Trieste í Italia vunnu gestirnir úr Russlandi 34-23 á Itala, eftir at hava havt hálv leiks- leiðsl una 18-13. Nú sætta umfar er á skránni um vikuskiftið, spæla Sveis og Føroyar í annaðkvøld klokkan 18, føroyska tíð, í Appenzell. Seinnapartin sunnudagin tekur Russland í Chekhov ímóti Italia, og sunnu- kvøldið hevur Serbia heimavøll í Nis ímóti Bosnia. Eftir at øll liðini hava spælt fimm dystir, er Russland á odda í bólki 2 í EM-undankappingini við átta stigum og Bosnia og Serbia hava sjey stig. Sveis kemur so við fimm stigu, Italia hevur trý og Føroyar enn einki. Útidysturin hjá Før oy- um ímóti Sveis í ann að- kvøld, sum verður spæld- ur í Appenzell, byrjar klokk an 18, føroyska tíð, og hann verður at síggja í sjónvarpinum. Lars L. Black og Levi Nybo rósa hvørjumøðrum og fegnast eisini um kappingina frá teimum yngru málmonnunum, sum vóru við í bruttohópinum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast eingin skal ivast í, at kappingin millum mál- menn inar á hondbólts lands- liðnum er gróthørð, so standa teir saman og bakka væl hvønnannan upp. Levi Nybo, sum ikki fekk nakað byrjunarpláss í mál- inum í føðingardagsgávu mikukvøldið, fekk tó gjørt væl vart við seg, tá hann fekk kjansin ímóti endanum á dystinum. – Eg væntaði at sleppa inn eitt sindur fyrr, men tað gert tú jú altíð, tá tú ikki byrjar inni. Men Lars stóð væl, og hann hevði fleiri góðar bjargingar hóast hann ofta var prísgivin, tá tey mongu skjótálopini komu í fyrra hálvleiki, sigur Levi Nybo. Eisini Lars L. Black hevði mikukvøldið bara rósur at geva kappingar- neyt anum: – Levi kom inn ímóti endanum í einari løtu, har vit vóru í einum aldudali, og har hevði hann nakrar bjargingar á rað, sum gav liðnum eitt øgiligt »drive«, so menn trúðu upp á tað aftur, segði Lars. Allir verða betri Líka til tað síðsta, áðrenn endaligi hópurin til teir báðar Sveis-dystirnar var tikin út, var kapping um mál manssessirnar, tí fýra vóru um boðið. At Lars L. Black og Levi Nybo so blivu tiknir fram um Ára Dam og Johann Hofgaard, var ikki serliga óvæntað, tí her stóð valið ímillum teir báðar royndu og so teir báðar ungu. – At vit vóru fýra mál- menn til venjinggarnar, gjørdi tað ordiliga stuttligt, tí kappingin er øgiliga hørð um plássini. Og at kapping er, eigur at gera, at vit allir verða betri, sigur Levi Nybo. – Hesa ferð vóru tað Lars og eg, men eg ivist onga løtu í, at teir báðir ungu fara at fáa onkran dyst heilt skjótt. Toppskjúttin á før oyska liðnum mikukvøldið væntar harða mótstøðu frá Sveis í annaðkvøld, men vil fegin minka um munin á máltalvuni. Og landsliðsvenjarin lovar at geva Sveis ein skarpan gang HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Heini Hanusarson, sum við fimm málum var før- oyskur toppskjútti miku- kvøldið, væntar ein tor- førari dyst í Appenzell í morgin, tí tá eru sveis- ararnir á heima vølli, har teir vilja vísa, hvør dugur er í teimum. – Eg kenni til tað niðrifrá, at á útivølli kunnu úrslitini ofta vera eini fimm til átta mál verri. Soleiðis plagar tað at vera, men tað kann væl vera, at tað verður líka so frægt sum á heimavølli. Tað vóna við í øllum førum, sigur hann. – Men vit mugu ið hvussu er spæla nakað væl betri, enn vit gjørdu mikukvøldið, um vit skulu fáa eitt gott úrslit. Tað fara vit at royna, og eg vil gjarna hava munin at koma niður um fimm mál. Lovar skarpan gang Dia Midjord, landsliðs venj- ari, vónar at fáa ein góðan dyst ímóti Sveis í annað- kvøld, og hann heldur lykil- in til tað vera, at føroysku spælararnir skulu vera nóg raskir at renna aftur, tá teir hava skorað ella brent. – Vit vita jú, at sveisiska liðið tekniskt ikki er á so høgum stigi sum hini liðini, vit hava spælt ímóti, men kropsliga eru spælararnir øgi liga væl fyri, sigur hann. – Munurin nýtist ikki at vera so stórur sum sjey mál, og vit vóru altso nær við at halda honum niðri á fimm málum mikukvøldið. Eg veit so ikki, um vit vinna niðri í Sveis, men vit skulu geva teimum ein skarpan gang. Tað lovi eg. Vilja niður um fimm mál Málmenninir standa saman Manslandsliðið í hondbólti spælir í annaðkvøld aftur ímóti Sveis, men hesa ferð á útivølli í Appenzell Mynd: Álvur Haraldsen Av tí at fleiri málmenn eru um boðið, er kappingin teirra millum sera hørð – samstundis sum teir stuðla hvørjumøðrum Mynd: Álvur Haraldsen