fríggjadagur 20. mars 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 56 - 20. mars 2009 ]
27
– Eg havi ikki havt
svøvnleysar nætur
eftir úttøkuna, tí
hetta er vegurin, vit
eiga at ganga, sigur
Heðin Askham, sum
undan dystinum
ímóti Íslandi
sunnudagin hevur
fingið nakrar
ákoyringar fyri at
taka út eitt so ungt
landslið.
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Við flogfarinum til Íslands
fyrrapartin var A-land-
sliðið í fótbólti, sum
seinna partin sunnudagin
skal spæla ímóti Íslandi í
Kórinn-høllini á Kópavogi.
Stundir og høvi hava ikki
verið at samlað menninar
undan
fráferðini,
men
tvær venjingar verða yviri
í Íslandi áðrenn dystin,
ein í kvøld og ein í morg-
in.
– Vit ætla okkum at
leggja stóran dent á at
vera vælskipaðir á vøllin-
um. Og tá vit fara í álop,
skulu vit helst hava fýra
mans við fram hvørja ferð,
og eg vil fegin hava, at
síðurnar koma væl við,
umframt at miðvøllurin
skal
stuðla
álopinum,
sigur Heðin Askham, sum
saman við Jens Martin
Knudsen hevur ábyrgdina
av
landsliðnum
henda
eina dystin.
Talan er um ein hin
yngsta og minst roynda
A-landshópin,
Føroyar
nakrantíð hava havt til ein
dyst, og tað hevur Heðin
eisini fingið at hoyrt fyri.
Hann hevur tó ikki tikið
sær hetta nær, men fer
fús ur og bjartskygdur í
gongd við uppgávuna.
– Eg havi ikki havt
svøvn leysar nætur eftir út -
tøk una, tí hetta er vegurin,
vit eiga at ganga. Um tað
so skal gerast upp á henda
mátan ella ikki, má tíðin
sleppa at vísa. Onkur hev-
ur eisini sagt tað soleiðis,
at talent vinnur dystir,
men rutina vinnur kapp-
ing ar, sigur Heðin Ask-
ham.
Eisini ungt lið
Eisini íslendski starvs-
bróð ur hansara, Ólafur
Jóhannesson, hevur tikið
út eina unga manning til
dystin sunnudagin, tí av
teimum 16 úttiknu eru
fimm spælarar, sum eiga
fyrsta
landsdystin
til
góðar, og fýra hava bara
spælt ein. Aron Einar
Gunn arsson, sum spælir
við
AZ
Alkmaar
í
Hollandi, er einasti útiset-
in á íslendska liðnum.
Tá Ísland og Føroyar
spældu vinardyst fyri ein-
um ári síðani, sum var
fyrsti innandura fótbólts-
landsdystur
har
yviri,
vann Ísland framman fyri
747 áskoðarum 3-0, eftir
at hava verið á odda 2-0 í
hálvleikinum.
Dysturin
sunnudagin
byrj ar klokkan 14.00, og
um vegis íslendska ríkis-
sjónvarpið RÚV verður
hann vístur í sjónvarpinum
hjá Kringvarpinum.
AaB plástur á sárið
Hóast tað ikki eydnaðist danska meistarafelagnum AaB at
koma í fjórðingsfinaluna í UEFA Cup-kappingini, hevur
felagið fingið eitt fíggjarligt plástur á sárið. Champions
League-fótbólturin bjargar roknskapinum fyri 2008, so
hann hevur eitt yvirskot upp á 36,7 milliónir krónur, fyri
skatt. Í felagnum spæla tey eisini hondbólt, íshocky og
annað, men tað er fótbóltsdeildin, sum gevur fíggjarligan
vinning og heldur restini uppi.
Tey átta í UEFA Cup
Eftir at áttandapartsfinalurnar í UEFA Cup-kappingini nú
eru spældar, eru hesi lið klár til fjórðingsfinalurnar:
Werder Bremen, Marseille, Dynamo Kiev, Shaktar
Donetsk, Hamburger SV, Udinese, Paris Saint Germain
og Manchester City. Lutakastið um, hvørji av hesum
møtast, var klokkan eitt seinnapartin, men tá var blaðið
longu farið til prentingar.
Norðurjútska liðið
hevði millión ingarnar
úr Manchester á knø
unum, men hevði ikki
neyðuga neyvleikan
í brotssparks kapp
ingini
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
AaB-spælararnir og við-
haldsfólk teirra kunnu lyfta
høvdið høgt. Í samfullar
120 minuttir stríddust teir
mannliga, og síðst í vanligu
leiktíðini høvdu teir liðið úr
Manchester á knøunum.
Tað rakk til heiður og æru,
men tað rakk ikki til fjórð-
ingsfinalurnar
í
UEFA
Cup-kappingini.
Fyri aðru ferð í hesi
kapp ingini slapp Manchest-
er City úr Danmark við
skinninum á nøsini. Áðrenn
bólkaspælið vunnu teir á
FC Midtjylland eftir brots-
sparkskapping, og nú hava
teir vunnið á AaB, somu-
leiðis eftir brotssparks kapp-
ing.
Tað var ikki so nógvur
dramatikkur í byrjanini av
dystinum. Bæði lið hóttu
hendinga ferð málið hjá
mótstøðuliðnum, og hevði
Stephen Ireland ein góðan
møguleika at leggja City á
odda.
AaB longur fram
Vitandi, at tvey mál skuldu
til fyri bara at fáa umdyst,
fór AaB longur fram á vøll-
in í seinna hálvleiki. Caca
hevði ein stóran møguleika
í byrjanini av seinna hálv-
leiki, sum fór beint við síð-
una av, og Andreas Johans-
son var feldur í brots teig-
inum, men franski dómarin
metti ikki, at talan var um
brotsspark.
AaB helt fram við at
trýsta fyri at fáa hol á, men
tá átta minuttir vóru eftir av
vanligu leiktíðini, kundi
Rob inho havt avgjørt alt
fyri City, men skotið rakti
tvørtræið.
Tá fimm minuttir vóru
eft ir av vanligu leiktíðini,
broyttist alt. Caca spældi
bólt in stutt til Luton Shel-
ton, sum setti bóltin í netið
við handaru stong. Nú byrj-
aði teir í AaB at tevja møgu-
leikan, og teir trýstu enn
meira. Og tá 90 minuttir
vóru farnir fingu brotsspark.
Michael Jacobsen skoraði
trygt, og nú var støðan 2-0
til AaB.
City kaldari
Tá Manchester City hevði
vunnið 2-0 í fyrra dystinum,
var neyðugt við longdari
leiktíð. AaB helt fram við
at trýsta, men mál kom
einki, og neyðugt var tí við
brotssparkskapping.
Í
brotssparkskappingi
vóru
marginalarnir
við
Man chester
City.
Hóast
AaB-málverjin fór rætta
vegin tríggjar ferðir, so tók
hann einki av spørkunum.
Verri gekst hjá Luton
Shelton og Thomas August-
inussen, sum skuldu finta
roynda liðfelagan hjá Gunn-
ari Nielsen, Shay Given.
Given tók brotsspørkini hjá
teimum, og endin var, at
City vann brotssparks kapp-
ingina 4-3.
Hug at gráta
AaB-spælararnir
fylgdu
tak tikkinum, sum var lagd-
ur, og var tað ein ógvuliga
vónsvikin
høvuðsvenjari,
sum tosaði danskar fjøl-
miðlar eftir dystin.
– Tað er líka við, at eg
fari at gráta, segði Magnus
Pehrsson
við
donsku
fjølmiðlafólkini. Hann rósti
sínum spælarum fyri at
leggja eitt maksimalt trýst á
Manchester City síðstu 20
minuttirnar av dystinum, tá
AaB hevði City á knø un-
um.
Venjarin hjá Manchester
City, sum í UEFA Cup-
kapp ingini hevur møtt trim-
um donskum liðum í ár,
hevði bara rós til AaB: –
Teir eru komnir langt í hesi
kappingini í ár og hava lært
eina rúgvu. Tað fingu vit at
kenna í kvøld, segði Mark
Hughes.
Fýra mans í álop
hvørja ferð
Ovurfegnu spælararnir hjá Manchester City fagna málverjanum Shay Given, sum søkti AaB, tá hann tók tvey av spørkunum í
brotssparkskappingini
Mynd: Claus Fisker/Scanpix
Kórinn-høllin á Kópavogi verður seinnapartin sunnudagin
karmur um vinardystin millum fótbóltslandsliðini hjá
Íslandi og Føroyum
AaB kann iðra seg