Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 192 - 5. oktober 2001 Nr. 192 - 5. oktober 2001 3 Føroya Pedagogfelag undrast yvir, at Fíggjarmálastýrið ger mun á lønarhækk- ingum fyri starvs- bólkar SAMRÁÐINGAR Turið Kjølbro Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag øðru- megin og Fíggjarmála- stýrið og Kommunalu Ar- beiðsgevarafeløgini hinu- megin eru nú lagdar upp til seming. Partarnir fóru und- ir samráðingar í farna mán- aði, men koma nú ikki víð- ari. Orsøkin er, at lønar- batin, sum Fíggjarmála- stýrið og kommunurnar vilja lata limunum hjá Pedagogfelagnum, er nógv lægri enn tað, sum ein stórur partur av teim al- ment løntu hava fingið í lønarhækking í ár. Felagið hevur ilt við at skilja, hví Fíggjarmálastýrið nú mið- víst er farið undir at gera mun á lønarhækkingum fyri starvsbólkar. Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. mars í ár. Seinast í mars fór felagið í verkfall í tveir dagar, tí ógreiðan um, hvønn felagið skuldi sam- ráðast við, Fíggjarmála- stýrið ella kommunurnar ikki varð avgreidd. Samráðingarnar slitnaðar Forlagið Sprotin hevur givið út skaldsøguna Grát, mítt elskaða land eftir Alan Paton ÚTGÁVA Turið Kjølbro Skaldsøgan Grát, mítt elskaða land lýsir felags skuld og vinalag, sum hevj- ar seg upp um allar for- dómar um suðurafrikan- aran. Stephen Kumalo, ein aldrandi Zulu prestur, fer úr heimbygdini til Johann- esburg og fær at vita, at einasti sonur hansara hevur myrt James Jarvis, ið er einasti sonur ein hvítan mann. Sorgartilburðurin knýtir menninar saman, og teir fara undir arbeiðið at gera enda á skilaloysinum. Suðurafrikanski høvund- urin Alan Paton, sum livdi frá 1903 til 1988, stovnaði Suðurafrikanska Frælsis- flokkin og var formaður í honum frá 1953, til flokk- urin varð bannlýstur í 1968 við lógini um bann fyri politiskt uppíbland. Flokkurin var í andstøðu til apartheit-politikkin og vísti á gongdar leiðir í suðurafrikanskum stjórnar- politikki, sum ikki vóru grundaðar á rasistiskan hugburð. Eftir kríggið gjørdi Alan Paton eina ferð til Evropa og Amerika at kanna fongsulsviðurskifti. Á hes- ari ferð skrivaði hann skaldsøguna Grát, mítt elskaða land - tær fyrstu síðurnar á einum hotell- kamari í Tróndheimi og tær seinastu í San Fransisco. Bókin varð prentað í 1948. Finnbogi Ísakson hevur týtt Grát, mítt elskaða land úr norskum. Skaldsøgan varð lisin upp í Útvarpi Føroya í 1988. Bókin fæst í bókabúðunum fyri 240 krónur. Grát, mítt elskaða land Trettan greinir, ið fara víða um í gransk- ingarheiminum mynda Fróðskaparrit 48 ÚTGÁVA Turið Kjølbro Í Fróðskaparriti 48, sum júst er komið, eru hesa ferð trettan greinir, ið fara víða um innan føroyska gransk- ingarheimin, fýra innan hugvísindi, ein innan læknavísindi og sjey innan náttúruvísindi. Málfrøðingarnir Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen hava skrivað hvør sína grein, tann fyrra er um Tjørnuvíksmál og hin seinna um samansett sagn- orð. Aftur hesa ferð hava doktaralesandi nýtt høvið til at lata ritinum greinir, skrivaðar sum liður í út- búgving teirra. Hetta er galdandi fyri Kirsten Brix við greinini Hans Andrias Djurhuus: Álvaleikur; Onnu Mariu Fosaa, ið gev- ur eitt yvirlit yvir føroysk plantusamfeløg; og Eilif Gaard og Petur Steingrund, ið viðgera nøringina hjá toskinum á landgrunninum. August Wang og fólk aft- urat honum hava eina grein um leitan eftir ílegumøgu- leikum á útvaldum kromo- somum hjá føroyskum sinnissjúklingum. BioFar hevur seinastu árini havt fast pláss í Fróð- skaparritum til avrik frá hesi stóru og týðandi verk- ætlan. Í 48. bók eru tvær greinir, har Jan Sørensen saman við øðrum listar kanningarstøðini frá BioFar 2 verkætlanini, og Tór Eilin Lein saman við øðrum hevur skrivað um títtleikan av dýra- og tarasløgunum á klettastrond. Ingvar Svanberg viðger, hvussu snjófuglur verður brúktur til matna. Í nógv ár hevur Jens- Kjeld Jensen arbeitt sum fuglaútstappari í Nólsoy, men hann hevur eisini onn- ur áhugamál. Í ritinum hev- ur hann eitt yvirlit yvir blómuflugur og loppur við myndum. Maria Dam frá Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni hevur fylgt gongdini viðv. innihaldi av kyksilvuri í tvøsti og organokloridum í spiki. Bergur Hanusson, djóra- lækni, hevur kannað sníkar í seyði og skrivað stóra grein við fitt av myndum av ymisku sníkunum. Dorete Bloch, fil.dr., er ritstjóri á Fróðskaparriti. Fróðskaparrit 48 er 201 síður. Haldaragjaldið er 165 kr. um ári. Í leysasølu kostar ritið 195 kr. Ment- unargrunnur Landsins gev- ur Fróðskaparrit út, og Bókamiðsølan hevur søl- una um hendur. Fróðskaparrit komið Yvirgangsatsóknirnar fyri kortum hava eftir øllum at døma ikki minka um hugin hjá føroyingum at ferðast loftvegis. Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, væntar tó meirútreiðslur við tíðini. Ein hækkan av ferðaseðlaprísum er eisini á veg FLOGFERÐSLA Heri á Rógvi Yvirgangsatsóknirnar í farna mánað hava sett síni tungu spor á heimin. Menn- iskjaliga vanlukkan gjørdist øllum kunnugt ovurstór. Eisini partar av vinnulívin- um komu at merkja sviðan av atsóknunum 11. sep- tember. Fólk, serliga ì Sam- bandsríkinum, settust aftur og byrjaðu at brúka alsamt minni av peningi, og hetta setti beinanvegin síni spor á búskapin. Ein rættilig flog- ræðsla byrjaði eisini at gera seg galdandi í Sambands- ríkinum og aðrastaðni við. Hetta hevur higartil havt tær fylgjur, at fleiri flog- feløg hava verið noydd til at gera munandi skerjingar. Hópuppsagnir og eisini onkur húsagangur hava verið gerðandiskostur í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Stjórnirnar bæði í Sambandsríkinum og í fleiri evropeiskum londum hava verið noyddar til at seta umfatandi búskaparlig átøk í verk fyri at bjarga teimum afturútsigldu flog- feløgunum. Fleiri ferðandi Føroyingar dámar óføra væl at ferðast loftvegis, og hetta merkist eisini á øllum brøgdum. Hóast atsóknir- nar í Sambandsríkinum í farna mánað, so er hugurin hjá føroyingum at ferðast loftvegis ikki minkaður, men heldur tvørturímóti voksin – í øllum førum enn. Í september mánað í ár ferðaust 13.478 fólk um flogvøllin í Vágum. Sama tíðarskeið í fjør fóru 11.229 fólk um flogvøllin í Vág- um. Hetta er ein vøkstur uppá 20%. Talan er um fólk, sum entin koma til ella fara frá flogvøllinum. Hetta merkir eitt nú, at ein oljuarbeiðari, sum kemur við flogfari úr einum øðr- um landi og skal flúgvast út á riggin og aftur, munar rættiliga væl í hagtølunum. Talið av fráferðum og komum er eisini voksið við 44 % sama tíðarskeið. Hægri gjøld Hóast flogfeløg kring allan heim taka umfatandi stig fyri at bjarga sær sjálvum, so verður tað væntandi ikki neyðugt hjá Atlantic Air- ways at fremja nøkur stór- vegis átøk fyribils, veit stjórin, Magni Arge, at siga. - Vit hava ikki merkt nakað stórvegis til hesa nýggju støðuna á okkara ferðafólkatali, sigur Magni Arge. Atlantic Airways hevur seinastu árini víðkað al- mikið um teirra virksemi við eitt nú nýggjum far- leiðum. Sambært stjóran- um eru ongar ætlanir um at niðurleggja nakrar av hesum farleiðum. - Vit vænta okkum nakrar dýrari tryggingar og strang- ari trygdarkrøv, sigur Magni Arge. Hann sigur, at tað er tor- ført at siga akkurát nær hetta kemur at merkjast. Mestir vera nýggju trygg- ingarkostnaðirnir at merkja skjótt. Her verður væntandi talan um øktar útreiðslur í m i l l ó n a u p p h æ d d u m . Strangari trygdarkrøvini verða væntandi ásett loyp- andi yvir eitt tíðarskeið, sigur Magni Arge. Hóast felagið hevur kunnað víst á yvirskot í nøkur ár, so kemur hetta framvegis ikki væl við. Ein fylgja av hes- um verður eisini, at ferða- seðlakostnaðurin verður hækkaður við fimm pro- sentum. Bílígu ferðaseðlar- nir ella kampagnu ferða- seðlarnir vera tó framvegis at fáa, heldur Magni Arge. - Vit fara at hava tað tor- ført við at planleggja í framtíðini, og vit mugu vera meira varnir, sigur Magni Arge at enda. Føroyingar flúgva sum ongantíð fyrr Talið av ferðafólkum, sum hava ferðast um flogvøllin í Vágum, er voksið við 20% í mun til sama tíðarskeið í fjør Atlantic Airways ætlar at hækka ferðaseðlaprísin við fimm prosentum. Eisini væntar stjórin hægri tryggingargjøld C M Y K 3 2