fríggjadagur 5. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 192 - 5. oktober 2001
Nr. 192 - 5. oktober 2001
5
Hóast játtanin til
fólkaskúlan verður
væl størri komandi ár
í mun til í ár, er langt
frá nóg mikið til tær
nógvu átrokandi
uppgávurnar, sum
liggja á láni
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Í uppskotinum til fíggjarlóg
komandi ár fær fólkaskúlin
12,1 mió. krónur í meirjátt-
an í mun til í ár umframt
2,1 mió. krónur til ser-
námsfrøðiligt
virksemi.
Afturat kemur eisini lønar-
hækkingin. Hetta er størsta
økingin í játtanini til fólka-
skúlan í nógv ár, kanska
nakrantíð og upphæddin í
sjálvum sær kann tykjast
sum nógvir pengar. Men
hyggja vit at upplegginum
til
fíggjarlógina,
sum
Mentamálastýrið
hevur
gjørt og sum Sosialurin
hevur fingið innlit í, tørvar
fólkaskúlin 25 mió. krónur
til átrokandi uppgávur.
Uppgávur, ið allar hava við
fólkaskúlan at gera so ella
so. Har verður sagt, at
fólkaskúlin er so illa fyri
fíggjarliga, at talan er um,
at fólkaskúlarnir ikki hava
fíggjarligar karmar fyri at
røkka lógarásetta tímatal-
inum. Hetta er sera óheppið
og tí má játtanin økjast við
9 mió. krónur bert til hetta
endamálið.
Sáttmálin, ið varð gjørd-
ur í fjør millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið, ásetti umframt
lønarhækkingar,
eisini
avtalu um virksemisøking.
Henda øking snýr seg um
ráðlegging, skúlabókasavn,
leiðslu, KT-vørðar og ann-
að. Hesar bindingar kosta 6
mió. krónur, sum eru neyð-
ugar, skal Mentamálastýrið
liva upp til sáttmálan.
Økta næmingatalið kom-
andi ár, sum er mett at
verða umleið 100, kostar
1,3 mió. krónur, og økta
eftirlønin til sáttmálasettar
lærarar kostar 1 mió. krón-
ur meiri næsta ár.
Nýggja fólkaskúlalógin
loyvir kommunum at seta á
stovn
forskúlaflokkar.
Nakrar kommunur ynskja
at seta slíkar á stovn kom-
andi ár og til tað endamálið
er neyðugt við eini játtan á
1,5 mió. krónur. Til skeið í
føroyskum til lærarar við
donskum læraraprógvi er
neyðugt við 0,8 mió. krón-
ur. Hetta skeiðið hevur ver-
ið útsett í nógv ár, tí játtan-
in til fólkaskúlan hevur ver-
ið so tepur.
Umframt tørvar Skúla-
bókagrunninum og útgávan
av barnabókum slaka mió.
krónur næsta ár.
Sernámsfrøðiligt
virksemi
Sum næmingatalið økist í
fólkaskúlanum, økist eisini
kravið til sernámsfrøðiligt
virksemi. Nógvir næm-
ingar hava tørv á serligum
Fólkaskúlin
tørvar
25 mió. krónur
– Ein møguleiki er, at miðfyrraða serundirvísingin fær betri kor
næsta ár, sigur Olaus Jespersen, stjóri á fólkaskúladeildini í
Mentamálastýrinum.
Kári Sverrison skrivar í við-
merking í bløðunum nú um
dagarnar, at hann held-ur tað
verða løgið, at Jenis av Rana
varð drigin fram at gera við-
merking aftaná yvirgangs-
atsóknirnar í USA.
Eg skal ikki gera viðmerk-
ingar til sjónarmiðið hjá
Jenis av Rana, ella hvat Kári
Sverrisson heldur um tað,
men eg má gera eina lítla
viðmerking til Kára Sverr-
isson, sum hevur misskilt,
hví Sosialurin tosaði við Jen-
is av Rana.
Jenis er ikki drigin fram
sum »óheftur serfrøðingur í
atrúnarligum viðurskiftum«,
soleiðis sum Kári Sverrisson
vil verða við. Jenis var drigin
fram sum politikari, limur í
uttanlandsnevndini og for-
maður í Miðflokkinum.
Á sama hátt sum løgmað-
ur, varaløgmaður og aðrir
politikarar dagarnar framm-
anundan vórðu spurdir um
yvirgangsatsóknirar í USA,
var Jenis eisini spurdur um
tær, og hann segði sína
hugsan, sum varð endurgivin
í Sosialinum.
Politikari og ikki
serfrøðingur
Jenis av Rana verður ikki
presenteraður sum óheftur
serfrøðingur
í
greinini.
Tríggjar ferðir verður hann
kallaður
tingmaður
fyri
Miðflokkin og eina ferð lim-
ur í uttanlandsnevndini hjá
løgtinginum.
Harafturat verður eina ferð
skoytt upp í, at Jenis eisini
hevur stóran áhuga fyri
átrúnaðarligum viðurskift-
um. Tað er neyvan nøkur
lygn í tí.
Harvið er Jenis á ongan
hátt gjørdur til »óheftan ser-
frøðing í átrúnaðarligum
viðurskiftum«, soleiðis sum
Kári Sverrisson vil verða
við. Talan var um eina av
fleiri
politiskum
við-
merkingum um yvirgangs-
atsóknirnar í USA, sum vóru
í Sosialinum hasar dagarnar.
At Kári Sverrisson tekur
ein setning burtur úr einum
samanhangi er nakað, sum
eg helt, at fundamentalistar
serliga plagdu at gera.
Eyðun Klakstein,
blaðmaður
Politikari - ikki serfrøðingur
stuðli í fólkaskúlanum. Til
hetta skúlaárið søkti Ser-
námsdepilin vegna allar
skúlarnir eftir játtan til
2500 tímar, men fekk slak-
an helmingin játtaðan. Sum
skilst hevur sernámsfrøði-
ligt virksemi altíð havt alt
ov trong kor. Næmingar,
sum hava serligan tørv, fáa
ofta alt ov avmarkað tilboð,
sum í nógvum førum als
ikki er nøktandi, og nógv
dømi eru um, at næmingar,
sum fyrr hava fingið og
framvegis hava ein serligan
tørv, ongan stuðul fáa í
skúlatíðini.
Mentamála-
stýrið metir í upplegginum,
at skal hendan tænastan
verða innan fyri lágmark,
er neyðugt at økja hana við
5 mió. krónur.
Nú fíggjarlógaruppskotið
er lagt fram síggja vit, at
henda játtanin verður 2,1
mió. krónur størri komandi
ár í mun til í ár. Henda upp-
hæddin røkkur til 150-200
tímar afturat teimum 1200,
sum verða veittir í ár, altso
er langt frá á mál um enn
ein bati er.
Støðið bøtast
Uppleggið frá Mentamála-
stýrinum til fíggjarlógina
sigur okkum so mikið, at
fólkaskúlin og virkisøki, ið
varða av fólkaskúlanum,
tørvar 25 mió. krónur kom-
andi ár í meirjáttan. Sam-
bært uppskotinum til fíggj-
arlóg komandi ár fara um-
framt lønarhækkingin 14,2
mió. krónur til fólkaskúlan
og sernámsfrøðiligt virk-
semi. Onnur smærri øki fáa
eina lítla øking í játtanini.
Av øktu meirjáttanini bert
til fólkaskúlan fara 6-7
mió. krónur til útreiðslur
sum eftirløn, starvsaldur-
broytingar, meirútreiðslur
sambært semjuni og hægri
næmingatal. Restin verður
til at hækka støðið við í
mun til í ár.
– Tað merkir, at skúlarnir
fáa størri rásarúm, teir fáa
fleiri tímar og eftirútbúgv-
ingin verður sett í verk
aftur og somuleiðis menn-
ingarætlanin, sigur Jenny
Lydersen, undirvísingar-
leiðari á fólkaskúladeildini
í Mentamálastýrinum.
– Ein møguleiki er, at
miðfyrraða serundirvísing-
in fær betri kor, har skúlin
sjálvur ger av, hvat eigur at
verða gjørt. Siga vit, at
skúlar við 500 næmingum
fáa 11 prosent av næminga-
talinum
til
miðfyrraða
undirvísing, er talan um 55
tímar, sum skúlin kann
brúka til at gera gott við har
tørvur er, sigur Olaus
Jespersen, stjóri á fólka-
skúladeildini í Mentamála-
stýrinum.
Annað virksemi so sum
eftirútbúgving og royndar-
og menningarvirksemi hev-
ur verið fyri stórum niður-
skurði, í heyst heilt dottin
burtur og hevur í grundini
fíggjað økta tímatalið til
skúlarnar í ár. Umleið 1400
tímar verða á hvørjum ári
latnir til hesi endamál. Í
heyst hevur talið verið 802
og minkingin svarar til økta
tímatalið til skúlarnar, sum
í
høvuðsheitum
verður
brúkt til ráðlegging og tím-
ar til leiðslu og annan nið-
urskurð. Eftirútbúgvingin
kostar á hvørjum ári uml. 5
mió. krónur. Til samanber-
ingar kunnu vit nevna, at
fíggjarligu útrokningarnar,
sum vórðu gjørdar áðrenn
nýggja
fólkaskúlalógin
varð sett í gildi, søgdu, at
eftirútbúgvingin skuldi økj-
ast við 1,8 mió. krónum um
árið.
– Skúlarnir fáa størri
rásarúm næsta ár, sigur
Jenny Lydersen,
undirvísingarleiðari á
fólkaskúladeildini í
Mentamálastýrinum
Savnsmynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4