fríggjadagur 5. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 5. oktober 2001
Nr. 192 - 5. oktober 2001
7
Sernámsdepilin hev-
ur steðgað innkeyp-
inum av øllum hjálp-
arhoyritólum fyribils.
Orsøkin er, at Menta-
málastýrið vil broyta
mannagongdina í
sambandi við inn-
keyp. Hoyribrekað
mugu tískil brynja
seg við toli, til nýggj
mannagongd er
funnin
HOYRITÓL
Stefan í Skorini
Hoyribrekað, ið hava tørv á
hjálparhoyritólum, fáa ikki
hjálp frá Sernámsdeplinum
í hesum døgum. Depilin
hevur steðgað øllum inn-
keypi at hjálparhoyri-tól-
um, tí Almannastovan og
Mentamálastýrið
krevja
mannagongdina broytta.
Henda støðan hevur verið
í tríggjar vikur, og tey, sum
eru
til
kanningar
á
Sernámsdeplinum við tí
fyri eygað at fáa hoyritól,
fara sum av torvheiðum.
– Vit hava valt at steðga
innkeypinum av hjálpar-
hoyritólum, so leingi sum
eingin føst mannagongd er
á hesum økinum, sigur
Hans Eli Dahl, leiðari á
Sernámsdeplinum.
Umsókn fyrst
Vanligt hevur verið, at fólk
við trupulleikum hava verið
til kanningar hjá serfrøð-
inginum á Sernámsd-epl-
inum, og tann hoyribrekaði
hevur so fingið eitt hósk-
andi hoyritól beinanvegin,
sum
Sernámsdepilin
í
fyrsta umfari hevur goldið
fyri.
Síðani er ein umsókn
send Almannastovuni um
stuðul til keyp av hoyritóli,
og Sernámsdepilin hevur
fingið upphæddina endur-
goldna.
Henda mannagongd skal
nú broytast. Almannastovan
vil sleppa av viðgera um-
sóknina, áðrenn hoyritólið
verður keypt.
Hans Eli Dahl vísir á, at
henda mannagongd ikki
letur seg gera. Orsøkin er,
at ein persónur við tørvi á
hoyritóli ofta skal royna
fleiri tól, áðrenn funnið
verður fram til tað rætta. Tí
er trupult at fremja tað ætl-
anina í verki.
Hans Eli Dahl leggur tó
dent á, at hetta ikki er nøkur
kreppustøða, Sernámsdep-
ilin er í. Allir tríggir stovn-
arnir arbeiða í løtuni við at
finna eina loysn, og hon
verður vónandi skjót.
Sernámsdepilin kann tó
ikki liva við verandi støðu
leingi afturat, og tí er neyð-
ugt at finna eina skjóta
loysn, sum allir partar
kunnu liva við.
Fyrr hevur verið vanligt,
at frávik eru gjørd í sam-
bandi við innkeyp av hoyri-
tólum við tí fyri eygað, at
fólk skulu sleppa undan
langari bíðitíð.
– Inntil alt er púra greitt á
hesum økinum, og vit vita,
hvat Almannastovan velur
at veita stuðul til, keypa vit
ikki fleiri hoyritól, sigur
Hans Eli Dahl.
Hoyribrekað fáa eingi hoyritól
Sernámsdepilin hevur
steðgað innkeypinum av
hoyritólum. Hoyribrekað
mugu tískil brynja seg við
toli
FÍGGJARLÓGIN
Stefan í Skorini
Játtanin til Kirkjubømúrin
er nærum tvífaldað undir
komandi fíggjarlóg. Í ár
vórðu játtaðar 800.000
krónur til varðveiting av
múrinum, men á komandi
fíggjarlóg er 1,5 millión
sett av til fornminnið í
Kirkjubø. Í ár 2003 eru 2
milliónir settar av til varð-
veitslu av Kirkjubømúrin-
um.
Í løtuni arbeiðir ein
nevnd við at finna bestu
loysnina, hvussu múrurin
skal varðveitast, men Petur
Zachariassen,
formaður,
sigur, at enn er arbeiðið
ikki komið nóg væl áleiðis,
at hann kann úttala seg um,
hvussu farið verður fram.
Higartil hava løgfrøðilig-
ar forðingar seinkað varð-
veitsluarbeiðnum
við
Kirkjubømúrinum. Greitt
er tó, at varðveitingarar-
beiðið byrjar komandi ár.
KANNING
Stefan í Skorini
Útvarp Føroya gjørdi í gjár
eina veljarakanning millum
fólk á Skála og Runavík.
Spurningurin var, hvørt
fólk tóku undir við, at báð-
ar kommunurnar á Skála-
fjørðinum leggja saman.
Stórur meiriluti var fyri at
fremja samanleggingina.
212 fólk ringdu inn til
kanningina, og tey flestu
stuðlaðu samanleggingini.
121 fólk ringdu úr Runavík
og 91 av Skála. Av runavík-
ingum søgdu 86,8% ja og
13% søgdu nei. Á Skála
søgdu 92% ja og 7,7 % nei.
Útvarpið leggur dent á, at
hetta er ein lurtarakanning,
og tí skal hon takast við
stórum fyrivarni.
Borgarstjórarnir fegnast
um úrslitið av kanningini,
og teir halda, at hon gevur
eina greiða ábending um
meiningina hjá fólki í teirra
kommununum.
Fólkaatkvøða
verður
mánadagin á Skála og týs-
dagin í Runavík. Bygdaráð-
ið á Skála krevur, at 2/3 av
teimum, sum greiða at-
kvøðu, skulu vera fyri, men
í Runavík krevst bara ein
meiriluti.
Sáttmálin verður undir-
skrivaður mikudagin 10.
oktober, um fólkið sam-
tykkir ætlanirnar.
Múrurin fingið størri játtan
Játtanin til varðveitslu av Kirkjubømúrinum er hækkað
munandi á komandi fíggjarlóg
Meiriluti fyri samanlegging
Borgarstjórarnir Rodmundur Nielsen og Kári Johannesen fegn-
ast um, at ein veljarakanning vísir ein greiðan meiriluta fyri
eini samanlegging
Tá hann fær orðið á
Fólkatingi, ætlar
Jóannes Eidesgaard,
fólkatingsmaður, sær
at viðgera tann partin
av røðuni hjá for-
sætisráðharranum,
sum snýr seg um
føroyska luttøku í
stríðnum móti yvir-
gangi
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Tað mest áhugaverda, sum
forsætisráðharrin segðium
Føroyar í setanarrøðuni var,
at vit verða drigin upp í
stríðið móti altjóða yvir-
gangi, heldur Jóannes Eid-
esgaard, fólkatingsmaður.
Tá Jóannes Eidesgaard
fær orðið undir viðgerðini
av setanarrøðu forsætisráð-
harrans í Fólkatinginum,
fer hann at viðgera tann
partin av røðuni, sum snúði
seg um føroyska luttøku í
stríðnum móti altjóða yvir-
gangi.
Jóannes Eidesgaard, sum
var staddur í Bretlandi, tá
Fólkaingið varð sett, hevur
lisið røðuna hjá Poul Nyrup
Rasmussen,
forsætisráð-
harra.
Serliga hevur hann, sum
vera man, lagt seg eftir tí,
sum hevur við Føroyar at
gera.
Tað er ikki stórvegis ann-
að, enn vanligt hevur verið,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum forsætisráðharrin sigur
um Føroyar í røðu síni.
Men tó verður nomið við,
at Føroyar eiga at luttaka
aktivt í altjóða stríðnum
móti yvirgangi. Og tað mál-
ið heldur Jóannes Eides-
gaard vera so áhugavert, at
hann ætlar sær at viðgera
tað, tá hann fær orðið á
Fólkatingi.
Líkir
Jóannes Eidesgaard var
staddur á landsfundi hjá
bretska Arbeiðaraflokkin-
um, tá Fólkatingið varð
sett.
Eftir at hava lisið hoyrt
bretska forsætisráðharran,
Tony Blair, og lisið røðuna
hjá Nyrup, sigur Jóannes
Eidesgaard, at teir eru
rættiliga líkir í síni støðu-
takan til tað, sum hent er í
seinastuni.
Tony Blair var sera av-
gjørdur, tá hann talaði á
landsfundinum, sigur Jó-
annes Eidesgaaard. Har var
eingin seming at hóma
yvirhøvur. Yvirgangur skal
takast álvarsliga og má
steðgast.
Tað nam serliga við, tá
hann segði, at 80 prosent av
øllum heroini, sum selt
verður á gøtunum í bretsku
býunum, kemur úr Afgan-
istan, og at talebanarnir
fíggja síni vápnakeyp við
pengum hiðani.
Tony Blair hevur mar-
kerað seg sera væl í hesum
kjakinum, sum komið er
upp eftir hendingarnar í
USA tann 11. september,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum sigur seg vera in-
spireraðan
av
Blair
á
bretska landsfundinum.
Nevndin í lagi
Jóannes Eidesgaard sigur
annars um røðuna hjá for-
sætisráðharranum, at hann
tekur undir við, at ein em-
bætismannanevnd verður
sett at viðgera yvirtøku-
ætlaninar hjá landsstýrin-
um, soleiðis um Frank Jen-
sen, løgmálaráðharri, og nú
eisini bæði løgmaður og
varaløgmaður mæla til.
Um tað er ein felags
nevnd ella ein donsk og ein
føroysk nevnd, hevur fyri
so vítt ikki tann stóra týdn-
ingin, bara arbeiðið veðrur
gjørt til lítar, sigur Jóannes
Eidesgaard. Tað, sum er
allarmest umráðandi beint
nú, er at vit koma væl frá
byrjan, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tá
Høgni Hoydal nú mælir til
at seta eina føroyska og
eina danska nevnd, merkir
tað, at hann »er komin upp
á betri tankar«, sum Jó-
annes Eidesgaard tekur til.
Jóannes Eidesgaard lesur
røðuna hjá forsætisráð-
harranum soleiðis, at hann
er sinnaður at gera broyt-
ingar í Heimastýrislógini
fyri at koma víðari í sjálv-
stýrisgongd føroyinga.
Hetta er tað, sum Javn-
aðarflokkurin fyrr hevur
lagt upp til, og tí tekur
formaður floksins sjálvandi
eisini undir við. Men hann
ivast í, um landsstýrið er til
reiðar til hesa loysnina enn,
sigur hann.
– Hetta er eitt stríðsmál,
sum Nyrup nú leggur upp
til, men eg meti tað vera
skilagott at broyta Heima-
stýrislógina, sigur Jóannes
Eidesgaard,
fólkatings-
maður, í viðmerking til set-
anarrøðu forsætisráðharr-
ans á Fólkatingi.
Fer at viðgera
yvirgang
Jóannes Eidesgaard fer at viðgera føroyska partin í st´riðnum móti altjóða yvirgangi, tá hann
fær orðið á Fólkatingi
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6