fríggjadagur 20. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti
Stjórin á SamViti, Elin Heine
sen, er 50 ára gomul og støk.
Eftir nógv ár í Keypmannahavn,
flutti hon fyri tveimum árum
síðan til Føroya, tá hon tók við
starvinum sum stjóri í SamViti.
– Mítt húsarhald er kanska
eitt sindur serligt. Ætlanin var,
at dóttirin skuldi flyta upp til
mín, tá hon gjørdist liðug við
skúlaárið tað summarið, tá
eg flutti til Føroya um várið.
Men so forelskaði hon seg
upp um bæði oyru, og flutti
tí ikki við. Hon býr tí enn í
Keypmannahavn, og eg eri flutt
inn í barndómsheimið hjá mær
í Stoffalág. Pápi hennara, sum
eisini býr í Keypmannahavn,
hevði ikki møguleika at lata
hana flyta inn, har hann býr.
Tí gjaldi eg í veruleikanum
tvær húsaleigur. Tað kostar
sjálvandi, og so er so mikið
minni eftir, sigur hon.
Elin Heinesen ger ikki nógv
mat – annað enn tá hon fær
gestir. Á arbeiðsplássinum
hava tey eina matarskipan,
sum passar henni væl, og
tí verður ikki nógvur matur
gjørdur heima við hús.
– Eg tími illa at gera mat
bara til mín sjálvs. Ikki tí, eg
havi hillar fullar av matbókum.
Tá eg var yngri, elskaði eg at
royna meg fram, men sum
árini ganga, finnur mann so
nøkunlunda út av, hvat riggar.
Tað kemur kortini fyri at eg stilli
meg at eksperimentera eitt
sindur.
Stjórin í SamVit arbeiðir nógv.
Umleið 60 tímar um vikuna, um
hon skal meta um. Hóast lítla
tíð til matgerð, leggur hon seg
eftir at eta sunt.
– Eg eti lítið kjøt. Eg havi
innrættað meg eitt sindur eftir
dóttrini, sum leingi hevur verið
vegetar. Eg havi funnið út av,
at eg kenni meg frískari uttan
kjøt. Kortini eri eg ikki fanatisk.
Eg kann gott eta fugl og fisk,
til dømis, men so at siga
ongantíð svínakjøt, sigur Elin
Heinesen.
Vistfrøðiligt ein
jaVnVigan millum prís
og samVitsku
Føroyski maturin hevur høga
raðfesting hjá Elin Heinesen.
– Serliga ræstan fisk og ræst
kjøt. Einki er betri enn tað.
Tað luktar bara so illa, so tað
stendur ikki ofta á matskránni,
flennir hon.
Hon kann kortini gott
finna uppá at gera ræstan
fisk bert til sín sjálvs. Tá
stendur eymhettan for frá, og
vindeyguni uppá víðan vegg.
Heima hevur hon eina stóra
frystiboks, sum hon fyllir í.
Men hon kann eisini gott eta
tað sama í fleiri dagar, tá hon
hevur gjørt nógvan døgurða.
Elin fyritrekkir tær vistfrøðiligu
vørurnar, og roynir at vera
tilvitað um at keypa vistfrøðiligt.
– Men tað er ein javnvigan
millum prís og samvitsku,
ásannar hon.
– Eg vildi ynskt, at vistfrøði
ligu vørurnar vóru bíligari,
og oftari uppá tilboð. Tað er
umráðandi, at brúkarar eru
tilvitaðir um, hvat teir keypa,
haldi eg. Er eftirspurningur
eftir eini vøru, so skal tað
nokk loysa seg at selja tað.
Á tann hátt kann brúkarin
vera við til at gera sítt til,
at matvøruídnaðurin gerst
umhvørvisvinarligari, sigur Elin
Heinesen.
Einum gomlum vana hevur
hon síðan barndómin hildið
fast við. Tað er temunnurin
uppá tann enska mátan,
sum omman lærdi hana at
virðismeta.
– Ein klassiskan temunn við
mjólk og sukur. Tað gangi eg
og drekki allan dagin.
einki merkidýr
Elin Heinesen hevur eina
bakgrund sum blaðstjóri á
einum donskum kvinnublað.
Hvønn mánaða varð nýggj
mynd tikin av henni, og um
vegis stylistar og ekspertar, ið
starvaðust á blaðnum, fekk
hon nógv ókeypis ráð um, hvat
riggar og ikki.
– Men nakað merkidýr eri eg
ikki. Eg keypi rættiliga sjáldan
klæðir, men eg fái sovorðin
herindi, har eg blívi ordiliga
troytt av tí, eg havi, so tá eg
endiliga keypi nakað, keypi eg
nógv. Fyri fleiri túsund krónur
í senn, um ráðini eru til tað.
Annars havi eg ofta hugsað, at
eg og vinkonurnar burdu gjørt,
sum vit ofta gjørdu í Danmark,
tá vit allar høvdu ein posa
av klæðum við, sum vit ikki
brúktu. Og so býttu vit bara um
klæðir. Tað er ein bíligur máti at
skifta alla garderobuna.
Tá Elin Heinesen fer á
klædnajakt, hyggur hon ikki
eftir merki ella prísi, men um
tað passar og situr pent. Alt
innkeyp verður kortini gjørt, alt
eftir hvat er í pengakassanum.
– Eg eri ikki góð til at spara
upp, men eg klári at balansera.
Eg eri lítið materialistisk, men
mær dámar væl at hava tað
hugnaligt rundan um meg.
Elin HEinEsEn hevur eitt tvíbýtt lív á
nógvar mátar. Bæði við húsarhaldi og lívs
stíli. Av tí at familjan er sundurbýtt, er hon
noydd at gjalda tvær húsaleigur bæði í
Stoffalág og í Keypmannahavn. Tað er ikki
bíligt, ásannar hon, og hevur við sær, at
eyga skal haldast við kontuni. Men tøkni
mótanum fylgir hon, og hevur hon havt teldu
síðan 1983. Samstundis er góði temunnurin
við sukur og mjólk fastur partur av
gerandisdegnum
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
– eg tími illa at gera mat bara til
mín sjálVs. ikki tí, eg haVi hillar
fullar aV matbókum.
– Eg eri nokkso nørdut, tá tað kemur til tøkniliga útgerð. Eg keypti
mína fyrstu teldu í 1983. Tað hugtók meg, at teldan kundi so nógv,
hóast tað er lítið aftur ímóti í dag.
Myndir: Jens Kr. Vang
jensk@sosialurin.fo
– brillurnar
haVi eg keypt
fyri 30 krónur
onkunstaðni
4