Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 • 20. mars 2009 Vikuskifti 5 Um tað er second hand ella spildurnýtt, er ikki so farligt. Bara tað er av góðari góðsku, er klassiskt og tað estetiska er í lagi, greiðir Elin Heinesen frá. Heimaliting og femininir skógvar Brillurnar, ið eru vørumerkið hjá Elini, eru ikki av dýrasta slag. – Brillurnar havi eg keypt fyri 30 krónur onkunstaðni. Eina kvinnuliga passión hevur Elin Heinesen. Hon hevur ein veikleika fyri skóm. – Eg forelski meg í skóm, og kann gott finna uppá at keypa skógvar, sum eg veit, eg bert brúki fáar ferðir. Skógvarnir nýtast ikki vera nakað merki. Teir skulu bara sita væl og síggja gott út. Hárið, sum kemur niður á hálvan ryggin, litar Elin sjálv við heimaliting, og endarnar klippir hon eisini sjálv. Við longu arbeiðsdøgunum, er lítil tíð til persónligt luksus, so sum at seta seg í hárfríðkanarstólin. – Eina ferð havi eg verið til húðrøkt. Tað var seinast, tá dóttirin var heima og vitjaði, og vit skuldu hugna okkum. Tað var lekkurt, men tað hoyrir sanniliga til undantakið hjá mær. Øll árini hevur hon ansað væl eftir húðini, og syrgir fyri at røkta hana væl við ymiskum kremum til andlitið. Tað er ikki nakað serligt krem, hon hevur standandi, men skiftir hon í staðin millum ymiskt. – Tá eg var tannáringur, var tað yt at smyrja sær. Eg sníkti meg kortini at smyrja mær, og hoppaði gleðiliga uppá bylgjuna, tá tað so gjørdist modernað aftur at smyrja sær. Og tað geri eg enn. neyðin lærir nakna kvinnu at spinna Elin Heinesen hevur ein annan veikleika, sum kanska er nakað atypiskur fyri kvinnur. Hon hevur altíð riðið á tøkniligu bylgjuni. – Eg eri nokkso nørdut, tá tað kemur til tøkniliga útgerð. Eg keypti mína fyrstu teldu í 1983. Tað hugtók meg, at teldan kundi so nógv, hóast tað er lítið aftur ímóti í dag. Eisini við tónleiki. Seinni kom hon eisini til góðar í arbeiðinum. Eg fekk internet longu í 1994, og tá telefonsvararin kom, fekk eg eisini ein tílíkan, og tað sama við fartelefonini. Eg eri nátúrliga forvitin eftir nýggjum tingum, serliga tøknin hugtekur meg. Sambært henni sjálvari, hava pengarnir ikki altíð verið teir nógvu. Tá hon í 1990 árunum fór á Filmsskúlan at ganga, var einki at liva av, tí hon hevði brúkt allan sín lestrarstuðul frammanundan. Tí noyddist hon at forvinna sær pening á annan hátt. Tískil setti hon seg við telduna, og lærdi seg at gera heimasíður. Ta tænastuna bjóðaði hon so út til ymiskar fyritøkur, og forvann sær á henda hátt til lívsins uppihald. Til at koma runt í landinum, hevur Elin Heinesen ein Daewoo Nubira. Hon hevur altíð havt bil, og er hann hentur bæði í arbeiði, og tá hon skal út at vitja fólk. - Bilurin er bara praktiskur fyri meg. Eg noyðist ofta á fundir, sum brádliga stinga seg upp, og so er hann eisini hentur, tá eg skal út á Hamaran at vitja systkini hjá mær. Var tað ikki fyri bilinum, hevði eg nokk ikki sæð familjuna so nógv. Og so sparir hann mær so nógva tíð. – Ein klassiskan temunn við mjólk og sukur. Tað gangi eg og drekki allan dagin. – eg eri nokkso nørdut – eg forelski meg í skóm, og kann gott finna uppá at keypa skógvar, sum eg veit, eg bert brúki fáar ferðir - eg eri ikki góð til at spara upp, men eg klári at balansera »soleiðis brúki eg mínar pengar« er nýggjur táttur í vikuskiftissosialinum. komandi vikurnar kaga vit í privatu nýtsluna hjá føroyingum, sum greiða frá um teirra keypsvanar viðvíkjandi mati, klædna- keypi, bilum og alt har ímillum.