Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 56 - 20. mars 2009 Fiskimálaráðið søkir eftir ráðgeva/ fulltrúa til fiskiveiðisamráðingar og havtilfeingispolitikk. Fiskimálaráðið Fiskivinnustovan er deild í Fiskimálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá Fiskivinnustovuni eru: fiskiveiðisamráðingar • føroyskur havtilfeingispolitikkur • faklig ráðgeving í fiskivinnumálum • málsviðgerð og fyrisiting í sambandi við veiði- og fiskiloyvi • fiskiídnaðar og marknaðarviðurskifti • granskingar- og menningarpolitikkur á fiskivinnuøkinum • kunning um fiskivinnupolitisk og fiskivinnufaklig viðurskifti. Starvið Umframt at arbeiða við fiskiveiðisamráðingum við onnur lond og í millumlandafelagsskapum, verður tú eisini við til at fremja føroyskan havtilfeingispolitikk í breiðari merking. Roknast kann við nógvum fundarvirksemi uttanlands. Vit bjóða Vit bjóða eitt starv, har tú fert at loysa fjølbroyttar og fakliga mennandi uppgávur saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir í ymiskum yrkisgreinum. Tú fært góðar møguleikar til at ávirka arbeiðsinnihaldið og til at skipa og menna mannagongdir. Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í til dømis løgfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, fiskivinnufrøði ella búskap­ ar frøði. Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at samráðast og sam skifta, og at tú hevur innlit í havtilfeingispolitikk. Tú arbeiðir við sjálvstøði og nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarv ar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund. Tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum. Royndir á einum ella fleiri av virkisøkjunum eru ein fyri­ munur. Starvstreytir Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmanskrivstov­ una og stjórnarráðini annars. Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Flokking sum ráðgevi er treytað av førleikum og royndum sambært gald­ andi mannagongdum. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum vera at senda til Fiskimálaráðið, Heykavegur 6A, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. mars 2009 kl. 16.00. Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andrasi Kristiansen, deildarstjóra, tel. 353241, andrask@fisk.fo. – vit siga tað bara ikki hart VIT FØRA STØRSTA FONGIN TIL LANDS Endamálið við KT-fyrisitingini er at samskipa KT á yvirskipaðum stigi, so at tað almenna fær munadyggar loysnir. Ábyrgdarøkini eru í høvuðsheitum at: • skipa og varða av felags KT-undirstøðukervi (Landsnet) • standa fyri felags KT-loysnum og taka sær av yvirskipaðu tvørstovnaligu atlitunum • samskipa fakskipanir, men ikki eiga tær • byggja upp førleikar um KT-verkætlanarleiðslu, KT-sáttmálar, lisensavtalur og rakstraravtalur • stuðla og ráðgeva serliga smáu stovnunum, tá ið ræður um KT • samskipa lisensviðurskif i og onnur kostnaðarmikil KT-keyp Førleikar: Fyrisitingin skal vera savnandi og fáa undirtøku fyri m.a. felags loysnum. Neyðugt er at arbeiða formliga og miðvíst. Týðandi partur av arbeiðinum hjá KT- fyrisitingini verður at skipa arbeiðið tvørtur um stovnsmørk. Tí eru fakligir førleikar, trúvirði, yvirlit og evni at samskif a og savna týðandi førleikar. Tú skalt hava hægri útbúgving, holla vitan um KT og royndir á økinum. Best er, um tú hevur útbúgving í KT, hevur arbeitt við KT-loysnum og hevur royndir at arbeiða í verkætlanum. Tað er eisini fyrimunur at hava royndir at leiða starvsfólk. Setanarviðurskif i: Starvið er lønt í 37. lønarfl okki hjá tænastumonnum landsins. Í ef irlønargjaldi verða goldin 15%. Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett ef ir viðkomandi sáttmála. Umsóknarfreistin er týsdagin 24. mars í 2009. Umsóknin skal verða stílað Gjaldstovuni, Postboks 2009, 165 Argjum. Er okkurt at spyrja um viðvíkjandi starvinum, kanst tú ringja til Leif Abrahamsen á 35 24 50 ella á fartelefon 21 46 60. Avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovuna um KT-fyrisitingaruppgávuna er á www.gjaldstovan.fo Søkt verður ef ir deildarstjóra til nýggju KT-fyrisitingina á Gjaldstovuni KT-fyrisitingin er nýtt virkisøki hjá landinum. Fyrisitingin skal verða skipað soleiðis, at hon kann arbeiða strategiskt og á høgum fakligum stigi. F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Føroya Gjaldstova Um Gjaldstovuna: Virksemisøkið á Gjaldstovuni verður broytt, so at Gjald- stovan, umframt at hava kjarnaførleika í roknskaparhaldi o.t., eisini skal hava kjarnaførleika í KT. Gjaldstovan verður skipað í fýra høvuðsøki: • KT-fyrisiting (net, felagsloysnir, samskipa fakskipanir, ráðgeva og gera avtalur) • Roknskapardeild (yvirskipaðar roknskaparuppgávur, bókhald, gjaldingar og leiðslukunning) • Lønardepil (seta upp lønarskipan, lønarbókhald, ráðgeving og leiðslukunning) • Kervisfyrisiting (reka Búskaparskipan landsins) Í KT-fyrisitingini starvast í løtuni 8 fólk, sum øll eru knýtt at netfyrisiting. Á Gjaldstovuni starvast okkurt um 40 fólk. Til samans eru um 1500 fólk, ið brúka skipanirnar, sum Gjaldstovan fyrisitur. Felags fyri virksemið hjá Gjaldstovuni verður framhaldandi at skapa munadyggar KT-fyrisitingarloysnir og at hava neyvt samskif i við stovnarnar.