Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 • 20. mars 2009 Vikuskifti 6 Fyrr í tíðini, tá tú á Ólavsøku­ framsýningini sást bæði vánaliga list og rein meistaraverk hjá til dømis Ingálvi av Reyni, sum togaði samlaða framsýning­ arstøðið uppeftir, høvdu skiftandi úrvalsnevndirnar hjá Ólavsøku­ framsýningini fyri at heingja tey vánaligastu verkini niðri í lítla kjallararúminum undir framsýningarsalinum í Lista­ savninum, ið virkaði sum eitt slag av bad­taste­party­appendixi til Ólavsøkuframsýningina, og sum eisini varð nevndur “Skammi­ krókurin”. Tað er júst hesin sami skammikrókurin, ið kemur til hugs, tá tú stígur inn í ársins Várframsýning, ið øll sum hon er, er átøk einum bad­taste­party, ið nú er sloppið at breiða seg uppiá í fínustovu. Góðskustøðið enn einaferð Øll eru annars so findarglað, av tí at framsýningin er øðrvísi enn hon plagar (tað vil siga minus landslagsmyndir), og tí at Listaskálin ikki longur bert er fyri tey innbodnu, ella “ein afturlatin veitsla”, sum danir siga. Og tað mugu vit veruliga staðfesta, at tað ikki gevur meining longur at tosa um gáttina hjá Listasavnin­ um, tí har er eingin gátt, men dyr, ið eyðsýniliga eru víðopnar fyri einum og hvørjum. Einasti trupul­ leikin er vantandi góðskustøði. Eg havi eina margháttliga kenslu, sum kann lýsast við einum dømi úr tónleikaheiminum, um til dømis Føroya Symfoniorkestur valdi at seta í starv fólk, sum enn ikki dugdu at fáast við teirra ljóðføri og hvørki dugdu musikk­ teori ella praksis. Vit duga øll at hoyra á teimum mongu framúr framførslunum hjá FSO, at hetta ikki er galdandi, og at førleikarnir hjá bæði tónleikarum og dirigenti eru í lagi. Tað sama kann tíverri ikki sigast at vera galdandi fyri myndlistaøkið, tá verk ferð eftir ferð verða sýnd fram á okkara Tjóðarlistasavni, ið heilt einfalt ikki eru nóg væl gjørd, ei heldur nóg væl hugsað. Trash-drag ulpumaður Tó er onkur góð listauppliving í væntu á ársins Várframsýning, ikki minst hjá fjøllistamanninum Dennisi Agerblad, hvørs klædna­ installatión hin vegin (í denn grad) stuðlar undir bad­taste heildarkensluni av framsýningini. Men Dennis Agerblad hevur neyvan nakað ímóti at luttaka í einum bad­taste­party, eins og hann ivaleyst bert fegnast um mína atfinning av hansara verkum, sum eru nógv tey bestu á Várframsýningini, men sum altso ikki eru løtt at finna í øllum óruddinum. Eg veit, at klæðini, skógvarnir, parykkarnir osfr. eru partar av hansara installatión, men har er heilt einfalt ov nógv at taka støðu til hjá áskoðaranum. Hóast ein ætlan hómast í upphanginum av klæðum, sum savnast við brúðarkjólanum í miðjuni, so kennist framsýningin kaotisk. At vera eitt sindur í meira lagi og á yvirtromini er ivaleyst júst har, sum Dennis Agerblad trívist best sambært hansara heimasíðu www.dennisagerblad.dk Hann hevur í mong ár, millum annað saman við bólkinum “Dunst”, upptraðkað í konufólkaklæðum eitt nú við tí, teir nevna trash­ dragshow. Hóast vit føroyingar helst hava gott av at blíva provokeraðir, tykist installatiónin við fotomynd­ um av Agerblad í føroyskum (konufólka)klæðum við nektaðum kynsgøgnum, heldur fløt og óáhugaverd listarliga sæð. Provokatiónin er í sjálvum sær ikki nóg sterk í hesum fotomynd­ unum av eini hending, sum gekk fyri seg fyri sjey árum síðani. Martyrleikluturin Visuelt eru tað sjálvportrettini, sum mynda nógv tann mest áhugaverda partin av framsýning­ ini hjá Dennisi Agerblad, har hann lýsir seg sjálvan í ymisk­ um leiklutum sum íspegil, pínslarvátta osfr. Myndirnar eru ikki ólíkar sjálvportrettunum, sum Agerblad (tá æt hann OVA) sýndi fram á Den Frie á framsýningini av føroyskari list í 1999. Myndevnið og uppsetingin er tann sama sum tá, eins og kollasjukenda mannagongdin, (sum eisini sást á teirri frálíku permumyndini til yrkingasavnið “Speispei spei” hjá Tóroddi Poulsen, sum OVA eisini gjørdi) við eini grefligari, hvítari um­ hvarvslinju kring figurin, er hin sama. Gula myndin av álvarsliga listamanninum við blóðflekkutum andliti er í mongum lík gomlum, katólskum pínslarváttarlýsingum, sum eisini er prýdd við ljómandi gulum og violettum páskalitum. Samstundis ivast áskoðarin onga løtu í, at hetta er ein nútíðar dekorativ portrettlýsing hjá einum listamanni, sum er meir enn vanliga tilvitaður um rák og ekshibitionistiska listafólkaleik­ lutin. Ímyndin av listamanninum sum pínslarvátta gongur aftur í listasøguni, men lýsingin hjá Dennisi Agerblad tykist sjálv­ støðug og rørandi. Álvarsemi klæðir íspegilinum. Áhugaverdar grafiskar myndir Grafiska myndin av kvinnum í burka er áhugaverd og rættiliga øðrvísi í mun til hinar myndirnar á framsýningini. Bárður Oskarson er í portrettmyndum sínum kanska ikki so hugnaligur og fittur, sum í hansara framúrskarandi barnabókum, men monokromu málningarnir á Várframsýningini eru als ikki óspennandi. Tó tær tvær fotomyndirnar hjá Bárði Eklund eru sera ymiskar, er pyramidubygnaðurin í hesum báðum myndunum “Hugaferð” og “Burturferð” at kalla samlík­ ur. Tann myrkara er serliga áhugaverd við eini svarthvítari, ítøkiligari sansaligheit, sum gevur hugasamband við stílin hjá amerikanska fotografinum Robert Mapplethorpe, ið tó er nakað Bad-taste-party í fínustovu Ársins Várframsýning er átøk eini bad-taste veitslu, sum er sloppin at breiða seg uppiá í fínustovu. Vantandi góðskustøðið ger, at framsýningin miseydnast sum verkætlan Ummæli Kinna Poulsen Brotakenda myndarøðin hjá Onnu Kathrinu Højgaard »Listamaðurin sum pínslarvátti« eftir Dennis Agerblad