Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 57 - 23. mars 2009 Stuttfilms KAPPING Stutt um kappingina Evni: Orka, við atliti at orkusparing Longd: Í mesta lagi 2 minuttir Uppgávur: 5 bundnar uppgávur Tillutan: Tilvildarlig Virðisløn: Bestu filmarnir fáa virðisløn og verða vístir sum millumsendingar í sjónvarpinum Í sambandi við umhvørvisvikuna 2009, sum er frá 4. til 10. mai, skipar Tórshavnar kommuna í samstarvi við Klippfisk fyri stuttfilmskapping, sum er fyri bólkar og einstaklingar í framhaldsdeildini og eldri. Evni í kappingini verður orka, við atliti at orkusparing, og tey tilmeldaðu fáa tilvildarliga tillutað eina av fimm uppgávum, sum verða gjørdar til kappingina. Filmarnir skulu gerast í apríl mánaði og luttakarar fáa útgerð, høli og leiðbeining frá Klippfisk til at gera filmarnar. Seinasta freist at tekna seg til kappingina er mikudagin 1. apríl 2009, og tað verður gjørt við at skriva til torshavn@torshavn.fo ella við at ringja til Snarskivuna, telefon 302010. Tillutan verður í Posthúskjallaranum fríggjadagin 3. apríl 2009 kl. 15.00. Biltúrurin hjá Landsverk­ frøðinginum frá 1977 fær nú ljóð. SIC hevur fingið til uppgávu at ljóðseta gamla biltúrin við tungmálmi Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tungmálmsbólkurin SIC hevur fingið til uppgávu at ljóðseta eina filmsupptøku, sum Landsverfrøðingurin í 1977 gjørdi um Havnina. Talan er um ein biltúr gjøg­ num Havnina. Filmurin er svartur og hvítur, og hevur einki ljóð. Enn. Verkið, sum SIC á tíðindafundi miku­ dagin fer at geva ein for­ smakk uppá, verður Ment­ anarnáttina frumframført undir heitinum 100 ár – 1000 sár. Eftir ætlan skal biltúrurin hjá Lands verk­ frøðinginum kunna upp­ livast í Tjóðpalli Føroya Mentanarnáttina. HAVNIN sambært SIC