Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2009 Forstjórin í Eik Banka, Marner Jacob­ sen, kennir als einki til, at Eik Grunn ur in og harvið Eik Banki skal vera í svár um fíggjarligum trupul­ leikum. – Vit hava inn f ríað eitt lán, sum Eik Grunnurin hevði í einum donskum konkursbúgvi, tað er alt, sigur Marner Jacob sen FÍGGJAReFtiRlit Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, kennir als einki aftur í teirri blaðgrein, sum stendur í Jyllandsposten um vikuskiftið. - Tað undarliga er, at hendan blaðgrein er skrivað út frá einari samrøðu, sum hesin blaðmaðurin, Thomas G. Svaneborg, hevði við meg. Og hóast eg greiddi hon um frá støðuni, so hevur hann vent øllum á høvdið, sig ur Marner Jacobsen. Tá danski Ebh Bank fór av knóranum og statsliga av viklings felagið yvirtók bankan, varð eitt lán, sum Eik Grunnurin hevði hjá banka num uppsagt, og tað er hetta lánið, sum Eik nú hevur innfríað. - Tað verður eisini róð upp undir, at Skráseting Før oya skal hava innkallað til kreppufundar í dag, men heldur ikki hetta hevur blaðmaðurin fingið rætt í hálsin. Søgan um fundin í dag er ein heilt onnur, sigur Marner Jacobsen. Hann sigur, at bankin tann 24. februar fekk eina áheit an frá Skráseting Før- oya um at koma við nøkrum upp lýsingum, og henda áheit an varð viðgjørd á nevndar fundi tann 26. febru ar. Eftir hetta vórðu upp lýs ingarnar savnaðar og frá greiðing skrivað, og hetta varð alt góðkent á nýggj um nevndarfundi 20. mars. - Og tað er hetta, fundurin í dag snýr seg um. Tað var heldur eingin freist ásett í áheitan ini frá Skráseting Før oya, og fundurin í dag er fingin í lag fyri at vit kunnu greiða frá teimum upp lýsingum, sum vit geva skrá setingini, sigur Marner Jacobsen. Ikki mín avgerð Tá róð verður upp undir, at tað kann vera óheppið, at sami nevndarformaður er í Eik Banka og í Eik Grunn- inum, so er tað ikki nakað, sum forstjórin í bankanum hevur funnið upp á. - Tað stendur beinleiðis í lógunum, at nevndar for- maður in í Eik Grunninum skal koma frá nevndini í banka num, so tað er ikki nak að, leiðslan hevur funn- ið upp á, sigur Marner Jacob sen. Hann vísir eisini á, at Eik Grunnurin hevur ein egin- kapital, sum er omanfyri 1,5 milliardir krónur, og tí skilir hann ikki, at nakar kann pástanda, at ognirnar hjá grunninum eru »mis li g- holdt«, sum tað eitur í grein ini hjá blað manni- num. - Blaðmaðurin rør eisini upp undir, at tað skal vera nakað suspekt við parta- bræva søluni í Investea Sweden Properties, tí vit máttu staðfesta eitt tap upp á hesa søluna. Men sum eg eisini segði við hann, at sjálvt um tað so vóru AP Møller partabrøv, vit seldu, so høvdu vit eisini staðfest eitt tap har, heilt einfalt tí at støðan á parta bræva- marknaði num er, sum hon er, sigur Maner Jacobsen. Forstjórin í Eik Banka avvísir tí staðiliga, at nakar vandi er á ferð, hvørki hjá Eik Banka ella hjá Eik Grunni num. Tað er í hvussu er ikki nakað, vit kenna nakað til, sigur Marner Jacobsen. Standa púra spyrjandi Fullir menn á brúnni Tað var ikki so løgið, at farmaskipið “Karin Schepers” fór á land við Saltholm uttan fyri Keypmannahavn um vikuskiftið. Tá loðsurin kom umborð, vísti tað seg, at stýrimaðurin lá avdottin uppi á brúnni. Loðsurin sendi tí boð eftir løgregluni. Hon bað um at sleppa at tosa við skiparan, men tað vísti seg, at hann var eisini fullur, og tað er lógarbrot, sama um skiparin hevur vakt ella ikki. Skiparin og stýrimaðurin blivu tiknir við til lands. Har blivu teir avhoyrdir, men vórðu síðani latnir leysir. Ritzau skrivar, at “Karen Schepers” er skrásett í Antigua og Bermuda, og at manningin helst er russisk. Neyðtøkur umborð á ferjum Løgreglan í Svøríki fekk leygardagin fráboðanir frá trimum kvinnum, sum søgdu seg vera neyðtiknar umborð á ferjum, sum sigla ímillum Stockholm og Mariehamn í Álandi. Ein av kvinnunum skuldsetti seks menn fyri at hava neyðyikið seg. Løgreglan í Stockholm sigur við tíðindastovuna TT, at kvinnan meldaði menninar, meðan ferjan var á veg úr Stockholm til Álands leygarnáttina, og at løgreglan tók menninar, tá ferjan kom til Mariehamn. Dagin eftir kærdi ein onnur kvinna seg um neyðtøku umborð á einari ferju, og sunnunáttina meldaði ein tilkomin kvinna tveir 15 ára gamlar drongir fyri neyðtøku. Kristin Balle, stjóri á Skráseting Før­ oya, vísir aftur, at stovnurin hevur í hyggju at krevja nevnd ina í Eik Grunni num frá. – Vit hava biðið um nakr ar upplýsingar frá bankannum, og tær hava vit fingið í morgun. Meiri er fyri­ bils ikki í málinum, sigur stjórin á Skrá­ set ing Føroya FÍGGJAReFtiRlit Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Vit hava biðið um eina frá- greiðing frá Eik Banka um nøkur ávís viðurskifti, og teir hava so valt at koma á fund við okkum at greina hesar frágreiðingar út. Meiri liggur fyribils ikki í hes um málinum, sigur Kristin Balle, stjóri á Skrá seting Føroya. Tað er sostatt eingin niður- støða gjørd av fundi num við Eik, og á skrá seting ini fara tey nú fyrst at kan na frágreiðingina, áðr enn nakað meiri hendir í máli num. Eisini Kristin Balle hevur hoyrt um greinina í Jyl lands- posten, har meiri enn róð verður upp undir, at fund urin í dag er ein kreppu fundur, sum kann enda við, at Skráseting Før oya fer at seta nevndina í Eik Grunninum frá. Men hesum vísir Kristin Balle aftur. - Hatta má standa fyri teir- ra egnu rokning. Vit hava als ikki úttalað okkum í hesum málinum, og tað einas ta vit hava gjørt, er at biða um nakrar upplýsingar, sigur Kristin Balle. Hon sigur, at tað finst ein grein í lógunum, sum heimilar Skráseting Føroya at seta eina nevnd frá, men tá skal tað verða av meiri form- ligum orsøkum enn talan er um her. - Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað kemur upp á tal at koyra nevndina frá, sigur Kristin Balle beint út. Tekur sína tíð Tað er ikki meiri enn eitt gott ár síðani, at Skráseting Føroya yvirtók eftirlitið við grunnunum í Føroyum, og tí hava tey lítlar og ongar royndir í so máta. - Fram til 1. januar var tað Erhvervs- og Selskabs styrel s- en, sum hevði eftir litið við grunnunum, og við teimum vantandi roynd un um á økinum er tað ikki óhugs andi, at vit fara at venda okkum til teirra fyri at vita, hvussu tey takkla slík mál, sigur Kristin Balle. Nú fara tey so at lesa frágreiðingina frá Eik nærri, áðrenn nøkur støða verður tikin til málið. - Vit ætla okkum at taka ta tíð, tað tekur at avgreiða mál- ið, og tað er væl hugs andi, at vit fara at hava eitt ávíst samskifti við Eik hetta tíðar- skeiði. Vit hava sum nevnt ikki tær stóru royndir nar á økinum, so vit fara at brúka neyðugu tíðina, sigur Kris tin Balle, stjóri á Skráseting Føroya. Stendur fyri teirra egnu rokning Kristin Balle, stjóri á Skráseting Føroya, dugir ikki at ímynda sær, at nevndin í Eik Grunninum verður sett frá Mynd: Jens Kristian Vang Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, stendur púra spyrjandi nú tað í donskum blaði verður róð upp undir, at Eik Grunnur­ in og harvið Eik Banki er í stórum fíggjarligum trupulleikum