Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2009 Ævigt sól og summar er ikki longur tað fyrsta vit hugsa um Las Palmas. Heldur kem ur myndin av neyðars monnunum umborð á Topaz fram í hugan. Men vit nýtast ikki at leita so langt fyri at finna menn í líknandi støðu. Í Kollafirði ligg ur nevniliga trolar in Ros. Ros Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Júst á sama hátt, sum Topaz hjá Bjarta Mohr, sum hevur ligið í Las Palmas í langa tíð, liggur nú eitt skip í Kollafirði. Skipið eitur Ros, er heimahoyrandi í Mur­ mansk og Oleg Khroni, sum er russi, er reiðari. Tað, sum Bjarti Mohr og Oleg Khroni hava til felags, er, at teir báðir hava verið sera trekir at lata løn og eru í fíggjarligum trupulleikum við skipum sínum. Eitt annað, teir hava til felags, er, at hvørgin teirra hevur viljað sagt so nógv um skipini. Sosialurin hevur nevni­ liga roynt at fáa orð á Oleg Khroni, sum fríggjadagin fór av landinum, men tað var lítið, hann vildi siga. Liva av olmussu Tríggir mans eru umborð á Ros. Teir hava verið um borð í átta mánaðir og vita á ongan hátt, nær teir sleppa heimaftur. Tað hevur verið sera sparið við løn, og pro viant og olju fáa teir sum olmussu, tí reiðarin hevur ongantíð goldið nakað sum helst til Faroe Agency hjá Árna Dam, tó hava teir latið nøkur tons av olju, og geva russunum fram vegis onkrar smáar lutir. Reiðaríið skyldar Faroe Agency einar 180.000 krón ur. Leif Erik Niclasen, gull­ smiður, hevur somuleiðis giv ið monnunum mat, so teir ikki skulu líða neyð, so leingi teir eru í Føroyum. Men hetta hevur bert verið seinastu tíðina, tí í summar var púra galið um borð. Frá fólki í Koll a­ firði hevur Sosialurin fingið at vita, at áðrenn manningin var skift í julimánaði stóð so illa til, at menninir byrjaðu at stjala ymiskt í Kolla firði, og fólkini gera teir ikki ringar fyri tað, tí teir hava stolið av neyð. ­ Vit hava tað ordiliga gott umborð. Tað einasta er, at vit onga mjólk hava, og eru farnir at sakna familjur okkara øgiliga illa, sigur skiparin umborð. Skiparin hevur onga løn fing ið, maskinmaðurin hevur bert fingið løn í okto­ bur og elektrikarin hevur onga løn fingið, men hann hevur ein sáttmála, sum sigur, at hann fær løn, tá hann kemur heim. Hetta er á ongan hátt einas ta dømið um russar, ið hava verið gíslar í Føroyum í fleiri mánaðir, og so er spurn ingurin, um hetta er nakað føroyingar kunnu liva við, og um hetta gagnar Før oyum. Og kanska ser­ liga tá vit sjálvi hava lógir, ið avmarka, hvussu leingi sjófólk kunnu vera burtur. Reiðarin Oleg Khroni er ikki nakar stórur russiskur reiðari. Í veru leikanum eigur hann bara tvey skip, og annað er tikið í pant av føroyingum, tí teir fiskaðu ólógligt í før­ oysk um sjógvi. Teir fingu tó eina avtalu í lag, at hitt skipið, Izotop, skuldi sleppa til fiskiskap, meðan Ros varð tikin í pant í Føroyum. Gitingar hava verið, at reiðarí ið er farið av knóra­ num, men hetta er tað einas ta reiðarin vil siga nak að um alment, og hann avsannar, at felagið er farið á heysin. Hóast reiðarin ikki vil úttala seg, so hevur Sosial­ urin fingið okkurt at vita, sum reiðarin hevur úttala seg um, til fólk hjá Faroe Agency. Hann skyldar eina rúgvu av peningi og hevur ongan lik viditet. Hann hevur í tveir mánaðir roynt at fáa Okkara »Topaz« í Ko Fegnast um betri veðurtíðindi Norskir útróðrarmenn fegnast um, at veðurtænastan hevur valt at savna allar viðkomandi upplýsingar um veðið inni við land og útiá á einari heimasíðu. Paul Jensen, talsmaður hjá Norges Kystfiskarlag, sigur við tíðindastovuna NTB, at tann nýggja skipanin fer uttan iva at bjarga mannalívum. Á veðurstovuni í Oslo siga tey, at serliga fiskimenn og strandfaraskip fara at fáa gagn av teirri nýggju tænastuni, men at frálandavinnan og reiðarí yvirhøvur hava eisini hevur víst teirri nýggju heimasíðuni áhuga. Turran fisk til Bergen Í dag verður skipað fyri einum serligum átaki í Bergen. Kokkar í býnum og grannabýunum hava eitt serligt tilboð, har teir bjóða fólki ymsar rættir við turrum fiski. Felagið FHL Tørrfiskforum, sum stendur fyri átakinum, sigur við NTB, at ætlan er at hava átakið nakrar ferðir í vár og at fáa uppaftur fleiri kokkar at hava turran fisk á matkortinum. Felagið vísir á, at turrur fiskur hevur verið ein fastur táttur á matkortinum á norðurnorskum matstovum í mong ár, og at nú skulu matstovugestir longri suðuri í landinum fáa betri kunnleika til tilboðið.