mánadagur 23. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2009
lán til teir átta milliónir
rublar nar, ið hann manglar
fyri at gerast bótaførur, men
at bankarnir í Russlandi
hava givið honum noktandi
svar.
- Vit trúgva ikki, at
reiðarí ið er farið á heysin,
og reiðarin hevur eisini
lovað okkum løn, so vit
rok na við, at málið fer at
loysa seg sjálvt, sigur skip-
arin. Tó veit Sosialurin eisi-
ni, at manningin var sera
ill grunasom til mikudagin,
tá reiðarin kom umborð og
greiddi manningini frá síni
støðu. Hann segði seg hava
kvotur í Barentshavinum,
so alt nokk skuldi fara at
ganga.
Hesar útsagnir hava eftir
øllum at døma havt við sær,
at manningin hevur fingið
nýtt mót.
Somuleiðis hevur Oleg
Khroni sagt, at hann ger alt
hann kann fyri at halda upp
á skipini, og um hetta merk-
ir, at hann skal í ST-dómstól
ella beinleiðis til russisku
stjórn ina, so ger hann tað.
Sosialurin hevur tosað
við Árna Dam, sum hevur
Faroe Agency, um málið
fer at hava nakra ávirkan á
viður skiftini hjá Føroyum
við Russland.
- Eg skal ikki siga, at tey
gerast beinleiðis verri, men
hetta ger tey so ikki betri,
stað festir Árni Dam.
Jørgen gjørt sítt
- Futin ger tað, hann ongan-
tíð hevur gjørt fyrr. Hann
letur annað skipið fara við
øllum
fonginum.
Ímóti
lyfti num, at tað skuldi
gjald ast, og síðani tá er onki
hent, greiðir Jørgen Nicla-
sen, uttanríkisráðharri, frá.
Hann leggur afturat, at hetta
er ein vanlukkulig støða,
men at ráðið hevur roynt at
gera sítt.
-
Í
novemburmánað
royndu vit at loysa málið.
Vit fingu saman við før-
oysk um privatum intiativi
syrgt fyri, at menninir
um borð allir kundu sleppa
heim. Tað vóru so tríggir,
sum ikki vildu fara við, og
vóru verandi umborð á
skipi num hjá reiðaranum,
sum ikki vil geva teimum
løn, sigur Jørgen Niclasen,
sum leggur dent á, at málið
liggur hjá donsku rættar-
skipan ini, og tí kann uttan-
ríkis ráðið ikki gera nakað.
- Men russar vóru sera
posi tivir, tá vit sjálvi tóku
intia tiv, so eg rokni ikki
við, at hetta kann gera
viður skiftini verri, men tað
kann altíð vera, at okkurt
verður. Men stóri trupul-
leikin liggur hjá reiðaranum,
sigur Jørgen Niclasen, sum
heldur støðuna vera van-
lukku liga.
Umframt,
at
hann ikki heldur, at reiðarin
hevur víst nóg stóran áhuga
at hjálpa monnunum, sam-
stundis, sum hann sigur, at
tað er undarligt, at reiðarin
kann koma til Føroyar, um
hann ongan pening hevur.
Óviss lagna
Enn er ikki greitt, hvør
lagnan hjá manningini á
Ros verður, men reiðarin
hevur lovað teimum 2000
dollar ar fyri at vera í
Føroyum, umframt, at hann
hevur lovað monnunum
eina feriu við sól og
summari í – halt nú fast –
Las Palmas á Gran Kanaria,
og
hetta
skal
vera
í
augustmánaði, um reið arin
skal halda orð.
Vit hava í fleiri mánaðir fylgt
málinum um Topaz, sum
liggur í Las Palmas. Men
tú skalt ikki longri enn til
Kollafirðar fyri at finna Ros,
har manningin er í líknandi
støðu
Mynd: Jens Kristian Vang
llafirði
Orsøkin til, at menninir
sita sum gíslar í Kollafirði
er, at Ros og Izotop, sum
eru
einastu
skipini
í
reiðarí num
hjá
Oleg
Khroni, í maimánaði vóru
tikin fyri at fiska í før-
oysk um øki.
Um somu tíð varð
reiðarí ið í Føroya rætti
dømt at gjalda 100.000
krón ur fyri hvørt skipið í
bót fyri at fiska ólógligt.
Í Landsrættin
Hetta vildi reiðarin ikki
ganga við til og skeyt
málið inn fyri Landsrættin.
Tó kundi hann onga trygd
veita, og tí endaði tað við,
at Ros var lagt í Kollafirði
sum pant fyri peningi-
num.
Málið
hevur
síðani
javnan verið fyri í Lands-
rættinum, og ikki fyrr enn
hós dagin
varð
dómur
sagdur í málinum. Við
øðr um orðum hevur skipið
ver ið í rættarskipanini í
átta mánaðir, fyri eitt brot
á fiskivinnulóggávu, har
dómur
vanliga
verður
stað festur heilt skjótt.
- Hetta er ein alvorliga
trist støða, men klárar tú
at koma við einum boðið
um, hvat vit kundu gjørt
øðrvísi, so høvdu vit verið
øgi liga takksom, sigur
Finn Ougaard, varafúti.
Tað, sum hendi í Lands-
rættinum, tá málið skuldi
avgreiðast í oktobur, var,
at reiðarin vísti á, at danir
ikki halda hav kommi sión-
ina hjá Sameindu Tjóðum,
sum millum annað sigur,
at øll kort skulu vera latin
inn til ST, tí skipini høvdu
ikki røtt kort, og hildu tí,
at teir vóru í altjóða
sjógvi.
Ikki tað einasta
- Tað, sum er enn verri í
hesum málinum, er, at í
2001 var eitt skip, sum
eisini var úr Murmansk,
sum hevði júst sama
trupul leika, og nú eru vit
aftur í støðuni, og reiðarin
var á onkran hátt ikki veitt
trygd, og tí eru vit endaði
í hesi støðuni, sigur Finn
Ou gaard, sum á ongan
hátt heldur tað vera stutt-
ligt, at tríggir sjómenn eru
endaðir í klemmu á henda
hátt.
Hósdagin var dómur
sagdur í Landsrættinum,
men nú var kravið nógv
meira enn 200.000 krónur.
Nú var nevni liga dýrur
sakar máls kostnaður
umframt 385.000 krónur í
havnar gjaldi og 270.000
fyri veið ina, sum hitt
skipið fór avstað við.
eij
Flogvanlukka í USA
Minst 17 fólk doyðu, tá eitt lítið flogfar datt niður í
amerikanska statinum Montana seint í gjárkvøldið.
Flogfarið gjørdi seg til at seta seg á flogvøllin í býnum
Butte, tá tað brádliga datt niður í ein kirkjugarð einar 150
metrar frá lendingarbreytini. Talsmenn hjá løgregluni í
Montana søgdu fyrrapartin, at fleiri børn vóru millum
ferðafólkini. Flogfarið, sum var av sveisiska slagnum
Pilatus PC-12, kom úr Kalifornia. Tað skuldi upprunaliga
til býin Bozman, men flogskiparin gjørdi av at lenda í
Butte. Eitt felag í statinum Oregon átti flogfarið.
Umval í Makedonia
Forsetavalið í Makedonia um vikuskiftið gav einki úrslit,
tí einki valevni fekk meiri enn 50 prosent av
atkvøðunum, og tað er neyðugt fyri at vinna. Tann
konservativi George Ivanov, sum undan valinum varð
mettur at hava teir bestu møguleikarnar, fekk 38 prosent
av atkvøðunum. Hann skal tí royna eina ferð afturat á
umvalinum, sum verður tann 5. apríl, men í morgun var
ikki greitt, hvørjum hann skal kappast ímóti tá. ES hevði
sent eygleiðarar til Makedonia at halda eyga við valinum,
og teir siga, at alt gekk, sum tað skuldi, og harafturat var
valdagurin friðarligur.
Í rættinum í
10 mánaðir
Í átta mánaðir hava tríggir russar verið gíslar í einum máli, meðan ein russiskur trolari er tikin
í pant av føroyska dómsvaldinum. Á myndini eru skipari og maskinmaður, elektrikarin hevði
frívakt og lá í koyggjuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang