fríggjadagur 20. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 • 20. mars 2009
21
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Danska Lene Hansson, ið er
kostráðgevi og fittness-venjari
kenna nógv ivaleyst frá sjón-
varps-sendingum í TV2 og TV3.
Hon rekur eisini ein sokallaðan
wellness-depil í Keypmanna-
havn og hevur skrivað eitt hav
av bókum um heilsugóðan kost
og lívsstíl.
Nú hevur hon skrivað nýggja
bók, har hon lovar lesarum
eitt nýtt lív eftir einans fýra
vikum. Tað snýr seg um at økja
trivnaðin, at fáa meira orku og
at slakna seg.
Vegleiðingar og uppskriftir til
bæði morgunmat, døgurða og
nátturða eru í bókini.
”Få et nyt liv på 4 uger”
er grundað á bókina ”3 trin
til en sund krop og vægt”.
Lene Hansson leggur dent á
at vit skula eta mat, ið gevur
javnvág millum sýra og basu í
likaminum. Harafturat heldur
hon tað vera týdningamikið at
gera máltíðir har protein og
kolhydrat ikki verður blandað
saman. Og at enda so heldur
Lene Hansson at nógv kann
vinnast við at vit gerast væl
meira tilvitaði um hvat vit koyra
í munnin.
Bókin er sett upp sum 4-vi-
kurs ætlan, har tema er fyri
hvørjari viku, ið skal fáa teg at
gerast tilvitaðan um vanar og
óvanar.
Tað snýr seg í stuttum um
ikki at fara uppá A, men haraf-
turímóti at skifta til ein sunnari
lívsstíl med alla!
Lene Hansson er ikki lækni
og tí skula nógv ráð í bókini
takast við fyrivarni eftir mínum
tykki. Her eru bestemt nógv
góð ráð at finna, men tað eigur
at vera sligið fast at summar
sjúkur kunna ikki lekjast einans
við at eta øðrvísi. Viðhvørt
skal heilivágur til. Ikki minst
hjá teimum, ið eitt nú hava
høgt blóðtrýst. Tey skula altíð
ráðføra seg við lækna.
Men ein snøgg bók frá Lene
Hansson, ið uttan iva vil ok-
kum tað besta. Myndirnar av
uppskriftunum eru lekrar at sjá
og serliga helt eg kapittulin um
”sukurgrísarnar” vera áhuga-
verdan.
”Få et nyt liv på 4 uger”,
Lene Hansson, Lindhardt &
Ringhof, 160 blaðsíðir, inn-
bundin, uml. kr. 230 í føroysku
bókabúðunum
Bókin kemur út seinast í mars
mánað.
Lene Hansson lovar
nýtt lív eftir 4 vikum