fríggjadagur 20. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 56 - 20. mars 2009
Whiskykvøld hjá
Einmalt
Orð og myndir: Leif Láadal
Ronnie, ein av nevndarlimunum í
áhugafelagsskapinum EinMalt,
sum er felag fyri whisky-
fjepparar, smekkar tvær ølfløskur
so hart saman, at veruligur vandi
er fyri, at tær brotna og smildrast
inn yvir flott uppsetta borðið.
Tað sigur klokk klokk. Ikki so
hart, sum tað vildi gjørt, um
hann brúkti ein gaffil ella ein
knív og so eitt glas ella eina
fløsku, men djúpa glasljóðið er
kortini somikið hart, at fólk
steðga við prátinum og fara lurta.
Vit eru stødd í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum í Havn.
Evnið er whisky og matur, ella
kanska rættari matur og whisky.
Talan er um fyrsta tiltak av
sínum slagi nakrantíð í Føroyum,
og Ronnie fortelur harafturat, at
hann ikki veit um meira enn eini
fýra-fimm tílík tiltøk, sum hava
verið í øllum kongaríkinum.
Orakkul
Tað er nýstovnaði felagsskapurin
- sum kortini hevur eitt gott ár á
baki - EinMalt, ið skipar fyri.
Hugskotið er at fáa tveir góðar
kokkar at seta saman eina
matskrá við fimm rættum, sum
antin taka støði í fimm sløgum
av whisky, ella brúka whisky í
sjálvari matgerðini.
Ímillum rættirnar fer Ronnie
Thomassen so at greiða frá um
tey sløgini av whisky, sum skulu
roynast afturvið matinum, og
annars um whisky sum heild.
Kokkarnir sjálvir fara at greiða
frá mati sínum.
Og tað er ikki ov nógv at siga,
at Ronnie er eitt satt orakkul, tá
tað snýr seg um whisky. Summar
upplýsingar seta seg tó fastari í
minnið enn aðrar, og ein tann,
sum brennir seg rimmarfast, er
tann um “einglana lut”.
Eftir at hava greitt frá, hvussu
whisky verður framleitt, hyggur
Ronnie eitt sindur harmur út yvir
teir 40 fjeppararnar og staðfestir,
at tvey prosent av løginum
dampar úr fatinum um árið, tá
tað verður lagrað. Og tað er
sjálvsagt synd, men hesin partur
fer kortini ikki heilt til spillis,
sigur hann, tí hann hevur ivaleyst
við sær, at einglarnir so kátir
kunnu spæla upp á sínar hørpur
har uppi.
Kvennkyn
Tá tosað verður um whisky eru
tvey álvarslig skilmørk, um vit
tosa um Skotland: Einmalt og
blended. Í høvuðsheitum er talan
um, at eitt dropadriv, ella
brennivínsvirki, um ein vil, sum
oftast framleiðir eitt slag ella
bæði trý av einmaltum whisky.
Hetta whisky verður antin stoytt
á fløsku og selt sum einmalt, ella
selt í stórum til blandarar, sum so
blanda og selja síni “blend” á
heimsmarknaðinum. Tann størsti
og kendasti blandarin er
fyritøkan Johnny Walker, men
tað finnast túsund onnur sløg.
Ronnie er óførur at siga frá um
bæði skotskt, írskt, amerikanskt
og enntá japanskt og svenskt
whisky, men tú hoyrir væl á
honum, hvørjum hjartað bankar
fyri. Tað ger tað fyri “teirri
skotsku einmaltu whiskyini”.
Hann brúkar kvennkyn, tá hann
tosar um whisky.
Og fyri at halda okkum til
kynið, so er tað ikki fullkomiliga
munkakent í felagshølunum hjá
Starvsmannafelagnum hetta
leygarkvøldið miðskeiðis í mars.
Tvær kvinnur sita til borðs
saman við 38 monnum, umframt
at annar kokkurin er kvinna, og
tvær ungar kvinnur taka sær av at
borðreiða.
Gamalt
Ofta verður sagt, at tess eldri eitt
whisky er, tess betri, men
sambært borðstjóranum er hetta
ikki altíð rætt.
“Ein whisky verður í flestu
førum eitt sindur mjúkari við
árunum, og hon verður harafturat
meiri kompleks í samanseting av
smakki, men tað finnast nógvar
10 ára gamlar einmaltar
whiskyir, sum eftir mínum tykki
eru líka góðar ella betri enn
nógvar 18 ára gamlar, fortelur
Ronnie og leggur afturat við
einum skeivum brosi:
“Og hesar heilt gomlu eru sum
oftast bara til rík ferðafólk, ið
Einglarnir fáa tvey
prosent um árið
Tá tað verður dropadrivið í sambandi við whiskyframleiðslu, svinna tvey prosent av løginum um
árið. Gott einmalt whisky liggur so at siga ongantíð undir 10 ár á fati, so svinnið verður í minsta
lagi 20 prosent. Hetta svinn verður tó væl brúkt, tí talan er um tað, sum skotar rópa “The angel
share”. Vælkomin til eina føroyska ferð inn í whisky og whiskymatgerð
Jákupsskeljar V/ Blommu Melón
og Safran
Glenkinchie 10
Kolturskjøt v/ Gularót Traneber
Manchego
Cragganmore 12
Lamb, roykt, Omega Karsi
Talisker 10
Búffur av springaratvøsti v/
rótfruktum
Lagavulin 16
Whisky-fromaga við góðaráð
Glenmorangie 10
Matarskráin við sløgum
av whisky, ið vórðu
borðreidd afturvið:
Tey fimm sløgini, sum vóru
afturvið matinum
Gutti Winther, kokkur, ger perukúlir
Roykt lambskjøt borðreitt á basalti