fríggjadagur 20. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • 20. mars 2009
Vikuskifti
22
Grundstykki – Mylnugøta 9, Signabøur
Ognin er eitt grundøki, matr. 293e. Økið liggur ovarliga í
bygdini og er 600 fermetrar til víddar. Grundstykki er
byggibúgvi tað vil siga at klárt er at byrja at byggja, at
binda í vatn og kloakk v.m. Grundstykki liggur í náttúru
vøkrum, friðaligum og veðurgóðum umhvørvi, 20 min. í
bili til Havnar, gott bussamband.
Ognin verður seld um hóskandi boð fæst
Sethús – Garðavegur 6, Viðareiði
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 146 fermetrar.
Grundøkið er 595 fermetrar. Byggiár: 2006. Í miðhæddini
er durur, gongd, wc, vaskirúm/goymslurúm, køkur/alrúm,
stova við útgongd til altan og trappa upp á ovastu hædd.
Í ovastu hædd er stórt útiloft við útgongd til altan,
hjúnarrúm, 2 kømur, klædnarúm og baðirúm við brúsu
og gosbað. Í niðastu hædd er gongd, kjallararúm/fýrrúm,
eitt stórt óinnrættað rúm og garasja. Í miðhæddini er
hitapumpa. Dustsúgvaraanlegg er á øllum hæddum.
Húsini standa væl fyri í friðarligum barna og eldra
vinaligum umhvørvi, og hava sera gott útsýni.
Verða seld um hóskandi boð fæst.
Summarhús – Túgvurnar Kvívík
Talan er um bæði arkitektteknaðu húsini ella báðar
smátturnar, ið vanliga verða kallaðar »Túgvurnar«, sum
standa í haganum omanfyri Kvívík. Byggiár 2000. Húsini
eru bygd úr timbri á stoypta grund og við flagtaki. Hvør
túgvan er 28 fermetrar við lofti ella hemsi. Í neðra er
inngongd, durur, baðirúm, køkur / stova / sovirúm í ein
um. Í erva er hemsur við soviplássi. Vegur er til húsini, sum
standa á leigaðari grund (15.000 kr. um árið) í sera vøkrum,
friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Fleiri upp
lýsingar fáast á www.tugvurnar.fo og hjá INNI.
Prísuppskot: kr. 700.000,00
Sethús – Djóna í Geil gøta 11, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum 2x65 og 1x55 – í alt 185m2.
Grundstykkið er 364 m2. Byggiár: 1953. Ymiskar dag
føringar eru gjørdar sum t.d. nýggjur klædningur, nýtt tak
við tøttum tróðri, vindeyguni eru skift fyrr og seinni,
ovasta hædd er gjørd av nýggjum í 2002 og trappan
innilokað. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm,
stova, køkur og 2 kømur. Í ovastu hædd er trappu
uppgongd / gongd, wc, køkur, stova og 3 kømur. Í niðastu
hædd er inngongd, fýrrým / vaskirúm, kjallararúm og
sjálvstøðug íbúð. Har er Inngongd, durur, køkur, stova,
kamar, baðirúm, klædnarúm. Goymslurúm er undir
trappuni. Húsini standa í friðarligum umhvørvi nær
miðbýnum í Havn.
Husini verða seld um hóskandi boð fæst
Sethús – á Eystaru Hellu 12, Kvívík
Húsini eru 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru uml. 60 m2
hvør og ovasta uml. 40 m2. Harafturat er úthús á 40 m2 – í
alt 160 m2. Grundøkið er 230 m2. Uppruna byggiárið er
uml. 1910, men húsini eru dagførd so við og við, so tey
eru í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, durur,
køkur / borðstova við uppgongd til hems, stova við
uppgongd til hems, millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm
og kamar. Í erva eru 2 hemsar og annars er opið upp í
tróðrið. Í neðra er kjallari / fýrrúm. Í úthúsinum er vaskirúm
og goymslurúm. Í húsinum eru allir hentleikar og
ventilatiónsskipan. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðar
ligum, hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Stutt er til barnagarð, spælipláss og skúla við
svimjihøll.
Prísuppskot: kr. 750.000,00
Sethús – Steinvíksgøta 3, Svínáir
Húsini eru í einari hædd, samlað búvídd uml. 107 fermetrar.
Grundøkið er 488 fermetrar. Byggiár 2006. Húsini eru
innrættaði á henda hátt, goymslurúm/fýrrúm, køkur/stova
við hurð út í tún, hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm við
brúsu..Húsini standa væl fyri i friðaligum, barnavinaligum,
eldravinaligum umhvørvi og tað er gott busssamband.
Planerað er rundan um húsini og sunnanfyri húsini er ein
stoyptur plattur, klárt til at byggja bilhús.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Krossgøta 3, Tórshavn
Húsini eru í einari hædd á 89 m2. Grundøkið er 255 m2.
Byggiár: 1952. Húsini eru nakað dagførd so við og við og
m.a. klædningur, tak, vindeygu, ketil, oljufýr, hitavekslari
og trýsttangi er skift í nýggjari tíð eins og útbygningurin
varð innilokaður í 1985. Í erva er inngongd, durur /
vindfang, gongd, stova, kamar, baðirúm, køkur, lítil stova
+ kamar og 1 kamar. Í neðra er lágur kjallari / fýrrúm. Runt
húsini er hugnaligur garður / urtagarður við trøðum og
runnum. Húsini standa væl fyri nær miðbýnum við síðuna
av spæliplássi, og stutt er til alt.
Prísuppskot: kr. 1.100.000,00
Sethús – Norðuri í Sundum 63, Kollafj.
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 116 fermetrar.
Grundøkið er 485 fermetrar. Byggiár: 1939. Í miðhæddini
er, gongd, wc, køkur/alrúm, stova og trappa upp á ovastu
hædd. Í ovastu hædd er útiloft, 3 kømur og hjúnarúm, Í
niðastu hædd er kjallararúm/fýrrúm.Til húsini er eitt stórt
úthús. Húsini standa væl fyri í friðarligum barna og
eldravinaligum umhvørvi, og hava sera gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 550.000,00
Sethús – Hamarsvegur 13, Skálavík
Húsini eru 2 hæddum á 107 m2 – í alt 214 m2. Grundøkið
er 1.125 m2. Byggiár: 1986. Húsini eru nakað dagførd so
við og við. M.a er nýtt baðirúm og kamar í niðastu hædd.
Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, matarkøkur,
borðsstova / stova við útgongd til altan, hjúnarrúm, baði
rúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er inngongd, 2 kømur,
baðirúm, garaga, fýrrúm, kjallararúm, goymslurúm og
garagu við sjálvvirkandi hurð. Húsini standa í náttúru
vøkrum, veðurgóðum og friðarligum umhvørvi við
frálíkum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Prísuppskot: kr. 700.000,00
Sethús – Niels Finsensgøta 33, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum. Niðaru hæddirnar eru er 46 m2
hvør og ovasta hædd er uml. 30 m2 – í alt uml. 122 m2.
Grundøkið er 194 m2. Byggiár: uml. 1905. Í miðhæddini er
inngongd, kamar, køkur, kovi, wc, borðsstova / stova. Í
ovastu hædd er trappugongd og 2 kømur. Í niðastu hædd
er inngongd, handilshøli, goymslurúm / kjallararúm,
fýrrúm. Húsini standa sera væl fyri mitt í miðbýnum og
»gongugøtuni« beint yvir av Auto. Serstaka byggi
samtyktin fyri miðbýarøkið er galdandi fyri ognina.
Prísuppskot: kr. 2.500.000,00
Sethús – á Heygum Vestmanna
Húsini eru trimum hæddum, hvør hæddin umleið 92
fermetrar + útbygningur í veghæddini, í alt samlað bú
vídd á uml. 300 fermetrar. Upprunalig bygd uml. 1930.
Húsini eru dagførd so við og við. Á miðhæddini er inn
gongd, gongd, køkur, stova. Í loftshæddini er gongd og
fýra kømur. Í veghæddini sum áður hevur verið nýtt til
sólmiðstøð eru tríggjar inngongdir, eitt uppihaldsrúm og
tvey onnur rúm við einari sól í hvørjum rúmi. Húsini
standa væl fyri mitt í bygdini, sera gott útsýni.
Prísuppskot: kr. 800.000,00
Sethús – Lágarvegur 8 Strendur
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd uml. 107 fermetrar.
Grundøkið er 220 fermetrar. Byggiár:1925. Í miðhæddini
er durur við trappuuppgongd, køkur/alrúm, stova, vaski
rúm og baðirúm við brúsu. Í ovastu hædd er, hjúnarrúm, 2
kømur og stór goymslurúm/klædnarúm undir væðingi
num. Í niðastu hædd er kjallararúm/fýrrúm. Eisini er ein
stórur hjallur. Húsini standa væl fyri í friðarligum barna
og eldravinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til
handil, bygdahús, fótbóltsvøll, dagstovn við frítíðarskúlaog
barnagarð/vøggustovu. Húsini hava sera gott útsýni út
eftir Skálafjørðinum og á Nólsoynna.
Verða seld um hóskandi boð fæst
Vit hava 9 íbúðir mitt í Havnini til sølu fyri 6 mió. kr.
Ring 35 42 00 og hoyr nærri um hesar
www.inni.fo
Býta um hús?
Hugsar tú um at býta um hús til eini minni ella til eini størri? Tað
tænastuna kunnu vit í Inni eisini veita tær. Vinaliga, ring til okkara
og avtala eina tíð til eitt óbindandi prát.