mánadagur 23. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2009
13
Harra Kaj Leo
Johannesen, løgmaður
Fólkaflokkurin hevur
sent áheitan til Kaj Leo
Johannesen, løgmann,
viðvíkjandi ætlanunum
og útsøgnunum hjá
Jóhan Dahl, lands
stýrismanni
Vísandi til ætlanirnar og
útsagnirnar hjá Jóhan
Dahl, landsstýrismanni,
viðvíkjandi Atlantsflogi,
hevur Fólkaflokkurin hesar
viðmerkingar:
Undir seinastu ABC-
samgongu varð ein triðing-
ur av Atlantsflogi seldur
áhugaðum íleggjarum,
burturi sum heima, 1370 í
tali.
Landsstýrið fekk fullan
stuðul í Løgtinginum fyri
søluni. Harafturat tók
Løgtingið undir við, at
einskiljingin skuldi halda
fram við einum triðingi
afturat soleiðis, at privatir
íleggjarar sum frá leið
skuldu eiga tveir triðingar
og landsstýrið restina.
Í seinna søluumfarinum
skuldi landið treyta sær, at
Atlantsflog skuldi hava
høvuðssæti í Føroyum
umframt, at felagið annars
hevði flogvøllin í Vágum
sum meginstað fyri frá-
ferðum úr og til Føroyar.
Einskiljingartilgongdin
fylgdi øllum viðtiknum
mannagongdum, og annars
var gjøgnumskygni aðal-
tátturin í samlaðu viðgerð-
ini í landsstýrinum og
eisini í Løgtinginum.
Úrslitið var eisini sam-
svarandi. Undirtøkan í
Løgtinginum var søgulig.
Undir viðgerðini av pro-
spektinum kom tó undan
kavi, at flestu íleggjararnir
ivaðust í háttinum, at sølan
av tveimum triðingum av
Atlantsflogi varð lutað í
tveir partar.
Tí vóru afturmeldingar-
nar frá fyrireikarunum av
søluni, at landsstýrið átti at
veita møguligum íleggjar-
um trygd fyri, at landið
ikki politiskt fór at taka
ræði á felagnum, tá fyrsti
triðingurin var seldur.
Hetta vildi landsstýrið
sjálvsagt eisini vátta, og
gav landsstýrismaðurin
íleggjarum sokallað íleggj-
aragaranti. Hetta var frá-
boðað tann dagin, tá felag-
ið varð listað í keypsskál-
anum 10. desember 2007,
har „armslongd garantiin"
var fráboðað, sum merkir,
at trygd varð veitt fyri, at
landsstýrið sum meirlut-
aeigari til eina og hvørja
tíð vil respektera, at felagið
verður rikið kommersielt
burturav, og at skrásetingin
av Atlantsflogi var at meta
sum at felagið fór burtur
frá politiskari íblandan.
Hesi boð vóru eisini av-
gerandi fyri, at fyrsti
1/3’urin kundi seljast fyri
optimalan prís, sum lands-
stýrið hevði sjálvsagdan
áhuga í.
Fyri íleggjararnar merkti
tað, at landsstýrið, sum
meirlutaeigari, uppførdi
seg professionelt og veitti
trygd fyri, at privatu íleggj-
ararnir fingu vissu fyri, at
teirra ávirkan var í sam-
svari við teirra innskot.
Samanumtikið var her
talan um avgerandi álitis-
spurning, sum landið undir
ongum umstøðum eigur at
víkja frá, serstakliga um
ætlanin er at troyta møgu-
leikarnar fyri at profilera
Føroyar sum áhugavert
íleggjaraland.
Síðani Atlantsflog lutvíst
var einskilt og var skrásett
í keypsskálunum, hava
tíverri verið fleiri útmeld-
ingar frá høvuðspartaeig-
aranum, sum ikki hava
styrkt um álitið á felagið
og slettis ikki á politisku
skipanina.
Seinasta heyst boðaði
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum frá í miðlunum, at
landið ætlaði at keypa part-
in hjá privatu íleggjarunum
aftur. Hetta var gjørt uttan
nakra politiska viðgerð
frammanundan, umframt at
slíkar fráboðanir undir
ongum umstøðum mugu
latast, uttan at keypsskál-
arnir fyrst eru kunnaðir.
Sum framhald av nevndu
fráboðan hevur landsstýris-
maðurin eisini sátt iva um
framtíðina við søluni av
næsta triðinginum. Hetta er
eisini í andsøgn við pro-
spekt og fráboðanirnar frá
løgtingi og landsstýri.
Eisini hevur landsstýris-
maðurin boðað privatu
íleggjarunum frá, at
Atlantsflog fór at enda á
hansara borði, og at felagið
ósvitaliga fór at hava brúk
fyri almennum innskoti.
Hetta hevur landsstýris-
maðurin boðað frá uttan
nakra orsøk, men hevur
hann ístaðin sent boð, sum
kunnu vera til óbótaligan
skaða fyri eitt børsskrásett
felag.
Landsstýrismaðurin hev-
ur eisini boðað frá nýggjari
og størri nevndarsaman-
seting, har niðurstøðan er
greið: Hann vil hava polit-
iskt kontroll á felagnum.
Hetta er álitisbrot og í
greiðari andsøgn við frá-
boðanina frá 10. desember
2007.
Fyri børsskrásett feløg
hevur tað avgerandi týdn-
ing, at meirlutaeigarin ikki
sendir signal út, sum
forvirra marknaðin.
Signalvirðini hava ómeta-
liga stóran týdning, tí børs-
irnir eru sera hvoknir.
Landsstýrið má tí undir
øllum umstøðum ikki geva
fatan av, at arbeitt verður
við fjaldum motivum.
Atlantsflog er eitt av fáu
flogfeløgunum, sum yvir-
høvur hevur yvirskot í
2008. Tí má og skal lands-
stýrið signalera samsvar-
andi stabilitet.
Í hesum ótryggu fíggjar-
ligu tíðum, er tað avger-
andi fyri stjórnir, íleggjarar
og fyritøkur runt allan
heimin at tryggja stabilitet
og positivitet fyri børsskrá-
settar fyritøkur.
Við útmeldingunum frá
landsstýrismanninum og
um ætlanir hansara verða
settar í verk, so kunnu allir
1370 íleggjararnir av røtt-
um kenna seg snýttar. Ser-
stakliga tá landsstýrismað-
urin út í tóman heim hevur
boðað frá, at Atlantsflog er
ávegis húsagangi og at
felagið annars skal undir
politiskt kontroll, kann
hugsast, at tað verður
ógjørligt at selja parta-
brøvini í felagnum.
Sostatt kann landsstýrið
vera orsøk til, at íleggjar-
arnir, størri sum smærri,
kunnu fara at sita við óum-
setiligum virðisbrøvum,
sum í roynd og veru eru
virðisleys.
Tað verður einki minni
enn ein skandala, har allir
íleggjararnir av røttum
kunnu kenna seg lokkaðar
at seta út við 100 mio kr í
Atlantsflog, har endamálið
eittans var at veita lands-
kassanum gratis likviditet,
uttan at landsstýrið veitir
teimum játtaðu trygdina
fyri ávirkan í Atlantsflog,
sum er í samsvari við teirra
innskot.
Tað er Fólkafloksins
fatan, at Atlantsflog fram-
haldandi sleppur at virka
uttan politiskt kontroll, men
at landsstýrismaðurin velur
nevndarlimir í samsvari við
tær ásetingar og játtanir,
sum givnar eru framman-
undan.
Eingin kann ivast í, at
allir nevndarlimirnir bert
hava sum endamál at reka
Atlantsflog á tryggasta og
besta hátt. Við ætlanum um
at fáa fult ræði á felagnum,
fær landsstýrið ein álvar-
saman trúvirðistrupulleika,
sum eisini kann skaða
Atlantsflog.
Álvarsamt er eisini, at
ætlanir landsstýrismannsins
skaða umdømi Føroya sum
íløguland – í einum heimi
har øll lond rópa eftir
fremmandum kapitali.
Stabilitetur, og tað, at
politiski myndugleikin
heldur seg burtur frá
vinnuligari íblandan, eru
aðalmál fyri íløguáhuga í
einum landi.
Tí fer Fólkaflokkurin at
heita á løgmann at skipa so
fyri, at viðurskiftini vera
óbroytt, sum landstýrið gav
lyfti um í fjør. Tvs. at
nýggja nevndin í Atlants-
flogi verður vald soleiðis,
at landsstýrismaðurin við
2/3 av partapeninginum
velur tveir, og at privatu
íleggjararnir við 1/3 av
partapeninginum velja ein
lim, og at privatu íleggjar-
arnir sjálvir gera av, hvør
er teirra umboð.
Fólkaflokkurin góðtekur
ikki ta viðferð, sum Atlants-
flog og privatu íleggjarar-
nir hava fingið frá lands-
stýrismanninum farnu vik-
urnar. Tí er hetta skriv ein
staðilig áheitan á løgmann
um at fáa málið um Atlants-
flog aftur á beint.
Vit vænta, at løgmaður, í
sambandi við nevndarvalið
í Atlantsflogi, loysir málið
í samsvari við tey lyfti,
sum landsstýrið gav íleggj-
arunum í sambandi við ein-
skiljingina av felagnum, og
at Fólkaflokkurin mána-
dagin 23. mars frættir aftur
frá løgmanni, so vit kunnu
koma víðari at loysa tey
stórmál, sum landsstýrið/
samgongan hava stungið út
í kortið.
Fólaflokkurin við løgmann: Fá málið um Atlantsflog aftur á beint
Fólka
Flokkurin,
Jørgen
niclasen
Undan býráðsvalinum vísti
eg á, at Tórshavnar komm-
una var so illa stýrd fíggjar-
liga av Javnaðar- og Tjó-
veldisflokkinum, at komm-
unan, í allar bestu tíð, mátti
taka 100 mió. kr. í láni fyri
at kunna halda sínar
skyldur. Ja, eg skrivaði at
bogarstjórin beinleiðis
leyg, tá hann segði, at hann
ikki ætlaði at taka nakað
lán.
Borgarstjórin var skjótur,
og í Dimmalætting 5. nov-
ember - eina viku áðrenn
valið – svaraði Heðin
Mortensen: »Eg havi ongar
ætlanir at skuldarbinda
kommununa, men veit ikki,
um Jan Christiansen og
onnur kanska hava ætlanir
um at gera tað? Eg vil sláa
fast, at tað verður ikki við
mær, at skuldarbinding av
Tórshavnar kommunu
vinnur frama«.
Nú nýggja býráðið hevur
virkað í góðar tveir mánað-
ir, kunnu vit staðfesta, at eg
tíverri fekk rætt í báðum
pástandunum. Heðin pell-
aði, og nú hevur býráðið
samtykt at lána 150 mió. kr.
Men tað sigur seg sjálvt,
at tá ein kommuna bara í
einum valskeiði økir
rakstrarútreiðslurnar av
kommununi við við 173
mió. kr. - ein øking uppa
55% - so má ganga galið.
Hækkað skattaprosent og
enn størri skuld
Tórshavnar Kommuna var
skuldarfrí, men er í dag er
kommunan skuldarbundin
fyri 150 mió. kr. Kostnað-
urin er um 10 mió.kr. um
árið í rentum - peningur, ið
einki fæst fyri, men tíverri,
lániveitslan er ikki av enn,
og um ikki so langa tíð,
verður kommunan aftur
noydd at lána meira pen-
ing, um ikki alt skal steðga
upp. Eisini sigur okkurt
mær, at skattaprosentið
verður hækkað komandi ár.
Men - The show must go
on - livst so spyrt.
Lygn og lántøka
býráðslimur
Jan
christiansen
Vinnuháskúlin
att. Hans Johannes á
Brúgv, stjóri
Í svarskrivi, sum varð sent
tveimum av limum okkara
í gjárkvøldið, fríggjakvøld
20. mars 2009 kl. 22.30,
sigur stjórin soleiðis um
ætlaðu uppsagnirnar á
Vinnuháskúlanum: »Tyg-
um framføra í skrivinum,
at Vinnuháskúlin fær tkr.
14.021 til lønir í 2009,
men skal Vinnuháskúlin
gera vart við, at hetta tal
ikki er rætt. Sambært løg-
tingsfíggjarlógini eru
tøkar tkr. 12.873 til løna-
rútreiðslur hjá Vinnuhá-
skúlanum, og sostatt kann
ongin ivi vera um, at talan
er um sparingar.«
Hetta, sum stjórin skriv-
ar, er í andsøgn við tað,
sum ein samd fíggjar-
nevnd staðfestir, eftir at
stjórin sjálvur saman við
landsstýriskvinnuni var til
samráð í fíggjarnevndini
tann 25. febr. 2009.
Fíggjarnevndin staðfestir:
»Nevndin var samd um, at
niðurstøðan av sam-
ráðnum við Helenu Dam
á Neystabø, landsstýris-
kvinnu, viðvíkjandi Vinnu-
háskúlanum var, at upp-
sagnirnar á Vinnuháskúl-
anum ikki vóru avleiðing-
ar av, at fíggjarnevdin
hevði skorið av tann í
fíggjarlógaruppskotinum
ætlaða vøkstur.«
Undir viðgerð av ting-
máli nr. 104/2008 tann 11.
mars 2009 nevndu fleiri
fíggjarnevndarlimir m.a.
Bjørn Kalsø, Anfinn Kalls-
berg og Bill Justinussen,
at lønarjáttanin til Vinnu-
háskúlan var hækkað 1,1
mió. kr. í 2009 (viðfesta
ljóðfílan).
Tann 11. febr. 2009
varð í løgtinginum fleiri
ferðir nevnt í sambandi
við munnligar fyrispurn-
ingar, at játtan skúlans til
lønir var 14,021 mió. kr.,
og at játtanin var nóg stór
til verandi virksemi á
skúlanum.
Vit fara tí at spyrja
stjóran, um hann leggur
fíggjarnevnd løgtingsins
undir at siga ósatt. Ella
hvørjum skulu vit trúgva,
eini samdari fíggjarnevnd,
sum er kunnað av stjóran-
um sjálvum, ella tí, sum
stjórin nú skrivar? Biðið
verður um skjalprógv fyri
uppáhaldi stjórans.
Avrit av hesum skrivi
verður sent fíggjarnevndar-
limunum og landsstýris-
kvinnuni.
vegna Felagið Maskin
meistaralærarar
Niels Johannessen,
formaður
Páll Joensen, skrivari
Hvør sigur ósatt, fíggjarnevndin ella stjórin?
Yvirlýsing
Føroya Pedagogfelag
Aðalfundurin hjá Føroya pedagogfelag
átalar harðliga, at avleiðingarnar av
sparingartiltøkum landsins hava viðført
setanarsteðg á serstovnum landsins.
Hetta hevur og fer at hava álvars-
ligar avleiðingar fyri góðskuna og
trygdina av tænastuni, ið veittur
verður á serstovnum landsins.
Hetta forðar útbúnum og nýút-
búnum pedagogum at søkja størv á
serstovnaøkinum og kemur tí at
ganga út yvir ta pedagogisku dygdina
á hesum stovnum.
Fundurin mælir til, at skundað
verður undir arbeiðið at smíðja eina
tíðarhóskandi forsorgarlóg.
Felagið bjóðar seg fram at verða við
í hesum arbeiði.
Aðalfundurin hjá Føroya
Pedagogfelag tann 21.mars 2009.
Setanarsteðgur innan Trivnaðartænastuna
viðmerkingar