mánadagur 23. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 57 - 23. mars 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Nú várið er í hondum, og náttúran
vaknar úr sínum vetrardvala, fór mín
góði vinur og arbeiðsfelagið Árni
Debes so brádliga um sýn, bert 47
ára gamal.
Árni silgdi mong ár í Grønlandi við
reiðarínum Qajaq Trawl, sum hevur
rækjutrolara. Har kom eg at sigla
saman við Árna frá 1996 til 2006.
Sigast kann um hann, at hann var
ein sera dugnaligur og nærlagdur
maskinmaður, og var væl egnaður at
hava høvuðsábyrgd av øllum tí tekn
iska á einum stórum nútíðar rækju
trolara.
Árni var ein stilførur maður, men
kundi eisini vera skemtingarsamur
og dugdi væl at taka til.
Hann tosaði mangan um síni kæru
heima, og børnini stóðu hansara
hjarta serliga nær.
Hann hevði stóran áhuga í øllum,
sum rørist í náttúrini. Dámdi væl at
takast við seyð, sum hann, saman
við familjuni hevði í haga, stiki og í
feitilendi.
Eg kann í takksemi líta aftur á tíð
ina saman við Árna. Eisini teir
mongu túrarnar, tá vit høvdu konur
nar og børnini á vitjan, tá vit vóru á
verft í Danmark og í Íslandi. Her
blivu knýtt vinarbond, sum vit eru
sera glað fyri.
Góða Carol, Rúnar, Sára, foreldrini
Anni og Hans, verforeldur, systkin
og øll tit, sum stóðu honum nær.
Má Harrin stykrja tykkum, nú tit so
brádliga blivu rakt av stórari sorg.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa
frið yvir minni um mín vin Árna
Debess.
Sámal Petur
Minningarorð um Árna Debess
f. 20. juni 1961 - d. 23. febr. 2009
Í sambandi við at 25 ár eru
liðin síðan Eysturoyar Røkt
ar og ellisheim varð tikið í
nýtslu, verður skipað fyri
fleiri ymiskum almennum
mentanartiltøkum á heim
inum.
Fyrsta tiltakið verður týs
dagin 24. mars kl. 19.30 í
samkomuhøllini. Kingobólk
urin úr Tjørnuvík syngur, og
Martin Restorff Jacobsen,
prestur, heldur fyrilestur
undir heitinum “Guðs rødd
á mannatungu.”
Aftaná verður kaffi í
matarsalinum.
Mentanartiltak á Eysturoyar
Røktar-og ellisheimi
Kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur á
mentanartiltakinum týskvøldið
Heimaforbundið hjá Frels
unarherinum skipar hós
kvøldið 26. mars kl. 20 fyri
einum sonevndum syngið
við kvøldi fyri at savna pen
ing inn til Bangladesh, har
stórur dentur verður lagdur
á at hjálpa familjum har
møður og børn liva av
skøkjuvirksemi fyri at fáa
sína inntøku. Endamálið er
at fyrubyrgja barnaprostita
tión og minka um HIV og
Aids, sum er ein stórur
trupulleiki har.
Árni og Marnar Andrea
sen koma at syngja sangir
av teirra stuðulsfølgu, og
Maria í Ullvøruhúsinum
kemur eisini at syngja.
Komið og syngið við!
Dagurin
23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð
tikið av døgum í Afriku í 5. øld, men annars vita teir
einki um hann. Fidelis merkir tann trúfasti. Rasmus
Effersøe doyði hendan dagin í 1916, og Regin Dahl
doyði hendan dagin í 2007.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Brúdleyp
Flaggdagin 25. apríl giftast Annika Soll, Sørvágur, og Sámal
Kristian Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar kirkju
kl. 14.00 og veitsla fyri innbodnum verður í Eydnuni á
Oyrarbakka kl. 19.00.
Konfirmantar í Kaldbaks kirkju
sunnudagin 29. mars kl. 12.00
Teitur í Sjúrðagarði, ovast á Gørðum 27, Kalbak
Anna Randi Hansen, inni á Fløtum 17, Kalbak
Konfirmantar í Havnar kirkju
sunnudagin 29. mars 2009 kl. 11.00
Monika Andreasen, Sámalsgøta 2
Borgar Debes, Yviri við Strond 79A
Linda Nielsen, Fútalág 20
Silja Jovina Danielsen, J. Nolsøes Gøta 30
Armgarð Gundardóttir Mortensen, Brattabrekka 11
Símun Højgaard Lützen, Tinghúsvegur 36
Rannvá Djurhuus Carlsson, Klokkaragøta 15
Beinta Sofía Edvardsdóttir, í Lágni 23
Margreta Eyðunsdóttir Samuelsen, Skørugøta 8
Barbara Gaardlykke Apol, Niels Finsensgøta 45
Magnus Dam Jacobsen, Posthúskjallarin í Tórsgøtu
Dagmar Johannesen, Pætursgøta 24
Símun Johannesen, Pætursgøta 24
Karin Salberg Olsen, Villingardalsvegur 38
Fríði Mellemgaard, Mækjugøta 9
Sverri Skaalum Joensen, C. Pløyensgøta 15
Paula Einarsdóttir Olsen, Smærugøta 10
Hóskvøldið kl. 20 verður syngið við kvøld í Frelsunarherinum í Havn
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at høgt elskaða
mamma, omma, langomma og vermóðir okkara
Petra Samuelsen
andaðist 22. februar, 97 ára gomul.
Bønarhald verður mikudagin kl. 18 á kapellinum
í Landssjúkrahúsinum.
Gravarferðin verður hósdagin 26. februar
kl. 14 úr Dómkirkjuni.
Vegna tey avvarðandi
Hjørdis, Elsuba, Sigrun og Heðin
Lesið
-so eru tit við!