fríggjadagur 5. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 192 - 5. oktober 2001
Sjónvarp Føroya er
nú farið undir vetrar-
skrá sína, og nógvar
forkunnugar føroysk-
ar sendingar koma á
skermin næstu mán-
aðirnar.
Leygarkvøld
Leygarkvøldini eru lættari
samrøðusendingar og und-
irhaldssendingar á skránni.
Vetrarskráin leggur fyri við
4 sendingum undir heiti-
num Spælivinir, har Edvard
Nyholm
Debes
hevur
virknar tónleikarar í sjón-
varpsstovuni (tvær send-
ingar við Ólavi Hátún og
Sámali Ravnsfjall eru send-
ar). Restina av heystinum
verður undirhaldssendingin
Rangt og Rætt á skránni
hvørt leygarkvøld.
Komandi leygarkvøld er
Malan Thomsen gestur hjá
Edvardi. Tosa vit um før-
oyskan poppsang, so koma
vit ikki uttanum Maluna
Thomsen. Við síni vøkru
rødd hevur hon sungið
nógvar av okkara kendastu
sangum, eins og hon hevur
givið fløgu út saman við
manninum, Finni Hansen.
Finnur er eisini við í send-
ingini Spælivinir leygar-
kvøldið. Malan byrjaði
longu sum heilt ung at
syngja alment, og vit skulu
í sendingini hoyra og síggja
meira um hennara tónleik-
aralív, bæði fyrr og nú.
Í húsorkestrinum eru
Rógvi á Rógvu, Herluf Lut-
zen, Edvard Nyholm Deb-
ess og Finnur Hansen.
Seinasta
sendingin
av
Spælivinum verður tann 13.
oktober, og gesturin tá er
Marner Lisberg.
Miðskeiðis í oktober
verður so Rangt og Rætt á
skránni. Tá kemur fyrsta
sending av átta. Høvuð-
stættirnir í sendingini eru
orðagátur og tónleikagátur.
Sendingin er skipað við
tveimum liðum, sum hvør
hevur sín liðskipara. Lið-
skiparar í hesum átta send-
ingunum eru Jógvan Ósá
og Kári Mouritsen. Hinir
luttakararnir,
sum
eru
kendir og minni kendir før-
oyingar av báðum kynum,
verða skiftir út í hvørjari
sending.
Rangt og Rætt verður
sent fyrstu ferð leygar-
kvøldið 20. oktober
Sunnudagssendingar
Andaligar sendingar úr
Danmark.
Manning úr SvF hevur í
heyst verið í Danmark og
vitjað samkomur og kirkj-
ur, har føroyingar koma
saman. Og haðani hava vit
tvey evangelisk møti og
eina gudstænastu.
Tær komandi sendingar-
nar eru hesar:
• Møti í Eliaskirkjuni í á
Vesterbro Torgi í Keyp-
mannahavn tann 14. ok-
tober 2001
• Gudstænasta í Samuels-
kirkjuni á Nørrebrúgv
tann 4. november 2001 -
Bergur Jacobsen, prestur
prædikar
• Møti í Malta - salinum
hjá brøðrasamkomuni - í
Hirtshals tann 25. nov-
ember 2001.
Mentanarsendingar
Hvørt sunnukvøld er ein
føroysk mentanarsending á
skránni.
Annan
hvønn
sunnudag senda vit røðir og
annan hvønn sunnudag
stakar sendingar.
Fyrsta sendirøðin í heyst
er í trimum pørtum og lýsir
ævisøgu Hans Andriasar
Djurhuus. Lítli maður fra
Fjallafonn er heitið á røð-
ini, og tað er Hanus Kam-
ban, sum hevur skrivað og
lagt til rættis. Fyrsti partur
varð sendur sunnudagin 30.
september og verður endur-
sendur hósdagin 4. oktober.
2. og 3. partur verða sendir
14. og 28. oktober.
Føroysk myndlist eitur
ein sendirøð í níggju pørt-
um, sum viðger føroyska
list frá upphavi til dagin í
dag. Tað er Bárður Jákups-
son, sum í síni tíð gav út
bókina Føroysk Myndlist,
sum hevur skrivað og lagt
sendingarnar til rættis.
Fyrsta sending kemur
sunnukvøldið 11. novem-
ber.
Komandi sunnukvøld 7.
oktober eitur mentanar-
sendingin ”Lundin fer á
flog og kranin dryppar”. Í
einum húsum mitt í Havn
ganga nøkur fólk og skera
og skava, snara og pressa,
smyrja og turka — nei,
hetta eru ikki bilsmiðir, hó-
ast handverkið minnir ikki
sørt um bilsmíð. Talan er
um fýra listafólk og tey
gera grafiskar myndir. Mal-
an Johannesen vitjar Astri,
Ogga, Aase og Jónu. Prátað
verður um grafisku listina
og um handverkið, og vit
fáa eitt innlit í hvussu eitt
listaverk verður skapað.
Lagt til rættis: Malan Jo-
hannesen.
Fotografur:
Bjarni Rubeksen. Klipt:
Ragnar A. Jacobsen
Lundin fer á flog sunnu-
kvøldið 7. oktober, kl.
20.00
Mánakvøld
Dagur og vika mánakvøld.
Nýggj
sjónvarpsstova
verður innrættað til Dag og
viku-sendingarnar í heyst,
og tá hon er liðug verður
farið undir at senda fýra
tíðindasendingar um vik-
una. Fjórða tíðindasending-
in fer at liggja mánakvøld.
Dagur og viku-sendingar-
nar fara at umfata tíðindi,
umframt útdýpandi ískoyti
við kjaki, mentan og uttan-
landstilfari. Í sambandi við
at Dagur og Vika verður
umløgd
verða
Grannar
Okkara aftur gjørd til eina
sjálvtøðuga sending, og fer
hon at liggja mikukvøld.
Í sambandi við tíðinda-
sendingarnar fer sjónvarpið
eisini í heyst at taka uppaft-
ur táttin við kjaksending-
um.
Fyrsta mánadagssending
við Degi og viku verður
væntandi um miðjan nov-
ember.
Gesturin
Hvørt mánakvøld er ein
gestur í sjónvarpsstovuni,
sum á onkran hátt hevur
gjørt vart við seg hesa sein-
astu tíðina. Gesturin nú
mánakvøldið 8. oktober er
John Eli Olsen. Tær flestu
føroysku fyritøkurnar, ið
bjóða seg fram í oljuvinn-
uni, hava als ongar altjóða
royndir. Hetta er tó ikki
galdandi fyri P/F El-Ser-
vice á Skála, sum í fleiri ár
miðvíst hevur fyrireikað
seg til at fara upp í olju-
vinnuna, og sum næsta ár
fer at gera álvara av ætlan-
ini. Tað ber ikki til longur at
sita og bíða eftir hvat fer at
henda innan oljuvinnuna.
Fyritøkurnar mugu broyta
hugburð og sjálvar royna at
gera seg galdandi, heldur
John Eli Olsen. Hann rósar
landsstýris-manninum
í
oljumálum og umsiting
hansara fyri arbeiði teirra
higartil. Hinvegin lastar
hann landsstýrismenninar í
fíggjar- og vinnumálum og
stýrum teirra fyri ikki at
hava gjørt sítt arbeiði nóg
væl.
Lagt til rættis: Leivur
Hansen. Fotografur: Jógvan
Páll Johannesen. Klipt:
Ragnar A. Jacobsen. Ljóð:
Alexander
G.
Joensen.
Ljós: Hans Petur Hansen.
Pallsnið: Regin D. Paturs-
son. Intro: Thomas Jensen.
Smyrsl: Maiken Poulsen.
Gesturin hvørt mána-
kvøld kl. 20.25
Okkara matstovur eitur
ein nýggj kokkasending
Mánakvøldið 15. oktober
fer fyrsta matsendingin av
bakkastokki. Tá fara vit at
vitja Hotel Norð á Viðar-
eiði, har Gudmund Gud-
mundsson fer at gera tríggj-
ar rættir saman við kokki-
num har norðuri. Sjónvarp-
ið hevur í summar verið og
vitja fleiri matstovur kring
landið, og fingið tey at
gjørt mat fyri okkum. Vitj-
að verður m.a. á Shanghai í
Klaksvík, á Hotel Eiði, á
Muntra í Fuglafirði og so
matstovurnar í Havn, Nan-
tong, Rio Bravo, Hotel Før-
oyar og Hotel Hafina.
Seinni í heyst er so ætlan-
in at fara í sjónvarpsstov-
una og gera nakrar mat-
sendingar, sum verða send-
ar eftir nýggjár.
Okkara matstovur verður
send fyrstu ferð mána-
kvøldið 15. oktober
Mikukvøld
Grannar okkara.
Tá Dagur og Vika um
miðjan november fer at
verða send fýra ferðir um
vikuna,
verða
Grannar
Okkara aftur ein sjálvstøð-
ug sending, sum fer at
liggja mikukvøld kl. 20.00.
Eingin
desembermánaði
uttan Barnajól
Í ár er tað Vár B. Jacobsen,
ið fer at leggja jólasending-
arnar til rættis. Tær verða
12 í tali, umframt eina
størri
jólaaftanssending.
Fastir tættir í jólasending-
unum í ár verða m.a., at
vitjað verður á musikkskúl-
unum úti um landið, sum
fara at framføra hvør sítt
jólalag, ymiskir kendir og
minni kendir føroyingar
fara at siga frá mest
ógloymandi jólum sínum,
og sum ein gjøgnumgang-
andi og samanbindandi lið-
ur í sendingunum fara vit at
hitta jólavætturin Glóða, ið
fer at leiða børnini ígjøg-
num jólamánaðin í sjón-
varpinum.
Barnajól
verða
send
fyrstu ferð 1. desember.
Sjónvarpið hevur nógv á skránni í vetur
Malan Thomsen er gesturin í 3. sending av Spælivinum, ið víst verður leygarkvøldið 6. oktober
Nýggj sending við heitinum “Lundin fer á flog og kranin dryppar” byrjar nú sunnukvøldið
7. oktober
“Gesturin” mánakvøldið 8. oktober er John Eli Olsen
Frá fríggjadegi 5. oktober til hósdagin 11. oktober
Lundin fer á flog
og kranin dryppar
Pretty woman
Gesturin 4
Sá byrjar leitanin eftir tí
einasta eina í nýggju
sendingini hjá TV3, Har-
em. Hetta verður fyrsta
høvið hjá hyggjarunum
at hitta luttakararnar – 4
vakrar kvinnur og 18
menn. Øll hava tey sama
dreymin um flyta frá til-
verðuni sum stakur og
vilja leiðast í freisting-
ina, paralag. Tær vøkru
moyggjarnar eru: Mette
Helm-Petersen fra År-
hus, 27 ár, Channie Jen-
sen(CJ), 22 ár, frá Køge,
Birgitte Hall, 35, frá
Hørsholm og Susanne
Sarchar, 23 ár, frá Greve,
men býr í Keypmanna-
havn.
I HAREM eru kvinnur-
nar í undirtali, men tað
eru tær, sum hava magt
og fyrimunir – tær verða
fylgdar tætt av fram-
leiðsluliðnum og Cam-
illu Miehe-Renard, sum
leiðir hyggjarnar gjøgn-
um tær 10 sendingarnar.
Tær fýra verða innkvar-
teraðar í luksus umstøð-
um á Maldivisku oyggj-
unum. Menninir verða
noyddir at taka til takkar
við heldur meira spar-
som forhold sama stað.
Hvønn dag eru kvinnu-
ligu høvuðspersónarnir á
spennandi stevnumøtum,
og menninir mugu bíða í
spenningi, um teir nú
verða valdir at fara út
við gentunum.
Hvørja viku verður fylgt
við, hvussu kvinnurnar
velja út teir hepnu menn-
inar, sum skulu undir-
halda teimum á stevnu-
møtum og øðrum tiltøk-
um. Og hyggjararnir fáa
eisini møguleikan at
fylgja við, tá kvinnurnar
aftaná døma innsatsið
hjá monnunum á øllum
økjum. Vit hyggja sjálv-
andi eisini eftir, tá menn-
inir ikki eru saman við
kvinnunum, og vit
hyggja eisini eftir,
hvussu tað gongur á
teimum ymisku stevnu-
møtunum.
Stevnumøtini fyriganga
bæði ein og ein og í
bólkum og eru heilt ym-
isk. Tað kann vera ein
vanligt stevnimøti við
ljósum á borðinum ella
kann tað vera okkurt
meira eksotiskt sum at
kava ella ein túr í jungl-
una. Tað snýr seg um hjá
monnunum at vera krea-
tivir felagar, um mann
vil gera seg galdandi hjá
øllum fýra kvinnunum –
ella bert tí eini. Teir
mannligu luttakararnir
kunnu ongantíð kenna
seg heilt tryggar í HAR-
EM. Annan hvønn dag
verður í minsta lagi ein
av monnunum stemmað-
ur út. Til síðst eru tað
einans fýra menn eftir,
sum koma í tað stóru
finaluna saman við
kvinnunum.
Finalan verður eitt stórt
show, har allir luttakarar-
nir eru aftur í Danmark.
Tá skulu m.a. hyggjarar-
nir velja, hvat par, teir
vilja skal vinna. Vinnar-
arnir vinna eina ferð fyri
tvey.
Harem 2001 (1)
- Reality-sending
Týskvøldið kl. 20.00
Mamman fyllir 100 ár
Malan Thomsen. Vit tosa um føroyskan poppsang, so koma vit ikki uttan um Maluna Thomsen. Við sínu vøkru
rødd hevur hon sungið nógvar av okkara kendastu sangum, eins og hon hevur givið fløgu út saman við
manninum Finni Hansen. Finnur er eisini við í sendingini Spælivinir leygarkvøldið. Malan byrjaði longu sum
heilt ung at syngja alment, og vit skulu í sendingini hoyra og síggja meira um hennara tónleikalív, bæði fyrr
og nú. Í húsorkestrinum eru Rógvi á Rógvu, Herluf Lutzen, Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen.
Vertur er Edvard Nyholm Debess.
Spælivinir
Leygarkvøldið kl. 21.15
Sunnudagin kl. 17.10
Mánakvøldið kl. 20.25
Sunnukvøldið kl. 20.00
Sunnukvøldið kl. 20.00
C
M
Y
K
13
12