fríggjadagur 5. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 192 - 5. oktober 2001
Nr. 192 - 5. oktober 2001
11
Um vikuskiftið
verður stórt tiltak í
ítróttarhøllini á
Tvøroyri við Bila-
framsýning, hoppi-
borg og tombola
FRAMSÝNING
OG UNDIRHALD
Áki Bertholdsen
Hetta vikuskiftíð verður
stórt tiltak í tróttarhøllini á
Tvøroyri. Tað eru gamla-
ársnevndin á Tvøroyri sum
hevur stóra bilaframsýning
í høllini. Samstundis fer
Lions Klubburin í Suðuroy
at hava ymiskt undirhald.
Bilaframsýningin verður
opin í kvøld frá kl. 17 til
22. Í morgin og sunnudagin
er opið frá klokkan 14 til
20.
Tær bilasølur, sum eru
við á stevnuni, eru Wenzel
Petersen við Ford bilum,
Bilasølan
hjá
Øssur
Johannesen, ið hevur VW
og Audi, Berg Motor, ið
hevur Mazda, Eyðbjørn
Hansen, ið hevur Suzuki,
Esmar
Simonsen,
sum
umboðar Daewoo, Bilfríðk-
an, ið selur BMW og Fiat,
umframt Nordbil, sum sel-
ur Honda, Skoda og Hyun-
dai.
Harumframt fer Alval at
vísa fram sergjørd arbeiðs-
klæðir av ymsum slag.
Hoppiborg og
tombola
Ímeðan framsýningin er
opin leygardagin og sunnu-
dagin, báðar dagarnar frá
kl. 14-20, fer Lions Klubb-
urin at hava ymiskt undir-
hald í høllini. Har verður
eitt nú stórt tombolola, har
vinningarnir eru kakur og
matur, tey fara at ísar og
popkorn og ikki minst
verður ein hoppiborg til
børnini. Allur peningurin,
sum Lions fer inn, fer til
ymisk vælgerðandi enda-
mál.
Peningurin,
sum
gamlaársnevndin fær inn av
bilaframsýningini, fer til
nýggjárshaldið á Tvøroyri.
Bilar og undirhald í
ítróttarhøllini á Tvøroyri
Ítróttarhøllin í Trongisvági verður miðdepilin um stórt tiltak
hetta vikuskiftið. Har verður stór bilaframýning og ymiskt
undirhald
Tíðindaskriv
Fríggja- og leygardagin
hevur Forlagið Sprotin for-
kunnugt og spennandi sølu-
tiltak á Torginum í SMS.
Forlagið Sprotin hevur
givið íalt umleið 70 bøkur
út, síðan tað var stovnað í
1993. Hesar útgávur eru
allar góðar bókur, sum for-
lagið kanska hevur gjørt ov
lítið burturúr.Við átakinum
á Torginum í SMS fríggja-
dagin og leygardagin vil
Sprotin vísa á mongu út-
gávur forlagsins, sum eru
verdar at lesa, men sum
tíverri ov fá vita um.
Hesar báðar dagarnar
kunnu vitjandi á Torginum
í SMS ogna sær flestu av
hesum íalt 70 útgávum fel-
agsins fyri spottprísir. Eitt
nú verða allar bøkur eldri
enn 3 ár seldar fyri 48,- og
t.d. verður nógv umrødda
myndlistabókin eftir Bárð
Jákupsson seld fyri einans
280,-
Fyri tveimum árum síðan
setti forlagið á stovn ein
bókaklubba, sum hevði til
endamáls, at geva út í bók
nógvar av teimum týðing-
um, sum millum ár og dag
eru gjørdar, men ongantíð
komnar longur enn til
handrit. Av hesum tilfari
hevur forlagið givið eini 20
skaldsøgur út. Hesar skald-
søgur eru ein blandingur av
klassikarum og nýggjum
skaldsøgum. Og hesar bøk-
ur verða seldar við 25% í
avsláttri hesar báðar dagarn
forlagið heldur til á Torgin-
um. Til ber eisini hjá áhug-
aðum at tekna seg um lim í
bókaklubba Sprotans, og
binda seg at keypa 4 bøkur
árliga. Teknar tú sum lim í
bókaklubba
Sprotans
fríggja- ella leygardagin í
SMS, kanst tú velja tær
eina bók fyri einans 10,-
Nevnast kann eisini, at
skúlar, sum keypa flokssett
av skaldsøgum ella t. d.
søgubøkurnar hjá Hans
Jakku Debes, mállæruna
eftir Jeffrei Henriksen ella
litprydda
sagnasavnið
»Fram við strendur« fáa
bøkurnar fyri helvtarprís.
Eisini er vert at leggja til
merkis, at um tú keypir
fleiri enn 10 bøkur - sum
kanska fleiri gera, nú jólini
nærkast, og jólagávurnar
skulu keypast - fáa allar
tíggju bøkurnar fyri helvt-
arprís.
Forlagið Sprotin
rimmar sølutiltak í SMS
– Heldur enn at
leggjast á ALS, brutu
hundraðtals føroyskir
handverkarar upp um
armar í kreppuárun-
um og fóru uttan-
lands at arbeiða. Teir
hava vunnið føroyska
samfelagnum milli-
ónir í inntøkum. Nú
fer alt fyri skeytið,
sigur byggileiðarin í
CN Bygg
UTTANLANDS-
FRÁDRÁTTUR
Áki Bertholdsen
– Fær Karsten Hansen sín
vilja, fara kanska fleiri
hundrað mans at rýma av
landinum og samstundis fer
føroyska samfelagið at
missa milliónir í inntøkum
um árið.
Reinhold Nielsen, byggi-
leiðari hjá føroyska byggi-
felagnum CN Bygg, sigur,
at tað fer at fáa álvarsligar
avleiðingar, um uttanlands-
frádrátturin hjá handverkar-
um nú verður skerdur niður
í 100 krónur um dagin, so-
leiðis sum Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, hevur gjørt av.
– At Karsten Hansen ger
hetta, vísir, hvussu lítið
hann, og møguliga nøkur
heilt fá onnur, hava skilt av
støðuni.
Fullu ikki í fátt
Reinhold Nielsen sigur, at
tá ið kreppan rakti landið
sum eitt óløgið og nógvir
handverkarar mistu arbeiði,
vóru tað ikki øll, sum góvu
skarvin yvir og løgdust á
ALS.
– Tvørturímóti vóru tað
hundraðtals føroyskir hand-
verkarar, sum brutu upp um
armar og fóru uttanlands at
arbeiða.
Vit vóru nógvir, sum
noyddust at búleikast uttan-
lands tað mesta av nítiárun-
um.
– Tí hava vit ein heilt
annan kunnleika til málið,
enn
landsstýrismaðurin
hevur og tískil hava vit eis-
ini eina heilt aðra uppfatan
av støðuni, enn hann, sigur
Reinhold Nielsen.
Hann sigur, at uttan hjálp
frá nøkrum, hava hesir
handverkarar upparbeitt ein
marknað fyri føroyskum
handverkjarum, m.a. í Dan-
mark.
– Føroyskir hondverkarar
uttanlands hava úr at gera
og hesi árini hava teir vunn-
ið føroyska samfelagnum
hundraðtals milliónir í inn-
tøkum, skatti og avgjøld-
um, umframt at lønin er sett
í umfar í Føroyska samfel-
agnum.
Samstundis hava teir
spart ALS nógvar, nógvar
milliónir
og
harafturat
skapti tað rúm fyri, at teir
handverkarar, sum vóru eft-
ir, fingu so frægt at gera í
part, at teir hóraðu undan.
– Sostatt hava hesir hand-
verkarar verið ein munandi
inntøkukelda hjá føroyska
samfelagnum.
– At vit fóru uttanlands
var sostatt at gera føroyska
samfelagnum eina stóra
tænastu í teimum ringu tíð-
ini, tí fóru vit ikki, var onki
eftir av ALS. At vit fóru
gjørdu samstundis, at teir,
sum eftir vóru, hóast alt
fingu okkurt at gera.
Byggileiðarin í CN Bygg
sigur, at bæði Karsten Han-
sen og summi onnur, hava
fullkomiliga misskilt uttan-
landsfrádráttur, sum hesir
handverkarar hava fingið.
– Talan er ikki um ein
skattalætta. Talan er um eitt
lítið endurgjald, fyri ferða-
útreiðslur og vistarhald,
sum hesir menn hava fingið
fyri at fara uttanlands at
søkja sær arbeiði, heldur
enn at leggjast á ALS í Før-
oyum, akkurat sum so nógv
onnur, eitt nú fólk í al-
mennum starvi, fáa, tá ið
tey fara uttanlands í ar-
beiðsørindum.
Rýma av landinum
Nú landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur gjørt
av at lækka uttanlandsfrá-
dráttin niður í 100 krónur,
sigur hann, at hann er sann-
førdur um, at ongin fer at
rýma av landinum av hesi
orsøk.
– Eg kann vissa lands-
stýrismannin um, at her fer
hann skeivur, sigur Rein-
hold Nielsen.
Hann sigur, at hann hevur
tosað við nógvar handverk-
arar, og teir eru so at siga á
einum máli um, at teir flyta
av landinum, um uttan-
landsfrádrátturin
verður
skerdur.
– Størri parturin av før-
oysku handverkarunum utt-
anlands eru eru leysir
kroppar og tað er tí onki
hóvasták av at flyta.
– Tað er nógvir fyrimunir
við at flyta til Danmarkar.
Eitt nú er frádrátturin 519
krónur um dagin tá ið ferð-
ast ímillum oyggjar til ar-
beiðis og hjá teimum, sum
arbeiða uttanlands. Harum-
framt fáa teir ein frádrátt
upp á 1,56 krónur fyri kilo-
metur teir koyra eftir aftaná
24 kilometur.
– Hvat CN Bygg viðvík-
ur, førir hetta til minst 150
krónur afturat um dagin,
afturat teimum 519 krónun-
m, tí vit koyra ikki minni
enn 120 kilometur um dag-
in, sigur Reinhold Nielsen.
Mest útjaðarin
Ein grundgeving fyri at
lækka uttanlandsfrádráttin,
er, at tað er stórt trot á
handverkarar í Føroyum og
endamálið er at royna at
eggja handverkarum at
koma heim at arbeiða.
Byggileiðarin í CN Bygg
sigur, at tað er bara í Havn,
at tað er trot á handverkar-
um.
– Men Føroyar eru annað
enn Havnin og at kalla allir
føroysku handverkararnir,
sum arbeiða uttanlands, eru
úr útjaðaranum í Føroyum.
Sjálvt hevur CN Bygg 25
mans í arbeiði í Danmark í
løtuni. Eitt annað virkið úr
Vági hevur nógv fleiri í
arbeiði, og á Tvøroyri og í
Hvalba eru fýra virki, sum
hava handverkarar uttan-
lands.
Tilsamans hava feløgini í
Suðuroynni einsamøll 90-
100 føroyskar handverkarar
uttanlands og tilsamans eru
einir 300 føroyskir hand-
verkarar
uttanlands
og
arbeiða.
– Hetta eru fyri tað allar-
mesta handverkarar úr Suð-
uroy, Vágum, Klaksvík og
av Skálafjørðinum.
– Sostatt hava teir lagt
stór virði eftir seg í komm-
unukassar runt um í landin-
um.
Hann spyr tí eisini, hví
ikki kommunupolitikarar
ikki gera vart við seg, tí tað
verða ikki minst kommunu-
kassarnir í útjaðarunum,
sum koma at merkja sviðan
av at frádrátturin fer at
lækka.
– Tað kann vera, at tað er
trot á handverkarum í
Havn, men tað er tað sanni-
liga ikki úti um landið.
Reinhold Nielsen sigur,
at tað er eisini greitt, at teir
handverkarar, sum ikki
rýma av landinum, nú frá-
drátturin lækkar, fara so
aldrin at flyta til Havnar.
– Hvar skulu teir búgva í
Havn. Har er íbúðarneyðin
so stór, at fyrst er tað
ómøguligt at fáa tak yvir
høvdið og hartil er tað ov
dýrt.
– Sostatt er tað stórur
fyrimunur í at flyta uttan-
lands. Og hjá teimum, sum
kortini ikki gera tað, verður
tað ALS, sum verður ar-
beiðsgevarin, sigur CN
BYGG.
Hann leggur eisini dent á,
at tað verður ómøguligt at
útvega øllum føroyskum
handverkarum uttanlands
arbeiði í Føroyum.
Eitt vanligt ár er 1.600
arbeiðstímar. Hetta svarar
til, at vit skulu útvega
hvørjum
handverkarar
hálvtannað hús at smíða um
árið og tað vita øll er
ómøguligt,sigur Reinhold
Nielsen.
Fer at kosta fleiri hundrað milliónir
í mistum inntøkum
– Við at skerja uttanlands-
frádráttin, ætlar Karsten
Hansen at tvinga einar 300
føroyskar handverkararnir
sum arbeiða uttanlands,
heim at arbeiða. Men so
skulu vit útvega teimum
hálvtannað hús at smíða um
árið í part og tað er
ómøguligt, sigur
byggileiðarin hjá CN Bygg
(savnsmynd)
C
M
Y
K
11
10