Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] Hagtølini siga, at Føroyar fara av vøllinum við sigri ella javnleiki umleið sættu hvørja ferð, tá ið fótbóltslandsliðið er í eldinum. Nú høvdu vit bíðað í 30 dystir eftir einum sigri FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Landsdysturin í Kópavági í gjár var nummar 125, síðani Føroyar rukku limaskapi í FIFA í 1988. Talan var um 16. sigurin, og 13 ferðir hev ur tað verið javnt. Tølini siga, at í miðal vinna Før­ oyar okkurt stigið næstan sættu hvørja ferð, men tað kann eisini vera langt ímill­ um. Tað eru næstan fimm ár síðani, at Føroyar síðst vunnu ein dyst. Seinasti sig urin var 18. august í 2004, tá ið vinardystur á heima vølli ímóti Malta endaði við 3­2 sigri. Síðani tá hava Føroyar spælt 30, uttan at tað eydnaðist at vinna. Bestu úrslitini hava verið 2­2 niðri á Kypros í oktober 2004 og 1­1 á heima vølli ímóti Eysturríki í oktober í fjør. Fýra føroyskir spælarar umboðaðu í gjár Føroyar fyri fyrstu ferð. Teir vóru málverjin Gunnar Nielsen og síðuspælarin Guðmund Nielsen, sum báðir vóru við frá fyrsta bríksli, og so vóru tað Christian R. Mouritsen, sum í seinna hálvleiki loysti Guðmund Nielsen av, og Páll Mohr Joensen, sum síðstu løtuna var í álopinum fyri Andreas Lava Olsen. Í teimum sjey lands dyst­ unum í fjør royndu tilsam­ ans fýra spælarar seg fyri fyrstu ferð á landsliðnum, men longu í fyrsta lands­ dystinum í ár hava fýra nýggir fingið møguleikan. Gunnar Nielsen er sjeyndi málverjin á landsliðnum síðani 1988. Hinir hava verið Jens Martin Knudsen (65 landsdystir), Jákup Mikk elsen (61), Kaj Leo Jo hannesen (4), Bjarni Jo hansen (2), Sunvard Joen sen (1) og René Tór­ garð (1). Hesir vunnu Føroyum fyrsta sigur í 30 dystum Hóast fleiri – undir­ ritaði íroknaður – hildu Heðin Askham fara til Íslands við einum ov ungum og ov óroyndum landsliði, var hetta gjørt fullkomuliga til skammar í gjár, tá tað endiliga eydn­ aðist at vinna á íslendingum. ÍTRÓTTARKLUMMAN Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sum sæst í dagsins blaði, vóru landsliðsspælararnir ikki minst uppsettir til Íslandsdystin, tí tað hevði verið eitt sindur av uppgangi í miðlunum undan ferðini. Fleiri settu spurningar til eitt og annað í sambandi við úttøkuna hjá Heðini Askham, sum var settur sum landsliðsvenjari til henda eina dystin, men øllum hesum vístu spælararnir aftur, har tað eisini riggar nógv best at gera tað: Á sjálvum vøllinum! Eisini á hesum stað var eftir úttøkuna sett spurnartekin við, um tað nú var rætt at taka eina rúgvu av spælarum út, ið høvdu lítlar ella ongar A­landsliðsroyndir, tí ein landsdystur ímóti Íslandi er ikki nakað, tú eksperimenterar við. Tá avtornaði, var tað heldur ikki eitt lið við so øgiliga lítlum royndum, sum Heðin Askham valdi at byrja dystin við. Gamaní vóru tveir debutantar, men teir hava gjørt væl vart við seg á U21­landsliðnum, sum Heðin kennir út og inn. Og sjálvt um fleiri av hinum eru ungir og vóru tiknir upp á A­landsliðið av júst U21­landsliðnum, so hava teir longu vunnið sær fitt av royndum. Merkisvert var eisini, hvussu væl føroysku spælararnir orkaðu, nú landskappingin enn ikki er farin í gongd. Hóast íslendingar skiftu út ikki færri enn seks ferðir, fyri at seta frískar menn inn, megnaðu teir ikki at skaka føroyska liðið, ið mestsum órørt fór ígjøgnum dystin, við bara tvimum útskiftingum. Fyrri hálvleikur var ein fragd fyri eygað, og tað var fantastiskt at síggja Føroyar vera á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki var so bundið fyri, og íslendingar komu ongantíð í nánd av at hótta føroyska sigurin av álvara, tí hóast tað mesta snúði seg um verjuspæl síðstu trý korterini, so var tað bæði trygt og rutinerað, sum spælararnir avrikaðu á vøllinum. Føroyski sigurin tekur íslendingum fast, meðan vit øll fegnast um hann. Hetta er ikki ein sigur, sum fer um allan heimin, men hann er kortini so søtur, at tú ikki kanst lata vera við at samanbera við Landskrona­ avrikið á sinni. Hetta var einki minni enn ein light­ útgáva av tí avrikinum, og tað var flott! Landskrona í light-útgávu! Føroyska liðið, sum byrjaði dystin í Kórinn-høllini í Kópavogi í gjár. Aftast frá vinstru Gudmund Nielsen, Símun Samuelsen, Jóhan Troest Davdisen, Andreas Lava Olsen, Fróði Benjaminsen, liðformaður, og Gunnar Nielsen. Fremst frá vinstru Egil á Bø, Bogi Løkin, Jónas Þór Næs, Einar Tróndargjógv Hansen og Súni Olsen. Í seinna hálvleiki kom Christian Restorff Mouritsen inn fyri Gudmund og Páll Mohr Joensen kom inn fyri Andreas Mynd: FSF Súni Olsen, sum her jagstrar íslendska málskjúttan, Jónas Guðna Sævarsson, átti við góðum fríspørkum uppleggini til bæði tey føroysku málini í altjóða dysti nummar 125 hjá Føroyum Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið Kvinnuhópur úttikin til kapping í Kroatia Álvur Hansen, landsliðsvenjari hevurn nú úttikið kvinnulandsliðið, sum í døgunum 9. til 17. apríl fer til Kroatia at spæla tríggjar landsdystir, sum verða 11. apríl ímóti Kroatia, 13. apríl ímóti Bosnia og 16. apríl ímóti Litava. Úttiknu spælararnir eru Rannvá B. Andreasen, Malena Josephsen, Randi S. Wardum, Ragna Patawary og Ann Olsen úr KÍ, Olga Kristina Hansen, Bjørg Syderbø, Asta Magnussen, Hellen Haraldsen, Mona Breckmann og Steintóra G. Joensen úr AB, Heidi Sevdal og Rósa Magnussen úr Víkingi, Fríðrún Danielsen og Kristinbjørg Frederiksberg úr Skála, Annelisa Justesen úr Skjold BK og Monika Samuelsen úr VB/Sumba.