Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] Útsettu fyri veður Tað er ikki ofta, at ein europeiskur dystur í hondbólti verður útsettur fyri veður, men tað hendi so um vikuskiftið, tá dysturin leygardagin millum Belgia og Makedonia í EM-undankappingini var avlýstur, tí makedonska landsliðið ikki slapp heimanífrá. Flogvøllurin í Skopje var stongdur í nógvar tímar, tí veðrið var so vánaligt, og tí noyddist EHF at góðtaka, at dysturin var útsettur til í gjár. Svøríki klárt til EM Hóast svenska hondbóltslandsliðið framvegis hevur tríggjar dystir eftir at spæla í sínum bólki í EM- undankappingini, er longu greitt, at Svøríki kemur við til EM-endaspælið í Eysturríki í 2010. Í gjár vann Svøríki á heimavølli 29-24 á Montenegro, og harvið kann einki av hinum liðunum í bólkinum fáa Svøríki aftur. Enn er eftir hjá svenskarunum at vinna bólkin, tí tað gevur fyrimun, tá lutakastið til endaspælið verður. – Vit vóru sera uppsett­ ir eftir alt rokið, sum hevur verið, og tað var deiligt at svara øllum atfinningunum aftur á vøllinum, sigur Gunnar Nielsen, sum spældi sín fyrsta A­landsdyst sum málverji í gjár FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Íslendsku fjølmiðlarnir góvu serliga tí eina manninum á føroyska landsliðnum gætur. Ein lítil partur av orsøkini er sjálvandi, at Gunnar Nielsen er hálvur íslendingur, men høvuðsorsøkin var, at hann eftir íslendskum metum var besti maður á vøllinum. Hes- um síðsta er vælsaktans eis- ini full undirtøka fyri heima í Føroyum. Sjálvur heldur Gunnar ikki, at tað vóru so ofta boð eftir honum í dystinum, og hann vil heldur vera lítillátin og vísa á, at verjan tók sær av tí nógva framman fyri málin- um. Men hann dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um avrikið – serliga, tá umstøður- nar frammanundan verða havdar í huga. – Vit vóru sera uppsettir eftir alt rokið, sum hevur verið, og tað var deiligt at svara øllum atfinningunum aftur á vøllinum. Serliga hevur Heðin verið noyddur at hoyrt nógv fyri úttøkuna, men eg haldi, at alt tað neg- ativa fingu vit vent til nakað positivt, sigur málverjin, ið fyri fyrstu ferð vardi málið á A-landsliðnum. – Eg vil eisini rósa verjuni, sum megnaði sera væl at taka ímóti tí, sum kom frá íslend- ingum, og eg hevði kanska væntað, at meira bleiv at gera hjá mær. Men annars haldi eg, at vit stríddust væl og spældu skilagott kring allan vøllin. Eg haldi ikki, at íslend- ingar vóru serliga kreativir, men spældu nógv við longum bóltum, ið ikki gjørdust vandamiklir fyri okkum. Sum sagt, so er Gunnar sjálvur hálvur íslendingur, tí mamman er úr Íslandi, og fleiri av ættfólkum hansara vóru eisini og hugdu at dyst- inum. Tað kanska gav eitt sindur av eyka íblástri eisini. – Tað var fantastiskt at fáa sín fyrsta dyst upp á henda mátan, tí nú hevur verið bíð- að so leingi eftir okkara fyrsta sigri á íslendingum. Sum skilst, so svíður tapið illa hjá teimum, tí teir hava longu biðið um at fáa nýggjan dyst næsta ár. Aftursvarið kom á vøllinum 3. min.: Jónas Guðni Sævarsson skot upp á mál. Gunnar bjargar og heldur bóltinum. 11. min.: Rúrik Gíslason skot upp á mál. Gunnar stendur væl fyri og loftar. 18. min.: Aftur skot frá Rúriki Gíslasyni. Gunnar hevur framúr góða bjarging. 24. min.: Atli Sveinn Þórarinsson tveitir seg fram og skallar beint á Gunnar. 37. min.: Jóhann Berg Guðmundsson sendir fríspark ímóti málinum. Gunnar stórbjargar, tá hann fær hondina á og jústar bóltin uppum. 49. min.: Óskar Örn Hauksson fríspark innfyri úr høgru. Gunnar Nielsen fær fatur á bóltinum beint fyri íslendsku framherjunum. 64. min.: Rúrik Gíslason púra leysur fyri málinum, men rakar ikki bóltin, sum Gunnar leggur seg niður og fær hildið. 69. min.: Matthías Vilhjálmsson snarar sær á og roynir seg við brasilskum sparki inni í føroyska brotsteiginum. Gunnar er kvikur við fótparadu og fær vart fyri. 91. min.: Jónas Guðni Sævarsson skorar við góðum skoti á stongina og inn. Gunnar prísgivin, hóast hann roynir at toyggja seg. Hetta hevði Gunnar at gera Gunnar Nielsen var skjótur at skava bóltin til sín, tá Rúrik Gíslason mitt í seinna hálvleiki kom at standa leysur inni á fimmmetrinum, men ikki rakti bóltin Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið