Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] 18 – Tað hevur øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit endiliga megna at vinna á Ís landi. Sjálvur havi eg verið við ímóti íslendingum fleiri ferðir, og umsíður eydnaðist tað, sigur liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum eisini skoraði fyrra málið hjá Føroyum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Enn havi eg ongantíð spælt í Kórinn-høllini uttan at skora. Orðini eigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Fróði Benjaminsen, sum sjálv andi meinar tey í sjálv- speii, tí tá Ísland og Føroyar spældu fyri einum ári síð- ani, var hann so óheppin at beina bóltin í egið mál. Í gjár lá betur fyri, tí hesa ferð rakti hann íslendska málið og legði Føroyar á odda 1-0. – Hasi bæði fríspørkini frá Súna Olsen, sum vit skoraðu uppá, vórðu løgd sera væl innfyri. Í tí fyrra førinum, tá eg fekk skallað bóltin í málið, hevði eg ein íslending framman fyri meg, so tí væntaði eg ikki, at eg fór at fáa bóltin. Men hann fekk hann ikki, og so kundi eg við høvdinum stýra bóltinum yvir í hand- ara málkrók, greiðir Fróði frá. Hóast hann ikki sjálvur gav sær far um tað, var hann annars nógv hægsti mað ur í trunkanum, tá før- oysku spælararnir komu stormandi inn ímóti mál- teig inum hjá Íslandi, og talan var um eitt sera vakurt mál, sum íslendski mál verj- in, Stefán Logi Magnússon, einki fekk gjørt við. Gekk undan Sum liðformaður gekk Fróði undan á vøllinum, og mangan var hann neyðuga sambindingarliðið millum verjuna og miðjuna. Hóast plássið í útgangsstøðinum var á miðvøllinum, var hann skjótur at traðka til, tá brúk var fyri uppbakking í verjuni. Ikki minst í fyrra hálvleiki, tá íslendingar brúktu síðurnar nógv. – Annars helt eg ikki, at íslendingar høvdu so nógv at bjóða uppá. Eins og vit, vóru teir vandamiklastir í deyðbóltsstøðunum, og í opna spælinum haldi eg ikki, at teir fingu so nógv burturúr. Har var heldur einki hugflog, og serliga í seinna hálvleiki vóru teir lættir at lesa, tí teir brúktu so nógv langar bóltar fram í álopið, sigur Fróði Benja- minsen. – Okkara mál var at byrja dystin við vælskipaðum spæli, har vit vóru kom- paktir, samstundis sum vit høvdu skjótar menn har frammi. Tað riggaði øgiliga væl í fyrra hálvleiki, og tá vit vóru á odda 2-0 í steðg- inum, vistu vit, at spælið fór at vera hareftir í seinna hálvleiki. Eisini heldur liðfor mað- urin, at allir stríddust øgil- iga væl allan dystin, og at formurin ikki var so galin. Tað heldur hann fyrst og fremst skyldast, at føroysku feløgini gera nógv meira við at halda menn í gongd um veturin, og tí orka teir eisini betur, hóast lands- kapp ingin enn ikki er byrj- að. Súrt hjá teimum Fyrst og fremst er Fróði Benjaminsen sera fegin um sigurin, sum hann sigur vera eitt slag av einum aftursvari á vøllinum til all- ar tær ákoyringarnar, sum hava verið. – Men tað hevur eisini øgiliga nógv at siga fyri okk um, at vit endiliga megna at vinna á Íslandi. Sjálvur havi eg verið við ímóti íslendingum fleiri ferð ir, og umsíður eydnaðist tað at fáa ein sigur. Í fjør taptu vit 3-0, og tá vit síðst vóru í bólki saman við ís - lendingum í einari undan- kapping, vunnu teir báðar dystirnar við málum ímóti endanum, sigur hann. – Líka so súrt, sum tað hevur verið hjá okkum altíð at tapt, líka so súrt var tað fyri íslendingar hesa ferð. Vit sóu eisini, at hetta var eitt tap, sum sveið illa hjá teimum. Mátin, teir tóku tað uppá, vísti til fulnar, at hetta so sanniliga eisini eru grannauppgerðir, ið hava nógv at siga fyri íslendingar. Tað hevur tað eisini at siga fyri okkum, so tí eru vit øgiliga glaðir fyri, at vit langt um leingi kundu vinna á teimum. Ein stórur sigur – Eg vildi fegin sæð meira neista í mínum monnum, men nú ivist eg í, um nakar av hesum kemur aftur á liðið, tá vit í næstum spæla ímóti Skotlandi, sigur íslendski landsliðsvenjarin, Ólafur Jóhannesson FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tapið fyri Føroyum í gjár svíður illa hjá íslendingum, og lands- liðs venjarin, Ólafur Jóhannesson, leggur heldur ikki fingrarnar ímillum í viðtalu við íslendska dagblaðið, Morgunblaðið: – Sjálvandi er tað súrt at tapa fyri Føroyum og at vera fyrsti lands liðsvenjarin, sum ger tað. Men tað er kanska líka frægt, at tað var eg, tí eg toli tað, sigur Ólafur Jóhannesson, sum hevði lítið gott at siga um dystin, sæð við íslendskum eygum. – Fyrri hálvleikur var vánaligur fyri okkara viðkomandi. Menn tókt ust hálvfúsir og vóru seinni á øllum bóltum. Og at Føroyar so fáa tvey mál eftir deyðbóltsstøður, eri eg sera ónøgdur við. Tá gekst betri í seinna hálvleiki, men vit megnaðu kortini ikki at skapa mál kjansir, so tí eri eg sera vón- brotin av hesum tapinum. Talan var um ein rættiliga ó roynd an íslendskan landsliðs- hóp, har bara ein útiseti var við, og ikki færri enn sjey spældu fyri fyrstu ferð ein A-landsdyst fyri Ísland, sum mikukvøldið í aðru viku skal á útivøll ímóti Skotlandi í HM-undankappingini. Ivasamt er, um nakar verður aftur biðin: – Eg vildi fegin sæð meira neista í mínum monnum, men nú ivist eg í, um nakar av hesum kemur aftur á liðið, tá vit nú skulu spæla ímóti Skotlandi, sigur vónbrotni íslendski lands- liðs venjarin. Claus spældi eitt korter Claus Bech Jørgensen sat á bonkinum, tá Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool hevði vitjan av Southampton, og liðini gjørdu eitt mál í part. Blackpool skoraði við brotssparki í fyrra hálvleiki, og Southampton javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki. Claus Bech Jørgensen varð settur á vøllin, tá eitt gott korter var eftir av dystinum. Gongur væl hjá Julian FC Svendborg vann sær seinnapartin í gjár trý týðandi stig í stríðnum um uppflyting í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Julian Johnsson og liðfelagarnir vunnu 2-1 á heimavølli móti Brabrand. FC Svendborg liggur nú á fimta plássi í donsku 2. deild vestur. Eykaliðini hjá OB og AaB, sum ikki kunnu flyta upp, eru á ávíkavist øðrum og triðja plássi. Tí kappast felagið úr Svendborg um uppflyting við FC Fyn, sum hevur 33 stig, og Blokhus FC, sum – eins og FC Svendborg – hevur 29 stig. Fróði Benjaminsen, sum var liðformaður á føroyska landsliðnum í gjár og skoraði fyrra føroyska málið, vinnur her ein nærdyst við Atla Sveinn Þórarinsson, meðan Gunnar Nielsen og Einar Hansen bíða spentir Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið Eitt stórt íslendskt vónbrot