Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] 19 Popczynski flúgvandi byrjan Aarhus Fremad vann ein trivaligan sigur í triðbestu donsku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Fyrsti dysturin eftir vetrarsteðgin endaði við 4-0 sigri til Aarhus Fremad, og tað var Ikast, sum mátti leggja rygg til tapið. Venjarin hjá Aarhus Fremad er póllendingurin, Krzysztof Popczynski, sum í 10 ár virkaði í føroyskum fótbólti. Aarhus Fremad liggur nú nummar 9 í 2. deild vestur. Frem vann trygt Við føroysku Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen á liðnum, vann Frem í gjár tryggan sigur á botnliðnum í 1. deild, Lolland-Falster Alliancen. Casper Grønn Larsen, Wassim El Banna og Søren Weibel stóðu fyri málunum í 3-0 sigrinum hjá Frem. Hetta gav liðnum eitt sindur av luft niður til niðurflytingarstrikuna. Frem er í løtuni nummar 11, fýra stig frá niðurflyting. – Eg eri stoltur av spælarunum, sum kropsliga orkaðu væl allan dystin og hildu allar avtalur, vit høvdu gjørt undan dystinum. Og málini komu eftir støður, sum slett ikki riggaðu undir venjingunum, sigur Heðin Askham, landsliðsvenjari FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ein venjing fríggjadagin og ein leygardagin var alt, før- oyska landsliðið hevði við sær í skjáttuni, tá dysturin ímóti Íslandi var bríkslaður í gongd. Ikki nógv, kanska, men lítið sást aftur til tað, so skjótt dysturin var í gongd. Og venjarin, Heðin Askham, sum hoyrdi nógv fyri úttøkuna undan dystin- um, megnaði tað, eingin hev ur megnað undan hon- um: At vinna ein A-lands- dyst ímóti Íslandi! – Ikki kann sigast annað, enn at eg eri sera vælnøgdur. Vit spældu ein flottan fyrra hálvleik og hildu fast í seinna hálvleiki, tá initia tivið náttúr- liga lá meira hjá íslendingum, sigur Heðin, sum ikki fær róst sínum monn um nóg nógv fyri av rikið: – Eg eri stoltur av spæl- ar unum, sum kropsliga ork- aðu væl allan dystin og hildu allar avtalur, vit høvdu gjørt undan dystinum. Eg var imponeraður av Símuni Samuelsen, sum vístu høg- an klassa í fyrra hálvleiki, og víðvíkjandi Gunnari Nielsen havi eg áður sagt, at hann kanska er ein mál- maður í heimsklassa. Nú sigi eg, at hann er ein mál- maður í heimsklassa! Tikið skrædlið Heðin Askham hevur í besta Mourinho-stíli tikið skrædlið fyri spælararnar, tá atfinningarsamar røddir eftir úttøkuna hildu tað vera mestsum óðamannaverk at fara til Íslands við einum so óroyndum hópi, men hóast sigurin stendur eftir sum talandi úrslitið, hevur Heðin »no hard feelings«: – Serliga eri eg fegin um, at teir av spælarunum, sum kanska vóru mest úthongdir, vístu mest á vøllinum. Tak bara Jónas Þór Næs, sum eg visti, fór at klára tað, hóast tað ikki er lætt at vera spælari og ikki at hava nak- að felag aftan fyri seg. Eg sá hann undir venjing í B36 í januar, og tvær ferðir síð- ani hevur hann royndarvant í norska Notodden, umframt at hann nú hevur vant við FC Amager, sigur Heðin Askham. – Nú vísti hann so øllum, at hann er væl fyri og spældi ein fantastiskan dyst á høgra bakki. Og tað sama var galdandi fyri aðrar, ið megnaðu uppgávuna væl og virðiliga, hóast fleiri ivaðust áðrenn. Eg eri errin av hesum hópinum, bæði út frá tí, sum teir vístu á vøll inum, men eisini út frá mát anum, teir eru saman uppá. Teir eru topp professio nellir. Ráð at lata eitt mál Um dystin sjálvan sigur Heðin Askham, at hann gekk nøkulunda soleiðis, sum roknast kundi við. Hann hevði lagt upp til, at føroyska liðið skuldi royna at vera ágangandi, og tá støðan í hálvleikinum var 2-0 til Føroyar, tosaðu teir um, at tað helst fór at verða eitt sindur øðrvísi eftir steðg in, og so var. – Sum sagt, so hildu stórt sæð allar avtalur, sum vit høvdu gjørt frammanundan. Og málini komu eftir støð- ur, sum slett ikki riggaðu undir venjingunum, sigur landsliðsvenjarin, ið greiðir frá, at hann eisini segði við spælararnar, tá teir høvdu vant deyðbóltsstøður sum tær báðar, ið góvu málini, at fyri tað, um tær ikki riggaðu undir venjingini, so fóru tær at rigga undir dyst- inum. – At so íslendingar fingu eitt mál ímóti endanum, er so tað, sum kann henda, men vit vóru tíbetur so væl fyri, at vit høvdu ráð at lata eitt mál fara inn. Stoltur av spælarunum Heðin Askham er stoltur av sínum spælarum, og her síggjast nakrir av teimum: Egil á Bø, Einar Hansen, Andreas Lava Olsen, Fróða Benjaminsen, Gudmund Nielsen og Jóhan Troest Davidsen Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið