Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Á so mangan hátt var tað merkisvert og áhugavert, at tað í gjár endiliga eydnaðist føroyska fótbóltslandsliðn­ um at basa íslendingum. Fyrsta grannauppgerðin var longu í 1930, og tað vil siga, at tað tók 79 ár, áðrenn tað eydnaðist at vinna fyrsta fótbóltslandsdystin ímóti Íslandi. Besta úrslitið undan søta sigrinum í gjár var í 1984. Undir leiðslu av Jógvani Norðbúð, sála, eydnaðist tað ta ferðina at røkka mál­ leysum javnleiki í Gunda­ dali. Sigurin í gjár varð vunnin í 10. altjóða skrásetta lands­ dystinum ímóti íslending­ um, síðani Føroyar í 1988 gjørdust partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, eftir at limaskapurin í FIFA var vorðin veruleiki. Síðani tá hevur tað onkra ferðina verið tætt við. Eitt nú tá ið danski HM­dómar­ in, Peter Mikkelsen, eitt góðveðurskvøld fyrst í aug­ ust í 1990 – ein stóran mán­ að undan tiltikna sigrinum á Eysturríki í Landskrona – stutt undan leikloki bríkslaði fyri brotssparki til Ísland, sum skoraði og vann 3­2. Og ikki at gloyma, tá ið Føroyar í NM­kappingini niðri á La Manga í 2000 vóru dyggiliga omaná, men kortini taptu 3­2. Íslendingar bjóðaðu í 1972 fyrstu ferð føroyingum av við teirra a­landsliði, og frá og við tí dystinum hava Føroyar og íslendska a­lands­ liðið spælt 22 ferðir. Um­ framt ímóti Íslandi, spældu føroyingar í nógv ár bara landsdystir ímóti Hetlandi og Orknoyggjunum, men nú er langt síðani, at tað var áhugavert fyri føroyingar. Fyrstu royndirnar Í broti úr Føroya Ítróttarsøgu veit Árni Dahl at siga, at før­ oyingar longu í 1929 vóru í Íslandi og spældu fótbólt. Før­ oyska liðið, sum hevði mann­ ing úr Klaksvík, Havn, av Tvøroyri og úr Vági, spældi tveir dystir, men hvørgin var landsdystur, men ímóti Vali (4­1) og KR (5­1). Árið eftir var fyrsti lands­ dysturin millum Ísland og Føroyar spældur í Gundadali sjálvan ólavsøkudag. Tað gekk javnt á, men íslend­ ingar, sum vóru sagdir at duga betur at spæla saman, vunnu 1­0. Ætlanir vóru um, at Føroy­ ar skjótt eftir hesa vitjanina skuldu fara til Íslands at spæla, men hetta kom ongan­ tíð í lag, og ikki fyrrenn í 1959 varð landsliðssamstarv aftur fingið í lag við ís­ lendingar. Sammett við í 1930, hevði føroyskur fót­ bóltur verið fyri nógvum broytingum. Nú var fótbólt­ urin skipaður undir ÍSF, sum sá dagsins ljós í 1939, og síðani 1942 – við undantaki av 1944 – var skipað fyri landskapping í Føroyum. Fyrstu árini spældu íslend­ ingar við b­landsliðnum ímóti Føroyum. Fyrsti dyst­ urin var í 1959, og aftur varð spælt ólavsøkudag. Íslendingar vunnu 5­2, og tað varð hildið ikki at vera so galið úrslit, tí íslendingar søgdust at vera fremri í fót­ bólti, enn teir nakrantíð áður høvdu verið. Fyrsta føroyska landsliðs­ vitjanin í Íslandi í 1962 er úrslitaliga daprasti kapitul í føroyskari fótbóltslandsliðs­ søgu. Ísland vann 10­0 eftir hálvleiksstøðuna 8­0. Íslendingar troystaðu føroy­ ingar við, at fleiri a­liðs­ spælarar vóru uppií, og at teir gjørdu flestu málini! Óðamannaverk Í føroyskum bløðum varð tað hildið vera óðamanna­ verk, at Føroyar vóru farnar upp ímóti Íslandi B. Grund­ gevingarnar siga, at nógv vatn er runnið í føroysku fótbóltsánna síðani tá: »Íslendingar hava væl útbúnar venjarar, lærdir í útlondum, og inn ímillum eisini beinleiðis útlendskar venjarar. Føroyska liðið møtti við manning, sum heldur væl og dúgliga á, men dugir ikki samanspæl afturímóti. Harafturat er kortini eisini vert at leggja, at føroyingar ikki eru vanir at leika á grasvølli, teir detta illa og duga ikki væl at rokna út, hvussu bólturin fer á hesum slagi av vølli,« varð sagt í Dimmalætting. Tá ið Føroyar í 1967 vitj­ aðu í Reykjavík, segðist íslendska liðið vera serliga væl mannað. Tí var tað púra óvæntað, at Føroyar løgdu seg framum við máli, sum John Sigurd Joensen úr KÍ skoraði. Ísland vann 2­1, og tað varð roknað sum framúr hjá Føroyum ímóti íslendska b­liðnum. Avrikið og úrslit­ ið vórðu mett at vera tað besta, sum Føroyar nakr­ antíð høvdu víst í fótbólti. Í 1968 varð síðsti dysturin ímóti íslendska b­liðnum. Í Gundadali megnaði før­ oyska liðið at halda tætt í fyrra hálvleiki, men so kom munurin í styrki og úthaldni til sjóndar, og íslendingar vunnu 3­0. Íslendingar við besta liðnum Í 1972 royndu føroyingar seg fyri fyrstu ferð ímóti íslendska a­landsliðnum. Úrslitið yviri í Reykjavík var 3­0, og tá vóru føroyingar so óhepnir, at teir longu í 10. minutti gjørdu sjálvmál. Árið eftir vitjaði besta íslendska liðið í Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, at landsdystur var spældur í Klaksvík. Íslendingar vunnu 4­0, og tað varð hild­ ið at vera ov stórur sigur. Í 1974 vitjaði Ísland í Gundadali. Alt bendi á trivaligan sigur til gestirnar, sum vóru á odda við tveim­ um málum eftir fyrra hálv­ leik, og sum øktu um leiðsl­ una, áðrenn Føroyar síðstu løtuna svaraðu aftur, og mið­ vallarin Sverri Jacobsen skoraði tvey meistarlig mál. Árið eftir hilnaðist avbera illa á Laugardalsvøllinum. Íslendingar vunnu 6­0, og tað minti ikki sørt um skrædl­ ið í 1962. At føroyskur landsliðsfótbóltur var í aldudali, varð undirstrikað næstu árini. Ísland vitjaði í Gundadali í 1976 og fór avstað við 6­1 sigri, og so var púra øskukalt í føroyskum 80 ár til fyrsta sigurin Ikki fyrr enn 80 ár eftir at føroyingar fyrstu ferð spældu fótbólt ímóti íslendingum, eydnaðist tað í gjár at vinna á Íslandi, sum hevur verið omaná hvørja ferð – burtursæð frá í 1984, tá tað í Gundadali endaði við málleysum javnleiki Henda myndin var tikin undan dystinum í Kórinn-høllini í Kópavogi í gjár. Frá vinstru Jens Martin Knudsen, sum í 1988 vardi føroyska mál dystinum ímóti Íslandi, Páll Guðlaugsson, sum var landsliðsvenjari tá, Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, og Niclas Davidsen, sum nú er nevnda formaður í B68, sum við grasvøllinum á Svangaskarði skapti møguleikar fyri at spæla altjóða heimadystirnar í Føroyum Olympiakos aftur meistari Tað sær ikki mætari út, enn at Olympiakos hevur tikið patent upp á rættin til at gerast grikskur meistari í fótbólti. Við 3­2 sigri sunnudagin á Panionios, tryggjaði Olympiakos sær grikska meistaraheitið, hóast trý umfør framvegis eru eftir. Hetta er fimta meistaraheitið á rað hjá felagnum, og samstundis er tað 12. meistaraheitið í 13 ár. Bara í 2004 eydnaðist Panathinaikos at leggja seg ímillum og taka gullið. Zvonareva og Nadal vunnu Í gjár vóru finalurnar í Masters­tenniskappingini í Indian Wells í Kalifornia, og har endaðu Vera Zvonareva og Rafael Nadal sum vinnarar hjá ávikavist kvinnum og monnum. Í kvinnufinaluni vann russiska Zvonareva eftir tveimum tímum 7­6, 6­2 á serbisku Ana Ivanovic, og í mansfinaluni vann spanski Nadal eftir einum tíma og 20 minuttum 6­2, 6,1 á skotska Andy Murray.