mánadagur 23. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 57 - 23. mars 2009 ]
landsliðsfótbólti fram til eftir
at Fótbóltssamband Føroya
varð stovnað í 1979.
Settu sær hægri mál
Síðani FSF var stovnað,
hava landsdystir verið spæld
ir á hvørjum ári, tó við und
antaki av 1986. Í 80unum
vórðu undan FIFAlimaskap
inum í 1988 spældir átta
landsdystir ímóti Íslandi, og
fyrireikingarnar og úrslitini
vóru misjøvn.
Størsta skrædlið var í
Keflavík 10. juli 1985, tá ið
okkara í regni høvdu trupul
leikar at standa á beinunum
og løgdu rygg til eyðmýkj
andi 90 tap. Tveir dagar
seinni var liðið umskipað
undan uppgerðini í Akranesi,
og tað var roknað sum stór
uppreisn, at tað eydnaðist at
avmarka
tapið
til
10.
Íslendingar søgdust einar 40
ferðir at renna seg í hegn
isliga settu rangstøðufelluna!
Og sum nevnt, var besta
úrslitið í 1984, tá ið Jógvan
Norðbúð var landsliðsvenj
ari. Hann hevði sjálvur – í
1975 og 1976 – sum høgri
vongverji verið við til at
tapta ímóti íslendingum. Í
1984 royndu Jógvan og
hansara menn at fyrireika
seg væl, og tað eydnaðist
teimum at tryggja Føroyum
fyrsta javnleikin nakrantíð
ímóti Íslandi. Úrslitið í
Gundadali, har tað fram
vegis varð spælt á eyri og
sandi, var 00.
24. august í 1988 vóru
Páll Guðlaugsson og hans
ara menn fyri fyrstu ferð
eftir
FIFAlimaskapin
í
Akranesi og spældu. Ísland
vann 10, og tað varð rokn
að sum sera gott føroyskt
úrslit.
Síðani tá hevur tað fleiri
ferðir verið tætt við, men tað
eydnaðist ongantíð at røkka
javnleikinum, sum droymt
varð um. Í gjár eydnaðist tað
– 70 ár eftir fyrstu fótbólts
vitjanina í Íslandi – at vinna
fyrsta sigurin á grannunum
fyri vestan. Tað var eitt
bragd, og vit mugu staðfesta,
at tolin trívst!
ið í fyrsta altjóða skrásetta lands-
arlimur í FSF, men fyrst í 90-unum var
Mynd: FSF
Íslandsdystir okkara
29.07.1930: Føroyar-Ísland 0-1 (0-1)
29.07.1959: Føroyar-Ísland B 2-5 (1-3)
03.08.1962: Ísland B-Føroyar 10-0 (8-0)
19.07.1964: Føroyar-Ísland B 1-3 (0-1)
21.07.1967: Ísland B-Føroyar 2-1 (1-1)
21.07.1968: Føroyar-Ísland B 0-3 (0-0)
12.07.1972: Ísland-Føroyar 3-0 (3-0)
08.06.1973: Føroyar-Ísland 0-4 (0-1)
03.07.1974: Føroyar-Ísland 2-3 (0-2)
23.06.1975: Ísland-Føroyar 6-0 (2-0)
16.06.1976: Føroyar-Ísland 1-6 (1-1)
30.06.1980: Ísland-Føroyar 2-1 (2-0)
01.08.1982: Føroyar-Ísland 1-4 (1-1)
02.08.1982: Føroyar-Ísland 0-4 (0-1)
08.08.1983: Ísland-Føroyar 6-0
01.08.1984: Føroyar-Ísland 0-0
10.07.1985: Ísland-Føroyar 9-0
12.07.1985: Ísland-Føroyar 1-0
24.08.1988: Ísland-Føroyar 1-0 (1-0)
08.08.1990: Føroyar-Ísland 2-3 (1-1)
02.07.1995: Ísland-Føroyar 2-0 (1-9)
27.07.1997: Ísland-Føroyar 1-0 (0-0)
18.08.1999: Føroyar-Ísland 0-1 (0-1)
04.02.2000: Føroyar-Ísland 2-3 (2-1)
07.06.2003: Ísland-Føroyar 2-1 (0-0)
20.08.2003: Føroyar-Ísland 1-2 (0-1)
16.03.2008: Ísland-Føroyar 3-0 (1-0)
22.03.2009: Ísland-Føroyar 1-2 (0-2)
Mangan hava vit
kent okkum snýtt,
tá Ísland í evstu løtu
er farið avstað við
sigrinum. Men í gjár
var Ísland ongantíð
í nánd av at stjala
nakran sigur, og
unga liðið hjá Heðini
Askham skrivaði tó
føroyska fótbóltssøgu
í Kópavogi
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Longu beinanvegin vóru
føroysku spælararnir ágang
andi og ídnir, og eingin
íslendingur fekk frið at
hava bóltin. Her var trýst
lagt á beinanvegin, og ætlan
in um eitt vælskipað avrik,
har dentur skuldi leggjast á
at fáa væl av fólki við í álop
hvørja ferð, sá út til at
eydnast serstakliga væl.
Hugburðurin hevði við
sær, at Føroyar í veruleikan
um høvdu greiða yvirvág í
fyrra hálvleiki, tí hóast
íslendingar royndu at søkja
at, so hevði føroyska liðið
fult tamarhald á støðuni
alla tíðina. Og tað var ikki
bara í fyrra hálvleiki, at tal
an var um tamarhald, men
allan dystin á tamb.
Símun Samuelsen átti tíð
liga fyrstu veruligu føroysku
royndina, tá hann sendi eitt
langskot beint upp um
íslendska yvirliggjaran. Og
stutt eftir kom fyrsta ávar
ingin um, at Føroyar kanska
fóru at fáa okkurt burtur úr
deyðbóltsstøðum, tá Egil á
Bø akkurát ikki fekk kós á
skallara við aftaru stong
eftir hornaspark.
Málini líktust
Fyrri hálvleikur var næstan
hálvrunnin, tá Bogi Løkin
setti ferð á í høgru síðu, men
var steðgaður, so Føroyar
fingu fríspark. Hesum tók
Súni Olsen sær av í vanliga
stílinum, og inni í brotsteig
inum var føroyski liðformað
urin, Fróði Benjaminsen,
hægstur og skallaði bóltin
væl niður í handara mál
krók. Nú var 10 til Føroyar,
og gleðin í føroysku andlit
unum læt seg ikki fornokta!
Súni Olsen royndi seg
tvær ferðir aftrat við skot
royndum nakað seinni, og tá
Símun Samuelsen varð feld
ur stutt uttan fyri íslendska
brotsteigin, smekkaði Súni
frísparkið hart í kropsskinnið
á einum av íslendingunum í
múrinum.
Nú nærkaðist hálvleiki, og
hóast íslendingar hildu Gunn
ar Nielsen í føroyska málin
um so nøkulunda heitan nú
og tá, lá minst líka nógv í luft
ini, at Føroyar fóru at økja.
Og fýra minuttir undan steðg
inum hendi tað.
Andreas Lava Olsen fór
um koll á veg fram í høgru
síðu, og enn eina ferð royndi
Súni seg við neyvum innleggi
í íslendska brotsteigin. Har
eydnaðist Andreasi at trýsta
Guðjón Árna Antoníusson
so nógv, at íslendski debut
anturin sendi bóltin í egið
mál… So var 20!”
Vardu væl
Um seinna hálvleik er ikki so
nógv at siga, tí hann var nógv
merktur av føroysku leiðsl
uni. Ísland hevði bóltin nógv,
men skapti lítið, og føroyska
liðið megnaði at verja væl
fyri, so teir avgerandi møgu
leikarnir ikki komu.
Her ráddi fyrst og fremst
um at binda væl fyri, og tað
gjørdi liðið eisini so meist
arliga, at tá íslendingar í
yvirtíðini fingu sítt troystar
mál við langskoti frá Jónasi
Guðna Sævarssyni, gjørdist
tað heldur ikki annað enn
til pynt. Føroysku spælar
arnir hildu skansan, til
enski dómarin bríkslaði av.
Unga liðið hjá Heðini Ask
ham stóð soleiðis royndina
væl og virðiliga, og hetta var
einki minni enn ein stórur
og søguligur sigur, sum
manslandsliðið
tryggjaði
Føroyum. Flott avrik, har all
ir stríddust fyri allar og
greiddu setningin til fulnar.
Tillukku við tí!
Vinardystur: Ísland-Føroyar 1-2 (0-2)
Stórur og søguligur sigur
Føroyskur fagnaður í Kórinn-høllini eftir 1-0 málið. Vinstrumegin Andreas Lava Olsen,
Gudmund Nielsen og málskorarin, Fróði Benjaminsen, í miðjuni nakrir skelkaðir íslendingar, og
høgrumegin Jónas Þór Næs og Súni Olsen
Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið
Vinardystur í Kórinn-høllini í Kópavogi
Ísland-Føroyar 1-2 (0-2)
0-1 Fróði Benjaminsen, 21.
0-2 sjálvmál (Guðjón Árni Antoníusson), 41.
1-2 Jónas Guðni Sævarsson, 91.
Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen – Jónas Þór Næs, Egil á Bø,
Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Símun Samuelsen,
Súni Olsen, Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, liðformaður,
Gudmund Nielsen (Christian R. Mouritsen, 63.) – Andreas
Lava Olsen (Páll Mohr Joensen, 82.)
Ísland (4-5-1): Stefán Logi Magnússon – Guðjón Árni Antoní-
usson, Bjarni Ólafur Eiríksson, Atli Sveinn Þórarinsson, varalið-
formaður, Guðmundur Reynir Gunnarsson (Kristinn Jónsson,
76.) – Rúrik Gislason (Mattías Guðmundsson, 81.), Jónas Guð-
ni Sævarsson, Davíð Þór Viðarsson, liðformaður (Guðmundur
Kristjánsson, 81.), Eyjólfur Héðinsson (Matthías Vilhjálmsson,
46.), Jóhann Berg Guðmundsson (Óskar Örn Hauksson, 46.) –
Guðjón Baldvinsson (Gunnar Már Guðmundsson, 62.)
Dómari: Mike Riley (Ongland)
Linjudómarar: Jóhann Gunnar Guðmundsson & Áskell
Gíslason (Ísland)
Fjórði dómari: Þorvaldur Árnason (Ísland)
FAKTA um dystin
Zlatan settur upp á pláss
– Zlatan Ibrahimovic hevur ikki lovað Inter trúfesti, síðani liðið
reyk úr Champions Leaguekappingini, men svenskarin skal
minnast, hann er ikki størri enn felagið, sigur Intervenjarin,
José Mourinho, nú tað síðstu vikurnar hevur ljóðað, at
Ibraimovic, ið ikki er kendur fyri einki at halda um seg sjálvan,
skal vera á veg til spanskan fótbólt. – Zlatan er ein stórur
spælari, men einki lið stendur og fellur við einum manni. Inter
hevur eina stóra søgu, sum hann er partur av, sigur Mourinho.
13 minuttir prógvaðu virðið
Tá danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, sunnudagin tók út síðstu
tríggjar spælararnar til næstu dystirnar í HMundankappingini ímóti
Malta og Albania, var framherjin hjá FC Keypmannahavn, Morten
Nordstrand, teirra millum. Og hann skuldi bara brúka 13 minuttir í
dystinum sunnudagin ímóti OB, fyri at prógva sítt virði. – Var hann ikki
komin inn í tí dystin, er ivasamt, um hann hevði verið úttikin, sigur
hjálparvenjarin hjá Morten Olsen, Peter Bonde.