mánadagur 23. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 57 - 23. mars 2009 ]
22
– Dysturin var
fantastiskur, men
úrslitið var akkurát
tað, sum ikki mátti
henda hjá báðum
pørtum, sigur ein
vónbrotin Annika
Ljósstein eftir
javnleikin í Vági
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Hetta er næstan, sum um
onkur er deyður.
Annika Ljósstein hevði
ilt við at seta orð á kensl
urnar, tá hon og liðfelagarnir
úr Neistanum í 10 málleysar
minuttir spældu sær av við
FMmøguleikan. Ein møgu
leiki, har tað nú stendur upp
til Stjørnuna og Tjaldur at
taka av.
Men hóast vónbrotið, so
helt Annika kortini, at tær í
Neistanum kundu vera ern
ar av tí, tær hava avrikað
seinastu mánaðirnar.
– Eg haldi, at liðið hevur
ment seg ótrúliga nógv í
vetur. Seinast vit vóru her,
vóru vit aftan fyri 226 í
steðginum, og fyri bara
tveimum mánaðum síðani
var helst eingin, sum rokn
aði við, at vit høvdu nakran
sum helst møguleika at
spæla við um finaluplássið,
sigur Annika Ljósstein.
– Í dag fara vit inn til
hálv leikin við leiðslu upp á
eitt mál, og vit eru partur av
einum fantastiska góðum
hondbóltsdysti.
Her
var
gott spæl, góðar verjur,
góð ir áskoðarar. Ja, faktiskt
var talan um akkurát ein
slík an dyst, sum ger tað
stutt ligt at spæla hondbólt,
og tí var tað kanska eyka
keðiligt, at talan gjørdist
um júst tað úrslitið, sum
hvørki av liðunum kundi
brúka til nakað sum helst.
Seinasta uppgávan hjá
Neistanum verður soleiðis
móti Tjaldri komandi viku
skifti í tí, sum kundi verið
ein finala um finaluplássið,
men sum nú er uppgerð utt
an nakran týdning yvir
høvur.
– Sjálvandi er tað keðiligt,
men vit ætla okkum so at
gera okkara til, at talan
verð ur um ein góðan dyst
kortini. Ikki minst vilja vit
gera tað fyri teir áskoðarar,
sum vóru við í Vági og
sýndu okkum ótrúliga góð
an stuðul í dag. Bert spell,
at vit ikki kláraðu at toga
sigurin heim, soleiðis at vit
framvegis høvdu møgu
leikan fyri finaluplássinum,
sigur Annika Ljósstein.
VB gjørdi eitt rimmar
come-back, men tað
varð til onga nyttu.
Tjaldur greiddi
sín setning móti
Stjørnuni, og so var
júst javnleikurin
úrslitið, sum sendi
bæði VB og Neistan
úr finalustríðnum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin hevði tað mesta í
pottinum. Seinastu dystirnar
hevur talan mest sum hvørja
ferð verið um finalu hjá
bláa havnarfelagnum, og alt
bendi á, at seinasti dysturin
undan sjálvum FMfinal
unum veruliga gjørdist ein
finala móti Tjaldri.
Eftir ein javnan fyrra
hálv leik, har einki sum
helst varð avgjørt, settu
gestirnir seg á tað mesta
eftir steðgin. Hóast Daiva
Toumaite
og
Aukse
Vysniau skaite
framvegis
fingu síni mál, so var restin
av liðnum hjá VB full
komu liga parkerað á síðu
linjuni, og upp á 20 minuttir
hevði Neistin vunnið seg
upp á 2620, og so skuldi
ikki verið so nógv meira at
tosað um enn tað sama.
Men so blokeraði mentala
hondbremsan hjá Neist an
um. Tær spældu seg fram
vegis til møguleikar, men í
skotroyndunum var so eiða
sørt, og tað gav VB júst
tann møguleikan, sum liðið
hevði tørv á.
Og júst VB er eitt lið,
sum sjáldan skal hava meira
enn ytsta partin av lítla
fingri, áðrenn allur armurin
verður tikin.
Stríðsviljin á liðnum hev
ur altíð verið framúr, og
sein astu løtuna ótu tær burt
ur av leiðsluni hjá Neistan
um. Og tá Rannvá Johannes
sen eisini traðkaði framat í
málskjótingini, fekk VB
breiddina,
sum
gataði
Neistaliðið seinasta pettið.
Bara tíggju sekund undan
dystarloki skoraði Rannvá
til 2626, og so hjálpti tað
lítið, at Neistakvinnurnar
kendu seg snýttar fyri
einum brotskasti í seinastu
álopsroyndini, tá Nicoleta
Radu Hansen leyp inn av
veinginum.
Javnleikurin
gjørdist
enda liga úrslitið, og so var
fagnaðurin í høllini ovur
stórur, tí við tveimum stig
um upp til Tjaldur var
møgu leikin enn at røkka
finaluplássinum – hildu tey
flestu.
Reglurnar hjá HSF stað
festa tó, at innanhýsis upp
gerðirnar viga meira enn
málmunurin, um tað stendur
á jøvnum á stigatalvuni.
VB hevur tapt tríggjar av
fýra
uppgerðum
móti
Tjaldri, og tí er nú eingin
sum helst ivi um, at Tjaldur
verður
liðið,
sum
í
FMfinaluni skal takast við
Stjørnuna.
VB-Neistin 26-26 (12-13)
10 min: 4-5
20 min: 9-8
30 min: 12-13
40 min: 15-18
50 min: 20-26
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniauskaite 9 (2), Daiva Toumaite 6 (2), Rannvá
Johannessen 3, Gurið Mortensen 3 (2), Svava Vestergaard
3, Bára Mortensen 2
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8 (2), Annika Ljósstein 4,
Trine Mayland 4 (2), Stine Mikkelsen 4, Unnur Danielsen 2,
Elin Stakksund 2, Heidi Maria Akselsen 1, Tordis
Tróndarsson 1
Brotskøst: VB 9, Neistin 7
Útvísingar: VB 1, Neistin 4
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen
FAKTA um dystin
20 minuttir til Lamhauge
Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Viborg, vitjaði
um vikuskiftið í Silkeborg, har føroyski landsliðsspælarin,
Christian Lamhauge Holst, telist millum spælararnar. Úrslitið
var ein málleysur javnleikur, sum ber við sær, at Viborg er
oddalið við 33 stigum, og at Silkeborg er á triðja plássi við 29
stigum. Silkeborgvenjarin, Troels Bech, hevði ikki givið
Christian Lamhauge Holst pláss í byrjunaruppstillingini, men
tá 18 minuttir vóru eftir, var Christian settur inn á miðvøllin.
Brotsspark órógvaði svøvnin
Liðformaðurin hjá AaB, Thomas Augustinussen, var annar av
spælarunum, sum brendi brotsspark í UEFA Cupdystinum ímóti
Manchester City hóskvøldið. Spennandi dysturin endaði við
brotssparkskapping, sum Manchester City vann. Og alla ta næstu náttina
hugsaði Augustinussen um brotsspørk. – Eg svav ikki serliga nógv. Eg
sparkaði brotsspørk alla náttina, sigur Thomas Augustinussen við
Nordjyske.
Í sínum síðsta
heima dysti hetta
kapp ingarárið,
megnaðu
kvinnurnar hjá
Kyndli umsíður
tað, sum ikki hevur
borið til í teimum
18 undanfarnu dyst-
unum: At vinna
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað hevur verið ein mót
brekka í allan vetur, men
at tað so bragdaði í næst
síðsta
dystinum,
sum
somu leiðis
var
síðsti
heimadysturin í vetur, skal
vera teimum grønu væl
unt.
Talan var gjøgnum gang
andi um ein rímiliga javn
an dyst, har Kyndil tó vísti
størra yvirskotið og serliga
í seinna hálvleiki vísti
vilj an at vinna so mikið,
at tað munaði. Í fyrra
hálv leiki var StÍF oftari
frammanfyri, men slapp
ongantíð avstað, tí Kyndil
svaraði alla tíðina væl
aftur.
Beinanvegin í seinna
hálv leiki sást av álvara
møguleikin fyri, at ársins
fyrsti sigur kundi vera í
nánd, tí eftir at hava verið
eitt mál frammanfyri í
steðg inum, økti Kyndil
mun in upp í fimm mál
fyrstu fimm minuttirnar.
Tomma avgjørdi
Men hóast kvinnurnar hjá
StÍF ikki ordiliga tóktust
tendraðar, mannaðu tær
seg upp í seinna hálvleiki
og komu tær upp á javnleik
2323, tá bara 10 minuttir
vóru eftir at spæla. Men tá
var tað, at málverjin hjá
Kyndli, Tomma Petersen,
skoraði eitt tað mest av
gerandi málið í dystinum,
so Kyndil kom framum og
ongantíð misti leiðsluna
aftur.
Kyndil vann bóltin og
skuldi í álop, og StÍFmál
verjin, Eline Larsen, helt
seg síggja møguleikan fyri
einari sending frá Tommu
langt fram á vøllin, og tí
fór hon út á vøllin at verja
fyri. Men hetta sá Tomma,
og í staðin fyri eina frí
spæling, royndi hon seg
við einari væleydnaðari
skot roynd á málið í hinum
endanum – og so var altso
2423 til Kynd il.
Løtu
seinni
skoraði
topp skjúttin hjá Kyndli,
Jacklin Durhuus, til 2523,
og so var meira ella minni
leyst og liðugt, og hóast
Kyndil eigur aftasta pláss
ið í Sun setkappingini, er
tað ikki longur við einum
nulli.
Kyndil-StÍF 27-25 (15-14)
Flott farvæl
hjá Kyndli
Kyndil-StÍF 27-25 (15-14)
10 min: 6-7
20 min: 10-12
30 min: 15-14
40 min: 21-17
50 min: 23-23
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 11 (2), Randi Wardum 4 (2), Ása
Christiansen 2, Linda Johansen 2, Helena á Krákusteini 2,
Súsanna Petersen 2, Barbara Egilstrøð 1, Birita
Mortansdóttir 1, Tomma Petersen 1, Annika Poulsen 1
StÍF: Ninna Katrin Johansen 7, Rebekka Justinussen 6 (3),
Fríðrún Danielsen 5, Lovisa Andreasen 3, Bára Berthelsen 2,
Anna Petersen 2
Brotskøst: Kyndil 6, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 6, StÍF 3
Dómarar: Rúni Mohr & Hannis Wardum
FAKTA um dystin
Sum til jarðarferð
VB-Neistin 26-26 (12-13)
Bæði gliðu í svinginum
Fyrst sá Neistin út til at
vinna, men tá VB ímóti
endanum megnaði at javna,
gjørdist úrslitið, at bæði stóðu
eftir við einum óbrúkiligum
javnleiki
Savnsmynd: Álvur Haraldsen