mánadagur 23. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
49
[ Nr. 57 - 23. mars 2009 ]
Balling ger um seg
Fyrrverandi NSÍ-álopsspælarin, Ulrik Balling, var í sonnum málhýri, tá
danska 1. deild byrjaði aftur um vikuskiftið. Balling spælir fyri Næstved,
og liðið vitjaði í gjár Kolding, har tað eydnaðist at fáa javnleik, 2-2.
Ulrik Balling legði Næstved á odda, men síðani skoraði Kolding tvey
mál. Ulrik Balling svaraði tó aftur og tryggjaði Næstved javnleikin og
eitt stig.
Randi aftur í Klaksvík
Málverjin á kvinnulandsliðnum, Randi Wardum, sum í
fjør spældi fyri íslendska felagið Val, er nú komin
heimaftur til Føroya at spæla fótbólt. Randi Wardum,
sum er úr Havn, spældi við KÍ, áðrenn hon flutti til
Íslands at spæla, og hon er nú farin undir venjingina í
KÍ aftur. Randi Wardum hevur seinnu árini verið
fremsti málmaðurin hjá kvinnum, og hon eigur eisini
mestsum fast pláss sum landsliðsmálverji.
Tað er sjáldsom hend
ing, at ein spælari
skorar 19 mál í ein
um Sunsetdysti,
men Adina Petrea
hjá Tjaldri gjørdi
tað enntá ímóti
Stjørnuni! Og tá VB
og Neistin spældu
javnt, varð somuleiðis
greitt, at Tjaldur
møtir júst Stjørnuni í
FMfinalunum
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað eru longu nakrar vikur
síðani, at tey í Stjørnuni
fingu vissu fyri, at liðið
aftur í ár skal spæla í
FM-finalunum. Og eftir
dystin í gjár ímóti Tjaldri er
tað
eisini
matematiskt
greitt,
at
Stjørnan
fær
heima dyst í einum møguliga
triðja finaludysti, umframt
at liðið kann velja, um tær
báðar
fyrstu
finalurnar
skulu byrja við einum
heima- ella útidysti.
Undan dystinum vistu tey
í Tjaldri av, at um Tjaldur
vann á Stjørnuni, var bara
ein møguleiki fyri, at tað
var nóg mikið til at tryggja
sær finaluplássið í næst-
síðsta umfarinum, og tað
var, um VB og Neistin
spældu javnt í Vági. Og
javnleikur gjørdist tað í
Vági, so tí var finalusessurin
tryggjaður.
Men eftir dystin í Runavík
fór at ganga sum rótasúpan
har, at Neistin hevði vunnið,
og tí fingu fleiri púra
óneyðugar nervar og fóru at
ivast í, um alt var avgjørt
ella ikki. Hetta tosið var tó
skjótt manað í jørðina, tá
vissa fekst fyri, at dysturin í
Vági altso endaði 26-26.
Adina í hopla
At Tjaldur sum uppflytari
hevur spælt seg í aðru
finaluna í ár, er einki minni
enn eitt bragd, og mátin,
sum tað var gjørt uppá í
gjár, var sera sannførandi.
Hóast síni 19 mál, vinnur
Adina Petrea ongan dyst
einsamøll, og hóast stór-
skjúttin sjálvandi stjelur
myndina, var talan um eitt
avrik, ið alt liðið stóð aftan-
fyri.
Verjuspælið hjá Tjaldri
var sera gott, og tað var líka
við, at Stjørnan ikki eina
ein astu ferð fekk mál við
einum skjótálopi, tí hesum
fekk Tjaldur forðað fyri.
Ella, sum Stjørnuvenjarin,
Henrik Gerster, turrisliga
staðfesti eftir dystin: – Tað
er trupult at kontra, tá
Tjaldur fær mál næstan í
hvørjum álopi.
Og tá so Stjørnan royndi
seg í hinum endanum, var
annaðhvørt verjan fyri ella
ein enn eina ferð stór-
spælandi Guðrun í Lágabø
í málinum. Her fekst sjón
fyri søgn, at Tjaldur hevur
fleiri streingir at spæla
uppá, enn fleiri vilja vera
við.
Fyri at venda aftur til
Adinu, so er altso sjáldsom
hending, at ein spælari
skorar 19 mál í einum
Sunset-dysti – og so ímóti
Stjørnuni, av øllum! Men
tað gjørdi hon, og stutt sagt
var hennara dystur ein
uppvísningur í skotteknikki
av einari aðrari verð. Skot-
ini vóru varierað og væl
plaserað, so sjálvt 13 metrar
úr málinum kundi hon
senda bóltin í málið hjá
Stjørnuni, uttan at málverjin
hevði nakran kjans…
Tjaldur-Stjørnan 35-29 (17-16)
10 min: 5-3
20 min: 11-10
30 min: 17-16
40 min: 25-20
50 min: 30-22
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 19 (1), Annika Thomsen 7, Alina
Olaru Anghel 4 (2), Elinbjørg Hammer 2, Sarah Ann B±.
Thomsen 2, Jacoba Langgaard 1
Stjørnan: Durita Christophersen 6, Simona Petersen 6 (1),
Una Olsen 5, Dianne Møller 4, Anna Kristina Samson 3,
Edith Hansen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Durita Mikkelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 5, Stjørnan 2
Útvísingar: Tjaldur 2, Stjørnan 3
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason
FAKTA um dystin
Heilt fantastiskt!
– Eg haldi ikki, at tað ordiliga er gingið
upp fyri okkum enn, at vit eru í finaluni.
Hetta er heilt fantastiskt, sigur Elinbjørg
Hammer í Tjaldri
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Ei undur í, at tey fegnast á Runavíkarleiðini, nú
kvinnu liðið hjá Tjaldri hevur megnað at spælt seg í
sjálva FM-finaluna, sum fer at telja tveir ella tríggjar
dystir ímóti Stjørnuni, sum eisini var mótstøðuliðið í
gjár.
– Málið var, at vit skuldu vera millum trý tey bestu
í ár, og nú eru vit enntá í finaluni. Hetta er nakað, vit
spælarar ikki hava droymt um. Men vit hava ferð eftir
ferð sæð, at tað kundi fara at bera til, sigur Elinbjørg
Hammer í Tjaldri.
– Eg haldi ikki, at tað ordiliga er gingið upp fyri
okkum enn, at vit eru í finaluni. Eg havi ið hvussu er
sjálv ilt við at trúgva tí. Hetta er heilt fantastiskt!
Tjaldur hevur fyrr í ár spælt steypafinalu ímóti
Stjørn uni, sum endaði við teprum 25-23 sigri til
Stjørnuna. Og nú Tjaldur hevur vunnið á Stjørnuni
tvær tær síðstu ferðirnar í Sunset-kappingini, er
møguleikin har:
– Vit eru blivnar betri og betri, so vit kunnu saktans
eisini gera ein vørr í finalunum ímóti Stjørnuni, sigur
Elinbjørg Hammer.
Tjaldur bara betri
– Vit hava vant hart í síðstuni, men tað skal
ikki vera nøkur umbering, tí Tjaldur var
bara betri, sigur venjarin hjá Stjørnuni,
Henrik Gerster
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fyri Stjørnuna hevði dysturin í Runavík ikki annan
týdning, enn at hann var ímóti einum av trimum
møguligum mótstøðuliðum í FM-finalunum. Og
hóast tað kanska er eitt sindur torført at motivera
spælararnar undan einum slíkum dysti, vil Henrik
Gerster ikki brúka nakrar umberingar:
– Vit hava vant hart í síðstuni, tí vit hava fyrireikað
okkum til FM-finalurnar, og tí vóru genturnar kanska
tyngri í beinunum, enn vanligt. Men tað skal altso
ikki vera nøkur umbering fyri tapið, tí Tjaldur var
bara betri, sigur venjarin hjá Stjørnuni, sum heldur
enn gjarna vil enda sína tíð í felagnum við enn einum
greipusigri – tí triðja á rað.
– Hetta hevur verið eitt hart kappingarár, har neyðugt
hevur verið at toppað fleiri ferðir, og nú vóna vit so
bara, at vit aftur eru á toppinum, tá finalurnar ímóti
Tjaldri skulu spælast, sigur Henrik Gerster.
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
19
14
-
1
-
4
520
418
102
29
2 Tjaldur
19
12
-
3
-
4
529
444
85
27
3 VB
19
12
-
1
-
6
540
455
85
25
4 Neistin
19
10
-
4
-
5
502
461
41
24
5 StÍF
19
3
-
1
-
15
465
576
-111
7
6 Kyndil
19
1
-
0
-
18
343
545
-202
2
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF *)
17
14
-
0
-
3
487
439
48
28
2 H71
18
12
-
0
-
6
487
411
76
24
3 Neistin *)
17
11
-
0
-
6
499
460
39
22
4 StÍF
18
7
-
2
-
9
433
456
-23
16
5 Kyndil
18
4
-
2
-
12
423
482
-59
10
6 KÍF
18
3
-
0
-
15
423
504
-81
6
*) Kappingarnevndin hevur ógildað úrslitið av dystinum millum Neistan og VÍF
tann 18. januar, og tí er hesin ikki roknaður við á stigatalvuni
Tjaldur-Stjørnan 35-29 (17-16)
Adina og stjørnuskotini
Adina Petrea hevur uppvísning í skotteknikki í Runavík í gjár, tá hon skjeyt heili 19 mál í dystinum hjá Tjaldri ímóti Stjørnuni
Mynd: Álvur Haraldsen