Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] Bilur steðgaði dysti Dysturin millum Tottenham og Chelsea var seinkaður ein hálvan tíma, tí okkurt illgrunasamt var við einum bili, sum stóð parkeraður við White Hart Lane-leikvøllin. Løgreglan kannaði bilin, og tá staðfest var, at eingin vandi var á ferð, kundi dysturin byrja. Eitt mál kom í dystinum, og tað fekk Tottenham. Ferguson heldur lítið um Dowd Manchester United tapti leygardagin ímóti Fulham. Tvey mál fóru ígjøgnum hjá United, og tveir spælarar vórðu vístir út – Paul Scholes og Wayne Rooney. – Dómarin var nærhendis støðuni, so hann kundi latið verið við at givið Scholes reyða kortið. Men hatta var Phil Dowd, so hvat annað kann væntast, sigur Sir Alex Ferguson speiskliga. Hann helt eisini lítið um seinna gula kortið, sum Wayne Rooney fekk. – Okkara størsti feilur var, at vit ikki kláraðu at halda konsentratiónina í seinna parti av báðum hálvleikunum. Gjørdu vit eitt mistak, revsaðu sveisararnir tað beinanvegin, sigur toppskjúttin hjá Føroyum, Heini Hanusarson. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast Heini Hanusarson enn eina ferð gjørdist føroyskur toppskjútti – hesa ferð við átta málum – var hann verri enn so nøgdur við tað, sum hann og liðið avrikaðu ímóti Sveis leygarkvøldið. – Gamaní, skjeyt eg átta mál í dystinum, men eg brendi so sanniliga eisini nógv, er erliga staðfestingin frá kollfirðinginum, sum fekk sjey av sínum átta mál- um fyri steðgin og enn eina ferð við sínum málum var høvuðsorsøk til, at føroyska byrjanin ikki sá so galin út. – Okkara størsti feilur var, at vit ikki kláraðu at halda konsentratiónina í seinna parti av báðum hálvleikun- um. Gjørdu vit eitt mistak, revsaðu sveisararnir tað bein- anvegin. Og hinvegin, so megnaðu vit ongantíð at leggja stórvegis trýst á teir. Hann nevnir sum dømi um vantandi konsentratión, at fleiri føroyskir kjansir, ið áttu at givið mál, blivu søpl- aðir burtur: – Vit gjørdust ofta so bilsn- ir av at vera fríir ímóti sveis- iska málinum, at vit púrasta gloymdu at hyggja at mál- manninum, sum tí aftur hesa ferð hevði yvirtakið á okk- um, sigur Heini, sum hevur ilt við at síggja nakað frá dystinum, sum føroyska liðið kann byggja víðari á. – Tá vit so fáa ein slíkan avsmurning, sigur tað seg sjálvt, at har er ikki nógv, vit fáa brúkt til nakað. Men vit hava so verið saman í tríggjar dagar, og tað er gott. Somuleiðis er tað pos- itivt, at vit fylgja teimum ta fyrstu løtuna, men tað er so tað. Sveis er bara hetta betri enn vit, og tað vísir okkum, at hetta er hondbóltur á nógv hægri stigi, enn vit kenna til heima í Føroyum. Revsaðir fyri øll mistøk – Dysturin leygar­ kvøldið minti ikki um tann mikukvøldið, tí hesa ferð vórðu vit settir undir nógv størri trýst, sigur Dia Midjord, landsliðs­ venjari HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Frá einum tapi við sjey mál- um mikukvøldið, rendi før- oyska hondbóltslandsliðið seg leygarkvøldið í eitt dup- ult so stórt tap niðri í Sveis. Mótstøðuliðið var tað sama og tað var eisini mannað við somu monnum, sum miku- kvøldið spældu á Hálsi í Havn. Men so var ikki nógv meira til felags. – Teir spældu heilt øðrvísi hesa ferð, og tað sæst sjálv- andi aftur á úrslitinum. Dyst- urin leygarkvøldið minti ikki um tann mikukvøldið, tí hesa ferð vórðu vit settir undir nógv størri trýst, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen tekur sær av at venja føroyska hondbólts- landsliðið. – Vit spæla skilagott í fyrru helvt av fyrra hálvleiki og eina løtu í seinna hálvleiki, men við tí støðuga trýstinum, sum sveisarar løgdu á okk- um, hvarv eisini alt tað skila- góða í spælinum hjá okkum. Nógv einmansavrik Hann sigur, at í venjingunum undan hesum seinna dystin- um høvdu teir lagt dent á at fáa vart seg fyri skjótálop- unum hjá sveisarunum, sum mikukvøldið kostaðu nógv mál. Menn vóru eisini raskir at renna aftur og fyribyrgja hesum, so leingi, teir orkaðu tað. – Men tá orkan fór at ganga undan, sluppu sveis- ararnir aftur at leypa á við somu ferð, sum vit sóu teir gera tað mikukvøldið. Ein onnur avleiðing av, at orkan gekk undan, var so skila- loysi í spælinum, ið vit sóu alt ov nógv til, sum dystin- um leið. Og tað gjørdist ov nógv til einmansavrik, held- ur enn at arbeiða saman um tingini, sigur Dia Midjord. – Hvørki tol ella friður vóru yvir føroyska spælin- um, og hóast vit høvdu avtal- að, at vit skuldu royna at fáa mál upp á 100 prosents kjans- irnar, so kláraðu vit ikki at uppfylla tað. Menn royndu at enda at fáa mál upp á 30 ella 40 prosents kjansir, og tá vóru sveisararnir skjótir at svara aftur, so skjótt sum teir fingu bóltin aftur. Millum tey góðu Dia Midjord staðfestir, at tað er sera torført hjá Føroy- um at spæla ímóti góðum liðum, og hann kundi leyg- arkvøldið frá síðulinjuni síggja, at Sveis veruliga tel- ist millum góðu liðini. – Í styrkismetingini er Sveis triðbesta liðið í okkara bólki, so tað sigur seg sjálvt, at mótstøðan er stór. Serliga, tá teir á heimavølli spíla seg út og veruliga gera tað súrt fyri okkum, so verjan alla tíðina var undir stórum trýsti, sigur landsliðsvenjarin, sum nú skal fyrireika seg til teir síðstu EM-dystirnar, sum allir verða í juni. – Tað gevur okkum sjálv- andi møguleika at samla hópin oftari, enn vit hava fingið gjørt tað nú, so tá fara vit at arbeiða meira miðvíst við nøkrum evnum, so vit á ávísum økjum kunnu gera framstig. Tá verða tað eisini sterk mótstøðulið, men vit mugu bara royna at fáa sum frægast burturúr. Undir nógv harðari trýsti Føroysku spælararnir – her Hans Áki Dal-Christiansen í atsókn á strikuni – royndu at stríðast sum frægast, men landsliðsvenj­ar- in staðfestir, at so hvørt sum orkan gekk undan, var eisini minni skil á føroyska spælinum Mynd: Alexander Wagner EM-undankappingin, bólkur 2 Sveis-Føroyar 35-21 (15-8) 10 min: 5-3 20 min: 9-5 30 min: 15-8 40 min: 21-12 50 min: 30-18 Málskjúttar Føroyar: Heini Hanusarson 8, Sámal Joensen 4 (1), Finnur Hansson 3, Carl Herup Olsen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Regin Joensen 1, Ingi Olsen 1 Sveis: Marco Kurth 6, Manuel Liniger 6 (1), David Graubner 5, Andre Schmid 5, Daniel Fellmann 3, Marko Vukelic 3, Dav- id Parolo 2, Martin Engeler 1, Fabian Ganziger 1, Marcel Hess 1, Mathias Oltmanns 1, Iwan Ursic 1 Brotskøst: Sveis 3, Føroyar 1 Ávaringar: Sveis 2, Føroyar 3 Útvísingar: Sveis 5, Føroyar 5 Diskvalifikatión: Føroyar 1 Dómarar: Vahit Ersan & Faruk Akman (Turkaland) EHF-eygleiðari: Alex Klein (Ísrael) FAKTA um dystin Heini Hanusarson var aftur hesa ferð toppskj­útti á føroyska liðnum Mynd: Alexander Wagner