Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] Amager við trimum føroyingum Hans Jørgensen, Erling Jacobsen, Amed Davy Sylla og Páll Klettskarð vóru allir í byrjunaruppstillingini, tá FC Amager tapti fyri Herfølge í gjár. Herfølge vann 2-1, eftir at gestirnir vóru á odda 1-0 í steðginum. – Vit kundu ikki byrja í sterkastu uppstilling, og fleiri av teimum ungu fingu møguleikan. Teir stóðu seg eisini væl. Hans Jørgensen gjørdi smá mistøk, men royndist samanumtikið væl. Erling Jacobsen spældi eisini væl. Stórt rós til liðið, sum hevði betur uppiborið, sigur Julian Hansen, hjálparvenjari, við heimasíðuna hjá FC Amager. FSF-álmanakkin fæst nú Veggjaálmanakkin hjá Fótbóltssambandinum kann nú eisini avheintast á Magn-støðunum kring landið. Á álmanakkanum 2009 eru upplýsingar um, nær landsdystir eru og nær altjóða dystir verða spældir. FSF hevur gjørt avtalu við Magn um at lata bensinstøðunum nøkur eintøk av álmanakkanum, sum so lata áhugað fáa teir ókeypis. Eisini ber til at fáa fatur á FSF- álmanakkanum 2009 á Føroya Bjór-útsølunum í Klaksvík og í Havn. Sveisiska liðið var nógv meira ágangandi í dystinum niðri í Sveis leygarkvøldið, enn tað var í dysti­ num í Føroyum miku­ kvøldið. Og føroyska lið ið megnaði bara í løtum at fylgja við. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var heilt annað og meira ágangandi spæl, ið Sveis vísti leygarkvøldið, tá Føroyar vóru gestir framm an fyri 1.200 larm- an di heimaáskoðarum í alpu bygd ini Appenzell. Og tá avtornaði, gjørdist tað til ein rættan avsmurning, tí heili 14 mál vóru á muni. At byrja við sá ikki so heilt galið út. Sveis kom upp á 3-1 og hevði møguleikan at økja, tá Lars L. Black, sum byrjaði í føroyska málinum, bjargaði brots kasti. Og løtuna eftir minkaðu Føroyar um munin, so bara eitt mál var á muni eftir fyrsta korterið í dystinum, tá støðan var 6-5 til Sveis. Men so stóð bara fast, og í einar 10-11 minuttir eydn- aðist ikki Føroyum at skora eina einastu ferð, meðan Sveis streyk avstað og økti til 12-5. Tá tóku føroysku venjar arnir ein taktiskan steðg, sum vísti seg at rig- ga, tí næstu løtuna skor aðu Føroyar trý mál og sóu út til at vera við aftur. Tað helt kortini ikki, tí Sveis svaraði væl aftur og var á odda 15-8 í hálv leiks- steðgi num. Neyvan var tann munurin heldur til at tosa seg frá, tí sveisiska lið- ið var klárt betri í allar mát- ar. Longu nú var tað bara ein spurningur um støddina á sigrinum. Aftur skjótálop Føroysku spælararnir vóru nóg illa komnir í gongd í seinna hálvleiki, tá Bárður Johanne sen fekk reyða kortið eftir sína triðju út vís- ing í tveir minuttir, og tískil mátti hann uppliva restina av dystinum sum áskoðari. Og hóast Levi Nybo tók eftir fylgjandi brotskastið, var tað stokkutur uggi, tí Sveis tóktist vilja halda fram í somu øði sum seinna partin av fyrra hálvleiki. Før oysku spælararnir høvdu megnað at tikið brodd in av sveisisku skjót- álop unum, ið vóru mønu- sting urin mikukvøldið, men nú møðin eisini fór at síggjast, gjørdust skjót álop- ini eitt vápn, sveisararnir fin gu meira og meira burtur úr. Verjan megnaði ikki longur at halda tørn og tá mál verjarnir heldur ikki høvdu ein av sínum bestu døg um, øktist munurin al samt. Sjálvt ikki, tá stórir føroyskir møguleikar vóru í hin um endanum, megnaðu før oysku spælararnir at vera nóg kaldir, so tí kom alt ov lítið inn á mál- kontuna. Har var snøgt sagt ov stórur munur á, og Sveis vísti seg frá einari heilt aðr- ari síðu enn mikukvøldið, og tað var meira, enn før- oys ka liðið megnaði at stríð a st ímóti. Tá avtornaði, vann Sveis 35-21 og fekk stað fest, at styrkismunurin á Føroyum og hinum lið- unum enn er so stórur, at tað í komandi dystum helst fer at snúgva seg mest um at avmarka tapini. – Hóast avtalan var, at øll londini framleiddu sín ar heimadystir, fingu vit ikki fatur í úti­ dysti num ímóti Sveis leygar kvøld ið, sigur program leiðarin í Kring varpi Føroya, Herluf Sørensen. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Europeiska hond bólts sam- gong an, EHF, hevur sín stór an áhuga í, at hond- bólturin vinnur fram, og tí var undan EM- undan kapp- ing ini gjørd ein avtala um, at øll hondini skuldu fram- leiða sínar heimadystir til sjón varpsbrúk. Út frá tí syrgdi Kringvarp Føroya mikukvøldið fyri, at dystur in ímóti Sveis var fram leiddur og sendur, men tá Føroyar leygarkvøldið spældu á útivølli ímóti Sveis, var eingin dystur at síggja í sjónvarpinum. – Dysturin var fram leidd- ur, men tíverri kundu vit ikki fáa fatur í honum. Í besta føri fáa vit seinni ein saman drátt, men einki røkist fyri, at vit fáa allan dystin, sigur Herluf Søren- sen, programleiðari í Kring- varpinum. – Í grundini kenna vit okkum eitt sindur lumpað, tí vit hildu, at avtalan tryggjaði okkum úti dystir- nar, tí vit framleiddu heima dystirnar. Men soleiðis var altso ikki í hesum føri, og vit fingu tí ongan dyst at vísa. Vildu einki gjalda Kringvarpið hevði upp- runa liga fingið at vitað, at dystur in í Sveis leygar- kvøld ið ikki fór at verða fram leiddur. Men sveisarar vildu kortini hava ein saman drátt frá Kring varpi- num av dystinum miku- kvøld ið. Tað fingu teir ikki. – Teir spurdu, um teir kun du keypa framleiðsluna, men tá teir ikki kundu bjóða ein ordiligan prís, vildu vit ikki selja, sigur Herluf Søren sen, sum harmast um, at sjónvarpið ikki kundi vísa landsliðshondbólt úr Sveis. – Vit frættu so, at dysturin varð framleiddur kortini, men tá avtornaði, vildu teir ikki geva hann leysan. Vit máttu tí taka dystin av skrán ni aftur. Tey einastu, sum tí hava sæð nakað til Sveis-Føroyar á einum sjónvarpsskíggja, eru tey í føroyska ferða- lagnum, sum seinni leygar- kvøldið kundu síggja ein lítlan samandrátt á einari av rásu num, sum eru í Sveis. So fæst at síggja, um tann samandrátturin nakrantíð kem ur hendavegin. EM-undankappingin, bólkur 2 Sveis-Føroyar 35-21 (15-8) 10 min: 5-3 20 min: 9-5 30 min: 15-8 40 min: 21-12 50 min: 30-18 Málskjúttar Føroyar: Heini Hanusarson 8, Sámal Joensen 4 (1), Finnur Hansson 3, Carl Herup Olsen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Regin Joensen 1, Ingi Olsen 1 Sveis: Marco Kurth 6, Manuel Liniger 6 (1), David Graubner 5, Andre Schmid 5, Daniel Fellmann 3, Marko Vukelic 3, David Parolo 2, Martin Engeler 1, Fabian Ganziger 1, Marcel Hess 1, Mathias Oltmanns 1, Iwan Ursic 1 Brotskøst: Sveis 3, Føroyar 1 Ávaringar: Sveis 2, Føroyar 3 Útvísingar: Sveis 5, Føroyar 5 Diskvalifikatión: Føroyar 1 Dómarar: Vahit Ersan & Faruk Akman (Turkaland) EHF-eygleiðari: Alex Klein (Ísrael) FAKTA um dystin EM-undankapping: Sveis-Føroyar 35-21 (15-8) Avsmurningur í Alpunum Føroyar fingu ongantíð fatur í Sveis leygarkvøldið, tá millum annað Iwan Ursic á strikuni var meira, enn Rúni Joensen, Bárður Johannesen og Hans Áki Dal-Christiansen megnaðu at gera nakað við Mynd: Alexander Wagner Sveis vildi ikki geva dystin leysan