Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 57 - 23. mars 2009 ] Barcelona við dreyma­ fótbólti Umframt at geva Malaga eitt tennis­ egg, so gav Barca eisini mót støðu­ liðnum eina sanna fót bólts frálæru. PRIMERA LIGA Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í gjár vóru Barcelona- spælar nir sonn yvir- menniskju á Nou Camp-leikvøllinum í Bar ce lona. Teir bank- aðu ikki bara Malaga 6-0 á máltalvuni, men leik liga og listarliga vísti teir eitt slag av fót bólti, sum var ófatu- liga hugtakandi og vakurt. Xavi byrjaði mál- veitsl una, tá 18 minutt- ir vóru spældir, og seks minutt ir seinni gjørdi Lionel Messi ein sann- an »Diego Maradona«. Argentinski bólt snill- ing ur in fekk bóltin utt- an fyri brotsteigin og fintaði tveir verju- spælar a r hjá Malaga undir grasteppið, áðr- enn hann hegnisliga bei ndi bóltin í málið. Síðani átti Thierry Henry tørn, tá hann fekk eina fullkomna send ing frá Xavi, fintaði Malaga-mál- verjan, Goitia, og setti bóltin í netið til 3-0. Samuel Eto’o skoraði tvey mál, eitt í hvørj- um hálvleiki, og Daniel Alves kom eisi- ni á máltalvuna. Framvegis rennur Real Madrid aftan á Barce lona, men er enn seks stig aftanfyri. Real helt eina minni mál veitslu á heima- vølli í Madrid við 3-0 sigri á Almeira. Klaas van Huntelaar ger veru liga vart við seg við tveimum málum, eftir at Marcelo hevði Real á odda við einum sera vøkrum máli. Meðan Manchester United og Chelsea fullu, helt Liverpool enn eina ferð mál­ veitslu. PREMIER LEAGUE Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Liverpool eru øgiligir fyri tíð ina. 4-0 á Real Madrid, 4-1 á Manchester United og nú 5-0 á Aston Villa. 13-1 í trimum dystum eftir 11 døgum! Og farna vikuskiftið lagaði seg einastandandi væl hjá teimum reyðu úr Liver pool. Chelsea og Man chest er United snáv- aðu, og tað gagnnýtti Liver- pool 100 prosent. Á stiga- talv uni eru teir bara eitt stig aft an fyri Manchester Uni- ted, sum má fegnast um, at komandi vikuskiftið fer til HM-undankappingardystir. Gerrard stóra hetjan Steven Gerrard gjørdist stóra hetjan hjá Liverpool við trimum málum, harav tveim um upp á brotsspark. Dirk Kuyt byrjaði málveitsluna hjá Liverpool, tá Xavi Alonso stútaði á yvir leggjaran. Kuyt var sum ein køttur á bóltinum og drønaði hann í kassan til 1-0. Tá vóru bara átta minuttir farnir av dystinum. Løtuna aftaná hevði Aston Villa sín ar tveir størstu mál- møgu leik ar, men Pepe Reina bjargaði væl. Men tá var vitjanartíðin hjá Aston Villa farin, og tá 33 minuttir vóru farnir sen- di Reina Albert Riera avstað við einum longum útsparki. Reira hálvfluktaði bóltin í netið við brotsteigarmarkið, um vegis yvirliggjaran og inn. Seks minuttir seinni var dystur in mestsum av gjørd- ur, tá Aston Villa-verj u- spælarin, Nigel Reo-Coker, feldi Riera. Gerrard setti bólt in trygt í netið. Friedel sá reytt Brad Friedel hevur mangan staðið seg væl sum mál- mað ur hjá Liverpool, Black burn og Aston Villa, men í seinna hálvleiki var hann rættiliga óheppin. Fyrst læt hann eitt ikki ov hart fríspark hjá Steven Gerrard fara í málið til 4-0, og stutt eftir gjørdi hann brots spark ímóti Fernando Torres, og var sendur av vølli num. Brotssparkið gagnnýtti Steven Gerrard til at fáa eitt reint hattrick. – At skora eitt hat-trick hevur stóran týdn ing fyri meg, men stig- ini eru týdningarmiklari. Vit vunnu við størri tølum, enn eg hevði væntað, segði Stev en Gerrard eftir dystin. – Undan dystinum hevði eg verið nøgdur við ein 1-0 sigur. Men Villa hevur ikki verið í góðum formi síðstu tíðina, og tí var tað týdn- ing ar mikið ikki at geva teim um frið. Gerrard hevur eisini vunn ið ein stórsigur uttan fyri vøllin, nú løgreglan á Mersey side hevur valt ikki at ákært hann í einum harð- skaps máli, sum hevur fing- ið stóra umrøðu í ensku miðlu num. Gerrard kann nú seta fult fokus á Premier League- og Champions League-kappingarnar. Oddaliðini fullu Manchester United var á Crav en Cottage í Fulham, har Paul Scholes duldi sera væl, at hann hevur 15 ára roynd ir í Premier League, tá hann tók bóltin við hond- ini á málstrikuni. Hetta kost aði honum reyða kortið og Fulham fekk brotsspark. Danny Murphy hevur tað sum fastan sið at skora ímóti Manchester United, og hann setti brotssparkið í net ið til 1-0. United hevði onkrar stórar møguleikar til javna, men inn fór bólturin ikki. Í seinna hálvleiki fekk Wayne Rooney eina margháttliga út vísing fyri at flyta bóltin. Níggju ímóti 11 var einki at gera, og Zoltan Gera kun di tí staðfesti sigurin fyri Fulham stutt undan leik loki. Chelsea var fyrsta liðið, sum skuldi gagnnýta, at Uni ted snávaði, men tað eydn aðist ikki. Dysturin mill um Tottenham og Chelsea var annars útsettur ein hálvan tíma, orsakað av einari bumbuhóttan, men tí bet ur var einki áfatt. Tottenham vann ein kær- komnan sigur yvir lokalu arva fíggindunum í Norður- Lon don, og hava Spurs nú arbeitt seg burtur úr botn- inum. Kroatiski spælarin, Modric, skoraði sigur s mál- ið, tá fimm minuttir vóru farn ir av seinna hálvleiki. Arsenal er av álvara kom- ið í gongd eftir fleiri mál- leysar javnleikir á heima- vølli. Hesa ferð vann Arse- nal 3-1 í Newcastle, og nú Aston Villa er mestsum upp steðgað, eru øll tekin í sól og mána um, at Arsenal eisini fer at spæla Champions League-fótbólt kom a ndi kappingarár. Gylta vikuskiftið hjá Liverpool Steven Gerrard skoraði tríggjar ferðir á Anfield, harav tvær ferðir upp viðbrotssparki. Her fegnast hann saman við Albert Riera, sum eitt av brotsspørkunum var gjørt ímóti Mynd: Paul Thomas/AP Eingin Berbatov í HM­dystum Bulgarski álopsspælarin, Dimitar Berbatov, hevur fingið ein skaða, og tað gongur millum annað út yvir bulgarska landsliðið, sum skal spæla tveir HM-undankappingardystir í næstum. Bulgaria skal spæla ímóti Írlandi og Kypros, men tað verður uttan stóru álopsstjørnuna, sum skal binda frið í minst tvær vikur. Í Mancester United vóna tey, at Berbatov verður tøkur aftur til Champions League-dyst tann 7. apríl. Wenger fyri lívstíð Hóast Arsenal ikki hevur vunnið nakra stóra kapping síðani 2005, hevur leiðslan í Arsenal stórt álit á venjaranum, Arsene Wenger. Stjórin í London-felagnum, Ivan Gazidis, sigur við blaðið The People, at Arsene Wenger kann halda fram í Arsenal, so leingi hann hevur hug til tað. – Vit hava eitt sera spennandi lið við ungum spælarum á veg, og eg rokni við, at Wenger ætlar sær at gera tað arbeiðið liðugt, sigur Gazidis. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig Man Utd 29 20 - 5 - 4 49 18 31 65 2 Liverpool 30 18 - 10 - 2 54 21 33 64 3 Chelsea 30 18 - 7 - 5 49 17 32 61 4 Arsenal 30 15 - 10 - 5 48 27 21 55 5 Aston Villa 30 15 - 7 - 8 43 36 7 52 6 Everton 30 13 - 9 - 8 40 31 9 48 7 Wigan 30 11 - 8 - 11 30 28 2 41 8 West Ham 30 11 - 8 - 11 35 35 0 41 9 Fulham 30 10 - 10 - 10 30 26 4 40 10 Man City 30 11 - 5 - 14 46 37 9 38 11 Tottenham 30 10 - 8 - 12 36 34 2 38 12 Bolton 30 10 - 4 - 16 32 44 -12 34 13 Hull 30 8 - 9 - 13 35 52 -17 33 14 Sunderland 30 8 - 8 - 14 29 39 -10 32 15 Portsmouth 29 8 - 8 - 13 32 46 -14 32 16 Stoke 30 8 - 8 - 14 29 47 -18 32 17 Blackburn 30 7 - 10 - 13 33 49 -16 31 18 Newcastle 30 6 - 11 - 13 36 49 -13 29 19 Middlesbr. 30 6 - 9 - 15 21 42 -21 27 20 WBA 30 6 - 6 - 18 26 55 -29 24