Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2009 27 tíðindi “Politiskt vakum – nýggjar leiðir” er yvirskriftin í yvir­ lýsing Tjóð veldisins á flokstinginum í Skálavík sum ásannar, at ikki­politikkur, stagnatión og aftur­ gongd merkir leik­ lutin hjá sitandi landsstýri Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eins og vanligt er, skrivaði Tjóðveldi eina yvirlýsing á flokstinginum, sum flokk­ urin helt í Skálavík í viku­ skiftinum, 20. og 21. mars. Í yvirlýsingini ásannar flokk urin, at Føroyar polit­ iskt eru í einum vakum, sum tikið verður til. ­ Vit hava fyri aðru ferð í nýggju øldini fingið eina heimastýrisstjórn, sum einki greitt mál hevur á nøkrum øki. Hvørki innan fiskivinnu, vinnulív, sosiala økið, mentanarøkið, ei held ur innan uttanríkisøkið er nøkur kós at síggja. Ong­ ar avgerðir verða tiknar, og størsti parturin av virk sem­ inum hjá politisku skipanini er at seta danskar lógir í gildi fyri Føroyar, og annars í politiska gerandisdegnum at destabilisera tað, sum vunnið er í tjóðarbygg ing­ ini. Flokkurin sigur, at hetta hendir, samstundis sum tørv urin er alneyðugur á nýggj um leiðum og grund­ leggjandi broytingum til tess at vinna á okkara egnu bygnaðartrupulleikum og avleiðingum av altjóða fíggjarkreppuni. Í síni yvirlýsing sigur flokstingið: • Fiskivinnupolitikkur er eingin – í mesta lagi partapolitiskar ásetingar og útgjarðingar. Stovns­ røkt er ikki til, og als eingi politisk átøk verða gjørd fyri at skapa karmar um eina meira effektiva fiskivinnu og fyri at gera høvuðs vinn­ una til støðuga grund­ arlagið undir einum sjálvberandi búskapi og sjálvstøðuga statinum. • Innan umhvørvið verður onki gjørt ­ og avleið­ ingin er, at CO2 útlátið í staðin fyri at lækka, støðugt økist. Hetta ger, at føroyska samfelagið um fá ár rennir seg fast í hækkaðum útreiðslum til olju, og vantandi upp­ fylling av altjóða treyt­ um. • Innan sosiala økið verð­ ur einki gjørt, í frægasta lagi politisk eldsløkking, og avleiðingin er, at tey, ið mest hava tørv á stuðli, verða harðast rakt av teirri kreppu, sum herjar. • Innan uttanríkisøkið verður einki gjørt ­ og úrslitið er, at tann sera átroðkandi spurningurin um støðu Føroya í tí europiska samstarvinum enn einaferð er parker­ aður í eini embætis­ mannanevnd. • Innan mentanarøkið verður einki gjørt, ráða­ loysi valdar ­ og avleið­ ingin er, at út lendska koloniseringin av før­ oyskari mentan ongantíð hevur verið so umfatandi sum nú. Einasta mál samgong­ unnar er "stabilitetur". Men hugsanin tykist vera, at vit fáa stabilitet við einki at gera. Tað er ikki rætt. Hesin ikki­politikkur hevur við sær stagnatión og aftur­ gongd í samfelagnum. Upp ímóti hesum setir Tjóðveldi ein politikk, sum kann føra Føroyar fram til eitt samhalds­ fast, sjálvstøðugt og kappingarført land, sum verður rikið á burðar­ dyggum grundarlag og hevur eitt trygt pláss í tí evropiska samstarvinum. Aðalsúlurnar undir hesum politikki eru: • At føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð til tess at taka beinleiðis lut í øllum altjóða samstarvi og taka ábyrgd av okk­ ara búskapi. • Eitt samhaldsfast sam­ felag, har breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og har øll skattainntøka ikki verður tikin av lønum, men eisini av nýtslu­ og umhvørvisgjøldum. • Ein fiskivinnupolitikkur, har politiska stýringin verður steðgað, og vinnan í staðin sjálv kann finna fram til ta mest optimalu driftina innan karmarar av einum fiskidagabanka, har handlaðu rættindini verða ásett samsvarandi lívfrøðiligum tilráð­ ingum. • Heilt nýggjar leiðir í umhvørvis­ og orku­ politikki. • Ein ábyrgdafullur sosialpolitikkur, har eingin borgari verður sæddur sum ein trupul­ leiki, ið skal sendast av landinum. • Ein mentanarpolitikkur, har føroysk mentanar­ tilboð ­ herundir tilboð í út­ og sjónvarpi ­ verða dubbað soleiðis, at tey kunnu standa seg í kappingini við útlendsk tilboð. • Ein uttanríkispolitikkur, har Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, leysar av tí heftni, vit í dag eru partar av, verða við í bindandi evropeiskum samstarvi. Tjóðveldi leggur í síni yvir­ lýsing dent á, at stundin er nú komin hartil, at full ferð verður sett á fullveldis­ gongd ina aftur fyri at røkka teimum amboðum, sum gera okkum før fyri at agera í alheiminum á javnbjóðis fóti. ­ Hetta vil ein meiriluti av fólkinum, ein meiriluti av teimum fólkavaldu, og partapolitiskar samstarvs­ forðingar eiga ikki longur at læsa okkum burtur frá evsta málinum hjá øllum tjóðum, sigur Tjóðveldi í síni yvirlýsing. Full ferð setast á fullveldisgongdina - Vit skulu hava ein uttanríkispolitikk, har Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, leysar av tí heftni, vit í dag eru partur av, verða við í bindandi evropeiskum samstarvi, sigur Tjóðveldi í síni yvirlýsing á flokstingi í Skálavík Mynd: Vilmund Jacobsen »Vit vilja reka ein ábyrgdafullur sosialpolitikk, har eingin borgari verður sæddur sum ein trupulleiki, ið skal sendast av landinum…« (Úr yvirlýsing Tjóðveldisins) Meira á næstu síðunum