Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 57 - 23. mars 2009 Høgni Hoydal segði á flokstingi Tjóð­ veldisins, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, men tað kem­ ur fortíðin. – Fram­ tíðin er grundarlagið undir tí stríði og teimum málum, sum Tjóðveldi má og skal fremja. Soleiðis hevur tað altíð verið, segði hann Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í síni formansfrágreiðing á flokstingi Tjóðveldisins í Skálavík vísti formaðurin, Høgni Hoydal, á, at Skála­ vík hevur fostrað mangar mætar kvinnur og menn, bæði skald, vinnulívsfólk, fiski­og útróðrarmenn, stór­ bøndur og húskallar. ­ Skálavík hevur eisini fostrað orginalar sum Klæmint Myllhamar, ið ikki kunnu kopierast. Hann hevur skrivað besta lesara­ brævið, eg havi lisið. Klæmint setti pennin beint á, hvussu menningin hevur verið í okkara frælsis­og fullveldisstríði, har so mong hava barst ímóti politikki­ num hjá sjálvstýrisrørsluni. Í lesarabrævinum vísti Klæmint á, at bløð og fjølmiðlar eru á tremur við fólki, sum skíra fullveldi ræðuligt og vandafult, og sum ávara sínar landsmenn móti Tjóðveldinum og tí politikki, vit standa fyri og fremja. Høgni vísti á, at Klæmint í lesarabrævinum skeyt upp at halda nakrar fólkaat­ kvøður um tann politikk, sum sambandsflokkarnir og teirra viðhaldsfólk hava stríðst fyri – ella rættari sagt hava stríðst ímóti. ­ Íðan, segði Klæmint. Lat okkum taka tey upp á orðið og halda nakrar fólka­ atkvøður. Lat okkum soleið­ is hava fólkaatkvøðu um fáa føroyskt úr aftur skúla og kirkju, um at strika Merk­ ið og fara aftur at flagga við Dannebrog, um at koyra fiskimarkið innaftur á tríggjar fjórðingar, um at lata fyrisitingina av undir­ grundini frá okkum og um at fáa løgtingið aftur til amtsráð. Ongin svaraði honum aftur! Klæmint skrivaði lesara­ brævið í 2001, og Høgni helt fyri, at skálvíkingurin kundi lagt fylgjandi aftrat í dag: ­ Lat okkum hava eina fólkaatkvøðu um at lata ræðið á samfelagsøkjum aftur til Danmarkar, eitt nú skúlamálini og almanna­ málini. Hesi tóku vit á føroyskar hendur í 2002 og minkaðu soleiðis leigupen­ ingin úr Danmark fyri okk­ ara sjálvræði – tann so­ nevnda blokkstuðulin – og frystu hann. Nú er hann vorðin minni enn helming­ urin av tí, hann var í búskapinum. Fortíð og framtíð Formaður Tjóðveldisins vísti á, at fortíðin kemur av sær sjálvari, men tað ger framtíðin ikki. ­ Okkum nýtist sum so ikki at løna politikarum og ráðharrum í Føroyum fyri at leiða okkum aftur í for­ tíðina ella at verða millum­ handlarar fyri avgerðir, ið onnur skulu taka fyri okkum og sum vit ikki hava fólkaræðisliga ávirkan á og ikki kunnu seta nakran til svars fyri. Tað er lítil kunst­ ur at bjóða seg fram í polit­ iskum starvi við tí boð­ skapi, at onkur annar skal gjalda og taka ábyrgdina fyri okkum. Høgni Hoydal segði, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari. Hon er grundarlagið undir tí stríði og teimum málum, sum Tjóðveldi má og skal fremja. Soleiðis hevur tað altíð verið. ­ Ein, sum støðugt krevur at vita prísin á øllum, finnur ikki virðið í nøkrum. Hann segði, at alt tað, sum er okkum allar kærast í dag, alt tað, sum ger okkum errin og byggir framtíðina, alt tað, sum bindur okkum saman og gevur okkum okkara pláss í heiminum. Hetta eru júst tey mál og tey frambrot, sum so nógv bardust ímóti og sum skiltu okkum so nógv í fortíðini. Høgni segði, at fyri hann persónliga er tað serstakt at halda tjóð­ veldisting í Skálavík, tí í Skálavík er eisini hansara upphav. ­ Tippoldurabbi mín var Jógvan á Oyruni í Skálavík. Hann var tiltikin heimadoktari og í heima­ ráðum. Jógvan varð sagdur at duga at mana og meira enn at mata sær. Hann var serstakur í útsjónd. Haldi, at Viderø skrivar, at Jógvan var sum ein illa laðaður varði. Kortini setti hann nógvar væl laðaðar varðar eftir seg. Jógvan var fyri stórum missi, tá børnini doyðu frá honum av vanlukkum. Langabbi mín Dánial vaks fyri ein stóran part upp hjá Jógvani á Oyruni, segði floks­ formaðurin. Fortíðin kemur av sær sjálvari - ikki framtíðin - Títt stríð, tínar hugsjónir og tíni avrik skulu næla, veksa og bera frukt, segði Høgni Hoydal um farna partamann sín, Finn Helmsdal ­ Tá vit líta aftur á árið, sum er farið, hugsa vit eisini um fólk, sum hava stríðst saman við okkum, men sum ikki eru millum okkum longur, segði Høgni Hoydal, floksformaður, tá flokstingið mintist farnar stuðlar Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í síni formansfrágreiðing nam Høgni Hoydal eisini við kenslurnar, sum renna fram, tá litið verður aftur á árið, sum er farið, síðan flokkurin helt seinasta floksting við Gjógv fyri einum ári síðan. ­ Fólk, sum hava stríðst saman við okkum og fyri okkum, eru ikki millum okkara longur. Okkara tankar leita til teirra við takksemi – og okkara hjørtu leita til teirra næstu við samkenslu. Eg fari at loyva mær at nevna serstakt tingmann okkara og sosiala stríðsmannin, Finn Helms­ dal, ið so bráddliga noyddist at leggja árarnar inn. Og Høgni Hoydal legði aftrat: ­ Vit sakna teg sáran, Finnur, og lova tær, at títt stríð, tínar hugsjónir og tíni avrik, skulu næla, veksa og bera frukt. Vit finna ugga í vísdómsorðunum: Heldur missa teg enn ongantíð at hava kent teg, legði hann aftrat. Á flokstinginum í Skála­ vík reistist fundarfólkið og mintist tey, sum mist eru, í tøgn eina stund. Vit sakna teg sáran, Finnur Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á flokstinginum gjørdi Høgni Hoydal eisini nógv burtur úr altjóða fíggjar­ kreppuni, sum hann heldur hevur avdúkað, at tær politisku skipanirnar, ið skuldu umboða fólkið og gera framtíðartryggar loysnir fyri komandi ættarlið, hava gjørt beint tvørturímóti. ­ Tær politisku skipan­ irnar hava bæði slept allari stýring og forsømt eftirlitið við einum fíggjarheimi, sum hevur sprænt pengar út í einum altjóða poker­ spæli, har eingi verulig virði vóru aftanfyri. Politisku skipanirnar hava hartil eggjað til hetta pokerspæl við neo­liber­ alum hugsjónargóðsi, sum helt uppá, at tess minni spekulantar og fíggjar­ gandakallar rindaðu til felagsskapin og stóðu til svars fyri politiska myndug­ leikanum, tess meiri skuldi ævigur vøkstur skapast. Floksformaðurin segði, at altjóða fíggjarmarknað­ urin, sum í fyrsta lagi støð­ ugt hevur sett alt fólkaræði og politiskar skipanir í skák, setur nú eisini alt tað politiska valdið í heiminum í mát: Tað, ið var altjóða mál og privat ogn, tá vinn­ ingurin skuldi vinnast, gerst nú aftur ábyrgd einstakra tjóða og alment mál, tá rokningin skal gjaldast og uppruddingin fara fram. Hann vísti á, at føroyski búskapurin og føroysku fíggjarstovnarnir hava ikki verið fremstir í teimum leikum, sum hava elvt til altjóða fíggjarkreppuna. ­ Staðfestast kann, at tað hevur verið ein fyrimunur, at føroyska bankakervið hevur verið rikið lutfalsliga varisliga eftir bankakrepp­ una í 1992, og at útrásirnar á aðrar marknaðir hava ikki vundið uppá seg fyrrenn seinastu fáu árini. Men føroyskur politikkur og búskapur hevur tíverri verið stýrdur av somu hugsanum, sum liggja aftanfyri at­ voldirnar til altjóða fíggjar­ kreppuna. Og floksformaðurin helt fram: ­ At byggja á fígging og pening, har eingin verulig framleiðsla og virði liggja aftanfyri. Har vit halda, at ein innspræning av peningi uttanífrá kann skapa hald­ føran búskap. Har politiska skipanin eggjar til spekula­ sjón og forsømir at stýra teimum ótalmaðu kreftun­ um á fíggjarmarknaðinum. Høgni Hoydal spurdi, um hetta ikki júst eru royndirnar av okkara egnu kreppum og okkara egnu húsagangum undir heimastýrinum. ­ Skatta­ og búskapar­ politikkurin hjá undanfarnu ABC­samgongu bygdi á júst somu hugsjónir um monetarismu, sum Thatcher, Reagan, Bush yngri við hugmyndunum hjá Milton Friedman hav gingið á odda fyri. Har skattalættar og innspræning av peningi til teir sterkastu samfelags­ bólkarnar og fíggjarheimin, Eingin framtíð ­ Byggja vit ikki á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennur seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á, er ongin framburður møguligur. Seta vit blint okkara álit á blindar kreftir sum pengar, kapital, vísindi ella lærur um, hvussu søgan fer at enda, so skapa vit gróðrarbotn fyri meiningsloysinum, segði Høgni Hoydal á flokstinginum tíðindi