Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 23. mars 2009 29 uttan menniskjanslig virði skulud skapa framburð. Hann segði, at hesin poli­ tikkur og hendan hugsjón hevur nú lagt dimmar slóðir eftir seg. ­ Vit kunnu bert hyggja at teimum londum, ið hava fylgt hesum einamest ­ USA, Ísland, Stórabretland, Estland og Írland. Hesi lond eru nú harðast rakt av altjóða fíggjarskrædlinum og haðani ávirkast allur heimurin – eisini Føroyar. Floksformaðurin helt fyri, at tíbetur varð hesin skatta­ og fíggjarpolitikkur bert rikin í Føroyum í fýra ár, tá hann varð steðgaður og partvíst afturspolaður av CHE­ samgonguni. ­ Men hevði hesin skatta­ og fíggjarpolitikkur havt rátt í longri áramál, vóru Føroyar uttan iva eisini millum tey harðast raktu londini í dag, legði hann aftrat. Orkukreppa Høgni Hoydal vísti á, at saman við altjóða fíggjar­ kreppuni hevur heimurin eisini rent seg í eina kreppu, sum vit kunnu rópa ein umhvørvis­ og orkukreppa. ­ Tann ótálmaða fram­ leiðslan og orkunýtslan hevur sett heimin at mørk­ um, har heimsins veðurlag og javnvág í náttúrukreft­ unum er álvarsliga hótt. Stórar broytingar og koll­ veltandi umleggingar verða avbjóðingin hjá øllum heimsins londum. Tann ævigi vøksturin og ovur­ nýtsla teirra vælbjargaðu kann ikki prædikast sum hugsjón longur. Hann segði, at víst er ein materiellur vøkstur skaptur seinastu øldina ­ serlig í vesturheiminum – sum fáur hevði droymt. ­ Men seinasta øldin og byrjanin á hesar gjørdist eisini tann blóðugasta í søgu menniskjans. Seinastu árini eru vit aftur skelkað av meiningsleysum kríggi millum fólk, ið skuldu liva saman sum frændur og grannar. Líka so nógv fólk, sum læknavísindin hevur bjargað frá sjúku, líka so nógv fólk hevur framkomin tøkni dripið í 20. øld. Samstundis sum okkara vitan um náttúruna hevur ment seg í risalopum, hava vit oytt djóra­ og plantulív kring allan heim. Sam­ stundis, sum vit framleiða størri og størri mongd av vørum og hentleikum, veksur munurin millum rík og fátæk í heiminum. Høgni Hoydal helt fyri, at læran av 20. øld er, at framburður uttan menn­ iskjalig virðir skapar onga framtíð, at tøknilig nýskap­ an og materiellur vøkstur hava einki virði í sjálvum sær. ­ Byggja vit ikki á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennur seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á, so er ongin framburður møguligur. Seta vit blint okkara álit á blindar kreftir sum pengar, kapital, vísindi ella lærur um, hvussu søgan fer at enda, so skapa vit gróðrarbotn fyri meinings­ loysinum, segði floksfor­ maðurin, Høgni Hoydal á flokstinginum. - Tær politisku skipanirnar hava bæði slept allari stýring og forsømt eftirlitið við einum fíggjarheimi, sum hevur sprænt pengar út í einum altjóða pokerspæli, har eingi verulig virði vóru aftanfyri, segði Høgni Hoydal á flokstingi í vikuskiftinum Mynd: Gunnar Bjarnason Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ­ Føroyar eru eitt gott land at skapa framtíð í, har menniskjalig virðir, fólka­ ræði, samhaldsfesti og kærleiki eru drívmegin. Høgni Hoydal segði á, at í Føroyum kunnu vit liva av náttúruni og við náttúruni uttan at oyða og dálka í jagstranini eftir stuttskygd­ um, materiellum framburði. ­ Her kunnu vit liva, so­ leiðis at eingin dettur burt­ urímillum í gloymsku, og har eingin kann gera nakað, uttan at síggja avleiðing­ arnar av sínum gerðum. Her eiga vit eisini at kunna dyrka tað virði, at vit eru ymisk og ósamd – at vit eiga originalar, kverulantar, skræðugákar, fantastar og stillfør arbeiðsfólk, ið hvør duga eina rúgvu. Hann segði, at henda møguleika hava vit í einum lítlum samfelag sum okk­ ara, tí vit eru nær hvørjum øðrum og hava gjøgnum søguna altíð merkt bein­ leiðis, at næstans lív ella deyð eisini er okkara gleði og sorg. ­ Her hava vit møguleikan at geva frælsinum eitt veru­ ligt innihald. Frælsi er at kunna taka avgerðir og at taka ábyrgdina av avleið­ ingunum. Frælsi er ikki at sæta sær sjálvum og síðani renna undan ábyrgdini ella biðja onnur um at verja okk­ um móti okkum sjálvum. Høgni Hoydal vísti á, at tey lond og samfeløg, ið frægast megna at umstilla seg til ein broyttan heim, har burðardygg framleiðsla, umhvørvisverd, varandi orkukeldur, fólkaræði og haldførir fíggingarhættir skulu byggjast upp, hava møguleikan at ganga undan í hesi øldini. Hann segði, at altjóða samstarv og krøvini til hvørja einastu politisku og búskaparligu eind má gerast algilda hugmyndin. ­ At vit hava ikki bert arvað heimin, okkara land, okkara mentan og okkara virðir frá teimum, sum hava gingið undan, men at vit hava lænt tey frá okkara abba­ og ommubørnum, segði Høgni Hoydal, floks­ formaður. At geva frælsinum eitt veruligt innihald - Í Føroyum hava vit møguleikan at geva frælsinum eitt veruligt innihald. Frælsi er at kunna taka avgerðir og at taka ábyrgdina av avleiðingunum. Frælsi er ikki at sæta sær sjálvum og síðani renna undan ábyrgdini, segði formaður Tjóðveldisins tíðindi