mánadagur 23. mars 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 57 - 23. mars 2009
tíðindi
Sólfríð Fjalsbak læt
seg stilla upp móti
Halli Ellingsgaard
sum formaður í aðal
stjórn Tjóðveldisins,
men tá avtornaði, dró
Hallur longra stráið
og verður sitandi sum
aðalstjórnarformaður
Floksting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Regluliga floksting Tjóð
veldisins varð hildið í besta
veðri í Skálavík fríggja
kvøldið og allan leygar
dagin.
Tað var formaðurin í
aðalstjórn floksins, Hallur
Ellingsgaard,
sum
setti
tingið.
Grannskoðaður
rokn
skapur varð framlagdur og
samtyktur.
Roknskapurin vísti, at
ársúrslitið er eitt hall upp á
slakar 270.000 krónur. Út
reiðslurnar til løgtingsvalið
í januar 2008 gjørdust
tilsamans 720.000 krónur.
Tjóðveldi er annars væl
fyri og styrkir seg til
komandi løgtingsval, sum
sagt verður.
Sama nevnd
Áki Jacobsen hevur verið
kassameistari síðan 2002,
og hann heldur fram í starvs
nevndini eins og restin av
nevndini.
Sólfríð Fjalsbak, sum
eisini er forkvinna í Demo
kratia, læt seg til flokstingið
hesaferð stilla upp móti
aðalstjórnarformanninum,
Halli Ellingsgaard, men tá
avtornaði, dró Hallur longra
stráið og heldur fram sum
formaður.
Eftir val av starvsnevnd á
flokstinginum í Skálavík
fríggjakvøldið, er greitt, at
øll starvsnevndin heldur
fram.
Í nevndini eru Høgni
Hoydal, floksformaður, Tór
bjørn Jacobsen, politiskur
næsformaður, Hallur Ell
ingsgaard aðalstjórnarfor
maður og ópolitiskur næst
formaður, Sjúrður Skaale,
nevndarlimur
fyri
ting
manningina, Jónfríð Hjelm,
vanligur nevndarlimur og
Barbara Holm, nevndar
limur fyri Unga Tjóðveldi.
Áhugaverdar røður
Leygardagurin byrjaði við
formansfrágreiðingini hjá
Høgna Hoydal, og síðan var
orðaskifti.
Eftir døgurða leygardagin
var politiskt orðaskifti undir
heitinum “Nýggjar leiðir í
búskapi, tilfeingi, umhvørvi
og mentan”
Her vóru fleiri áhuga
verdar framløgur, sum vit
fara at venda aftur til í
Sosialinum í hesi vikuni.
Jóhanna Olsen, deildar
leiðari á Umhvørvisstovuni,
tosaði um umhvørvismál,
Tórbjørn Jacobsen, løg
tingsmaður, røddi um til
feingismál, Niels Christian
Nolsøe, stjóri á Elektron,
hugleiddi um fíggjarog
búskaparmál og Petur Pál
son, lærari, yrkjari og tón
leikari, hevði áhugaverdar
hugleiðingar um mentamál.
Seinast á flokstinginum
leygardagin varð yvirlýsing
skrivað og samtykt, sum vit
endurgeva á blaðsíðu 27 í
dag.
Góð ársveitsla
Tá seinasta orðið varð sagt
á sjálvum flokstinginum
fóru fólk at fyrireika seg til
ársveitslu.
Á sjálvum flokstinginum
vóru umleið 7080 fólk, og
á leið sama tal var við til
hugnaligu
veitsluna
í
Kelduni í Skálavík, har eitt
nú
Fríðhild
Winther
í
Skopun stóð fyri undir
haldinum.
Hallur
heldur
fram
Øll starvsnevndin
hjá Tjóðveldinum
heldur fram
eftir flokstingið
í Skálavík - við
Halli Ellingsgaard
(fremstur á
myndini) sum
aðalstjórnarformanni
Mynd: Gunnar Bjarnason
Eini 70-80 fólk vóru á
flokstingi Tjóðveldisins
í Skálavík fríggjakvøldið
og leygardagin. Hýrurin
á fólki var góður, og nógv
nýttu høvi at luttaka í
kjakinum um politisk mál
Mynd: Gunnar Bjarnason