mánadagur 23. mars 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 23. mars 2009
31
FUTT í Býin og G!
Festivalurin hava lagt seg
á sama vikuskifti í summar.
Fyrireikararnir eru ikki sam-
dir um, hvør skal bakka
G! Festivalurin og FUTT í
Býin hava lagt seg á sama
vikuskifti í summar. Hóast
G! áður hevur verið eitt
vikuskifti fyrr, so hava fyri-
reikarar tikið stig til, at G!
Festivalurin skal verða eina
viku seinni enn vanligt.
G! plagar at verða 3.
vikuskiftið í Juli, men av
tí at nýggi festivalurin,
Festivalurin við Múrin,
hevur lagt seg á hetta viku-
skiftið, so hevur G! avgjørt
at leggja seg á 4. vikuskiftið
í Juli.
Hetta hevur FUTT í Býin,
festivalurin í Tórshavn,
eisini havt ætlanir um, men
nú letur til, at Havnin hevur
bakkað fyri Gøtu.
- Eg fekk at vita frá FUTT
fyrireikarunum í gjár, at tey
ætla at flyta teirra festival
til 27. juli, og tað halda vit
tænir báðum pørtum væl,
sigur Jón Tyril, fyriskipari
av G! Festivalinum
Men fyrireikararnir av FUTT
hava eina aðra støðu til
málið.
- Vit hava ikki enn avgjørt
um vit ætla at flyta FUTT
í Býin ella ikki, sigur
Jóhannes á Rógvu, fyri-
skipari.
Enn er ikki greitt um G!
Festivalurin og FUTT í Býin
verða sama vikuskifti, ella
um semja fæst um málið
áðrenn.
- Tónleika marknaðurin
heldur eftir øllum at døma,
at tað er neyðugt at mjólka
hvønn gullkálvið ein
kann finna fram. Soleiðis
siga ummælarar hjá
ekstrabladet.dk um X-Factor
Nú skulu børnini í
Kongaríkinum eisini plága
teirra foreldur fyri at fáa
fingrarnir í eina “discount”
vøru, sum inniheldur eitt
ella fleiri innsløg frá teimum
meira ella minni talentleysu
nýggju finalistunum í ársins
X-Fator kapping.
Samlað við rópunum
hjá áskoðarafjøldini og
tónaleysum tulkingum av
øllum frá landaplágum til
evergreens í liveútgávum,
ið eru skerdar niður til 2
minuttir, so at hyggjararnir í
ótolni ikki skifta yvir á BBC.
At geva 149 krónur fyri
hesar útgávurnar, ið eru ein
niðran av upprunaskøldum
sum the Bee Gees, svarar
til at gjalda 495 krónur
fyri ein tilvildarligan
umgang av amatør fótbólti
millum hundalortarnar í
Kløvemarken, tá ein kann
gjalda tað sama fyri ein
túr í Parken og síggja ein
dyst ímillum Danmark og
Svøriki.
Soleiðis sigur ummælarin
hjá Ekstra Blaðnum um
nýggju X-Factor fløguna.
Ósemja ímillum FUTT og G!
Ófatiliga vánalig
X-Factor fløga!
Hetta halda ummælarar í Danmark um Lindu og hinar
luttakararnir í X-Factor
1. Asian Sensation
- Ikki júst teir tríggir Tenorarnir, men hvør kann lata
verða við at smílast ?
2. Mohamed.
- Timing sum ein tikari. Tann loyniligi sætti limurin í
The Jackson 5
3. Sidsel
- Ein sær ein skroypiliga sál, ið allarhelst verður
kroyst í miðla mylluni.
4. Linda.
- Celine Kyrkjebø. Hevur eina vakra rødd
5. Claus.
- Yvirlærari í fittaskúlanum. Ansin anonymitetur og
takksamt einki.
6. Alien Beat Club.
- Kynsleyur dansur í ungdómsklubbanum.
Einkisigandi tvass.