týsdagur 24. mars 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 58 - 24. mars 2009
Stovurnar á barna
deildini á Lands
sjúkra húsinum hava
fingið eina kerliga
hond við penslinum.
Tað er pedagogurin á
deildini, Esther Djur
huus, ið hevur málað
vøkru veggirnar, sum
eru til gleði fyri børn
og foreldur
List
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað er stuttligt at koma inn
á barnadeildina á Lands
sjúkra húsinum
nú.
Teir
annars so hvítu veggirnir
hava fingið eina kerliga
hond við penslinum, sum
pedagog urin Esther Djur
huus hevur hildið. Hon
hev ur við akrylmáling mál
að langveggirnar á teimum
fýra stovunum, soleiðis at
tær nú mynda hvør sína
árstíð.
Eg tekni við fríhond. Eg
teknaði nógv sum barn,
men havi ikki gjørt stórvegis
við tað í mínum vaksna lívi,
sigur Esther Djurhuus.
Starvsfólkini á deildini
hildu hvítu veggirnar vera
so keðiligar hjá børnunum
at hyggja at, og Esther
Djur huus setti sær tí fyri at
mála teir og gera teir meir
áhugaverdar at hyggja at.
Eg byrjaði í 2006, og
havi síðan nýtt høvi at mála
stovurnar tá tær hava staðið
tómar; fyri tað mesta í
feriu num.
Íblásturin til veggja máln
ing ar nar hevur hon fingið
úr náttúruni, og hevur hon
annars málað nakað av tí,
hon minnist frá sínum
barna árum. Tað er náttúran
og djórini, ið eru dominer
andi í myndunum, og smáar
detaljur sum ein brúnur
hund ur
gongur
aftur
í
myndu num
á
hvørjari
stovu, og í einum vindeyga
situr ein ketta og hyggur út
á fjørð. Kavi við kava
monn um og jólamonnum,
eitt dunnupar við ungunum
í eini á og tveir hestar, ið
Esther Djurhuus eina ferð
sá úr stovuvindeyganum á
barna deildini, eru millum
djór ini, ið síggjast kunnu á
veggjunum.
Eg veit, at bæði foreldur
og børn eru sera fegin um
veggirnar. Foreldrini kunnu
nýta myndirnar á vegginum
til at siga børnunum søgur.
Onkur hevur nýtt kava mann
in til at fáa dóttrina at eta.
Hvørja ferð gentan fekk eina
skeið av mati, skuldi kava
maðurin eisini hava eina,
sigur hon við einum smíli.
Listaverkini vera nokk
ongan tíð liðug, heldur Esther
Djurhuus. Hon kann blíva
við at tekna okkurt aftur at,
og vísir á eina á, sum hon
kundi hugsað sær rann í
haganum millum fuglar nar
og tey spælandi smá lomb ini.
Bara børnini eru glað, so
eri eg eisini glað.
Esther ger børnini glað
Nýútbúgvin og ágrýtin
búskaparfrøðingur søkist
Nýútbúgvin og ágrýtin
búskaparfrøðingur søkist
Fiskimálaráðið søkir eftir
einum búskapargranskara
til komandi granskingar verkætlanir
hjá Fiskivinnu gransking.
Les meira á www.fvg.fo
Fiskimálaráðið søkir eftir
einum búskapargranskara
til komandi granskingar verkætlanir
hjá Fiskivinnu gransking.
Les meira á www.fvg.fo
Fiskimálaráðið
Esther Djurhuus hevur starvast sum pedagogur á barnadeildini á Landsjúkrahúsinum í 20 ár. Seinastu árini hevur við akrylmáling málað veggirnar á stovunum á
barnadeildini, sum mynda náttúruna og hennara egnu barndómsminni
Mynd: Jens Kristian Vang
Lítli Eyðun Johnsson Høgenni var
fegin um lítlu gentuna á vegginum, ið
situr í lastini á eini súkklu
Mynd: Jens Kristian Vang
Hvør stova myndar eina árs
tíð. Her síggjast nøkur børn
spæla í ánni ein summardag
Mynd: Jens Kristian Vang