týsdagur 24. mars 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2009
3
Ársaðalfundur
í P/F Føroya Banka
www.foroya.fo
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Føroya Banka
mánadagin 30. mars 2009 kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn.
sett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av
eini ikki meira enn 5 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella
frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðnum) sum skjalprógv fyri
partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at parta-
brøvini ikki eru ella verða avhendað øðrum, áðrenn aðalfundurin er hildin.
Ársroknskapurin 2008 og dagsskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2008 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing koma
saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja frammi á høvuðs-
skrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar fyri
aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur
og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 og er sundurlutaður í partabrøv
á kr. 20. Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.2. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5
dagar undan aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part
ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin
partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira
enn svarandi til 10% av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru
fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga
tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu kon-
cern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða
fyri meira enn svarandi til 10% av partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við
einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at
løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið,
sum ikki er longri enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,
uttan so at partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna
avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt
við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum
við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3
av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av
quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av
bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða
partapeningi. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og
fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
P/F Føroya Banki hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen
A/S. Partaeigarar bankans kunnu velja P/F Føroya Banka sum kontoførandi
stovn við atliti til at útinnna fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F Føroya
Banka.
P/F Føroya Banki,
nevndin
Dagsskrá
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári.
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning
til góðkenningar og ársfrágreiðing.
3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapinum.
Sum kunnugt luttekur bankin í bankapakka I. Bankin hevur tískil
sambært § 16 c, nr. 1 í Lov om finansiel stabilitet ikki loyvi at rinda
vinningsbýti.
Tó kann bankin frá 1. oktober 2010 rinda vinningsbýti, treytað
av at hetta er í mesta lagi ájavnt við ársúrslit bankans.
4. Val av nevndarlimum.
Nevndin verður vald á aðalfundinum, undantikið teir nevndarlimir, sum
verða valdir sambært reglunum um starvsfólkaumboðan í nevndini.
Sambært grein 10.2 í viðtøkunum skal aðalfundurin velja
4-6 nevndarlimir, sum sita til næsta ársaðalfund.
Teir verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimirnir standa fyri vali.
Nevndin mælir til afturval av verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimum.
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum.
Sambært grein 14.1 í viðtøkunum fara verandi grannskoðarar bankans
frá, og ársaðalfundurin skal velja ein ella fleiri grannskoðarar fyri eitt
ár í senn.
Nevndin mælir til, at aðalfundurin atkvøður um val av einum
av fylgjandi grannskoðarum:
a) Rasmussen & Weihe, Løggilt grannskoðanarfelag P/F,
saman við PricewaterhouseCoopers.
b) SPEKT Sp/f statsautoriseraðir revisorar, saman við KPMG Danmark.
6. Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild
til at lata bankan ogna sær egin partabrøv:
»Aðalfundurin gevur nevndini heimild inntil komandi ársaðalfund at
lata bankan ogna sær egin partabrøv – til ognar ella til pant – upp til
eitt samlað áljóðandi virði svarandi til í alt 10% av partapeningi bankans,
smb. § 48 í partafelagslógini. Tá bankin ognar sær egin partabrøv
til ognar, má keypskursurin ikki víkja frá børskursinum við meira
enn 10%.«
7. Ymiskt
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bank-
ans, www.foroya.fo, ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar er mikudagin
25. mars 2009 kl. 16.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møgu-
leika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans, www.foroya.fo, og á
høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn er eitt fulltrúarskjal, sum
kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja tað, ber til at
geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at
viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrá-