týsdagur 24. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 58 - 24. mars 2009
Ung og eldri,
føroyingar og danir
stuðlaðu Lindu og
sungu saman við
henni, tá hon saman
við Muhamed og
Alien Beat Club
fyltu Ráðhúsplássið í
Keypmannahavn við
60.000 áhoyrarum
X-FACTOR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ráðhúsplássið,
Keypmannahavn:
Finalan nærkast av álvara.
Kappingin,
sum
umleið
tvær milliónir hyggjarar
hava fylgt á DR1 hvørt
fríggjakvøld seinastu vikur
nar, er um at vera av. Stóra
slagið verður um tríggjar
dagar. Tá fellur avgerðin,
hvørt tað verður Alien Beat
Club, Muhamed ella Linda,
ið vinnur XFactor 2009.
Í gjárkvøldið varð hitað
upp til stóra finalukvøldið.
60.000 áhoyrarar bíðaðu
spentir, tá klokkan gjørdist
sjey. Longu klokkan fýra
vóru eini 1000 fólk savnað
á
Ráðhúsplássinum,
so
bestu plássini frammanfyri
stóra pallin fóru tíðliga.
Hesi 1000 fólkini komu
tó at bíða í nærum hálvan
fjórða tíma, tí klokkan
nærkaðist hálvgum átta,
áðrenn fjøldin fekk stjørn
urnar at síggja og hoyra.
Hoyra er tó kanska í so
nógv sagt, tí fyrstu sekund
ini av fyrsta lagnum hjá
Alien Beat Club hoyrdist
røddin hjá sangarunum als
ikki, og tað var ikki fyrr
enn, at Linda og Muhamed
høvdu verið á pallinum
eisini, at ljóðið á sjálvum
Ráðhúsplássinum
kom
ordiliga upp á pláss. Heima
í stovunum kring land og
ríkið – skilst – at ljóðið ong
antíð var nakað at reypa av.
Á Ráðhúsplássinum sveik
myndin á stórskýggjanum
eisini fyrstu løtuna av
konsertini, so mongu børn
ini og hálvvaksnu ung
dómarnir høvdu serstakliga
trupult at síggja, hvussu
leikur fór fram á sjálvum
pallinum.
Sum á ólavsøku
Tað ráddi eisini um at vera
vakin og ikki spilla tíðina,
meðan luttakararnir vóru á
pallinum. Tveir sangir hvør
og eitt felagseykanummar.
Tilsamans ein lítil hálvur
tími av tónleiki var tað, ið
borðreitt varð við.
Hetta halda danskir fjøl
miðlar lítið um. Millum
annað spyr ummælarin hjá
Ekstra Bladet, um tað
yvirhøvir ber til at kalla
tiltakið, sum sjónvarpsrásin
DR1 og útvarpsrásin P4 í
felag skipaðu fyri, fyri eina
konsert?
Hesum vóru teir flestu av
teimum 60.000 áhoyrar
unum á Ráðhúsplássinum
tó samdir um, at tað væl bar
til. Lagið var av tí besta.
Onkur av føroysku áhoyrar
unum helt speiskliga fyri,
at tað var sum á ólavsøku,
og sipaði helst til mid
náttarsangin á Vaglinum í
Havn, tá fólk, eins og á
Ráðhúsplássinum í gjár
kvøldið, stóðu so tætt, at
tað hvørki bar til at koma til
høgru ella vinstru.
Fjøldin var enn tá so stór,
at
fyrireikararnir
komu
fram á pallin stutt undan
konsertin byrjaði og heittu
á fólk, um at trína eitt fet
aftur, so at tað ikki gjørdist
ov trongt hjá teimum, ið
stóðu heilt frammi undir
pallinum.
Linda var best
Beint áðrenn luttakararnir
fóru á pallin, segði Linda
við Aftenshowet hjá DR1,
at hon var eitt sindur uppi
Danir snýta í skatti
Bæði einstaklingar og feløg snýta í skatti, og alt fleiri verða meldað
fyri skattasvik. Í fjør sendi danska skatavaldið løgregluni 610 mál
um svik við skatti og meirvirðisgjaldi, og tað var tvær ferðir so nógv
sum árið fyri, skrivar Politiken. Jens Christiansen hjá skattavaldinum
sigur við blaðið, at talan er bæði um mál við smáum upphæddum og
mál, har fyritøkur hava svikað fyri milliónir. Skattavaldið sigur, at
tað ger meiri við at leita eftir sviki í vinnugreinum, har møguleikin
fyri at finna svik er størri enn aðrastaðni.
Seta prís á sjálvstýrið
Í Grønlandi eru er arbeiðsgevarafelagið farið undir
eina kanning, sum skal vísa, hvat tað fer at kosta grøn
lendska samfelagnum at fáa sjálvstýri og seinni full
veldi. Fyrst verður staðfest, hvat krevst av einum sjálv
støðugum samfelagi í dag, og so verður roknað út, hvat
tað hevði kostað Grønlandi. Formaðurin í arbeiðsgev
arafelagnum, Henrik Sørensen, sigur við KNR, at tað
er neyðugt hjá tí almenna at leggja langtíðarætlanir, og
tí er kanningin neyðug. Ætlanin er, at úrslitið verður
greitt um einar fýra mánaðir.
60.000 fólk sun
- Tað verður neyvan størri enn
hetta, segði ovurhonds fegna
Linda eftir frálíku framførslu
sína í gjárkvøldið
Mynd: Polfoto