Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2009 Jórun Høgnesen, Sigrið Mikkjalsdóttir, Sofía Arge Poulsen, Petra Arge Poulsen og Henrietta Arge Poulsen á Ráðhúsplássinum beint undan stóru konsertini í gjárkvøldið Mynd: Rólant Waag Dam Fleiri kvinnur koyra við kenning Í Danmark eru kvinnurnar so væl umboðaðar á listanum við teimum, sum koyra rúsdrekkakoyring, at lutfalsliga hava tær ongantíð verið so nógvar sum nú. Í 2007 vórðu 854 danskar kvinnur skuldsettar fyri at koyra ávirkaðar av rúsdrekka. Tað var 10,6 prosent av øllum rúsdrekkamál­ unum, og so stóran part hava kvinnurnar ikki átt fyrr, skrivar Ritzau. Hagtølini vísa eisini, at kvinnurnar aftra seg ikki við at fara væl longri enn loyvt. Eitt nú bleiv ein tilkomin kvinna tikin í Kolding fyri stuttum, og blóð­ royndin avdúkaði, at promeillanm var oman fyri fýra. Fólk flyta av bygd Í Grønlandi hevur eitt uppskot um at niðurloeggja allar bygdir, sum hava minni enn 100 fólk, fingið misjavna mót­ tøku. Formaðurin í Siumut­felagnum í Nuuk, Kim Godtfred­ sen, sigur við KNR, at skulu bygdir leggjast niður, skal tað gerast í samráð við tey, sum búgva í bygdunum, og bygda­ fólkini skulu eisini verða við til at taka avgerðina, sigur hann. Kim Godtfredsen ássannar, at tey seinnu nógvu árini eru bygdirnar minkaðar, uttan at nakar hevur biðið fólk flyta haðani, og tað er ein sannroynd, sum politikararnir mugu hava eina hugsan um, sigur hann. at koyra, sum hon tók til. Tá hon so trein á pallin, fekk hon fjøldina upp at koyra við vælsvingandi lagnum Mercy hjá Duffy. Ongantíð áður hevur Linda staðið einsamøll frammanfyri 60.000 áskoð­ arum, men tað var sjónligt, at tað ikki var hennara fyrsta ferð á palli. Hon tóktist onkursvegna at vera ógvuliga avgjørd um, at teir seks ella sjey minuttirnir, hon hevði einsamøll saman við fjøldini, máttu gagn­ nýtast á besta hátt. Tí spenti hon seg út og staðfesti enn einaferð, at hon er ein fram­ úrskarandi songkvinna. Verður samanborið við framførslurnar hjá bæði Alien Beat Club og Muham­ ed, so er Linda avgjørt tann, ið kom best frá sínum sang­ um í gjárkvøldið. Um hini kann heilt stutt sigast, at Alien Beat Club onkursvegna ikki megnaði at fylla pallin út, meðan Muhamed kom nakað nervøst frá byrjan, men vaks við uppgávuni og var hann, ið fekk flest skrýggj, róp og lógvabrestir. Hetta síðsta er eisini tað, ið danskir fjølmiðlar gera nógv burturúr. Bamsir, blómur og enn tá onkrar trussir vórðu tveittar niðan á pallin til bert 15 ára gamla Muhamed. Linda fekk ongar trussir tveittar niðan á pallin. Hin­ vegin varð hon í donskum fjølmiðlum róst fyri sínar framførslir. – Við eini brakandi út­ gávu av Mercy hjá Duffy, kom Linda sum tann einasti luttakarin veruliga út um pallkantin, sigur ummælarin hjá Ekstra Bladet millum annað. Speiskliga leggur hann aftrat, at røddin hjá Lindu er størri enn sjálv­ gleðin hjá dómaranum Thomas Blachman. Økt trýst og harðari kapping Spennandi verður nú at finna út av, um gleðin hjá Lindu verður størri enn tiltikna sjálvgleðin hjá Thomas Blachmann fríggja­ kvøldið. Í gjárkvøldið fram­ førdi hon uttan nakað trýst ella nakra kapping. Fríggja­ kvøldið er trýstið størri og kappingin harðari enn nakrantíð áður. X­Factor finalan byrjar klokkan sjey føroyska tíð, og klokkan hálvgum níggju verður vinnarin funnin. Linda hevur bæði eldri og yngri, føroyskar og danskar fjepparar Mynd: Rólant Waag Dam Ingva Sørensen og Guðrun Dimon vóru partur av ovurhonds stóru fjøldini, ið lýddi á Alien Beat Club, Lindu og Muhamed í gjárkvøldið Mynd: Rólant Waag Dam ngu saman við Lindu