týsdagur 24. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 58 - 24. mars 2009
Nógvir bankar hava
í løtuni stór reyð tøl
á botnlinjuni, men í
Suður oyar Sparikassa
eru tey svørt fyri
2008, hóast talið ikki
er størri enn 187.000
krón ur fyri skatt.
Hetta er ein stór
aftur gongd í mun
til 2007, men Søren
Bruhn, stjóri, er væl
nøgd ur við úrslitið,
tá hugsað verður
um stóru eingangs
út reiðsl ur nar
RoknskapuR
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Suðuroyar Sparikassi hevði
í 2008 eitt endaligt úrslit á
187.000 krónur í avkasti.
Eftir skatt er hetta tal
154.000 krónur. Hetta er
ein stór afturgongd í mun
til 2007, tá úrslitið var
næstan fýra og ein hálv
millión í avlopi fyri skatt.
- Vit roknaðu næstan alla
tíð ina við einum lítlum
av kasti, men tá alt byrjaði
at skrambla saman vóru vit
eitt sindur bangin um botn-
linjuna, sigur Søren Bruhn,
stjóri.
Minkingin á talinum á
botn linjuni stavar fyrst og
fremst frá burturleggingum
og umsiting av teldu skipan-
ini.
- Ætlanin var at skifta
skipan ina frá Elektron til
DEC, sum er tann danska
teldu skipanin fyri bankar.
Hetta gav okkum umleið
eina millión í meir út reiðsl-
um. Tá mann so valdi at
lata vera við at skifta
skipan ina, so bleiv tað
so leið is, men nú er ætlanin
so at skifta til SEC, sum er
tann norðurlendska skipan-
in, greiðir Søren Bruhn frá,
og leggur afturat, at 2008
kundi verið besta árið hjá
bankanum, um tað ikki var
fyri hesar útreiðslur og
banka pakka 1.
Í
2007
lat
bankin
2.000.000 í vinningsbýti til
parta eigararnar, men í ár er
tað ikki aktuelt, tí hesum
forðar bankapakki 1.
Burturleggingar
hava
eisini
ein
leiklut
í
útreiðslunum.
- Burtur legg ing ar nar hjá
okkum ikki so høg ar, sum
tær
standa
at
vera
í
roknskapinum,
tí
reella
tapið er nokk einar 200.000
krónur, men lógarkrøv fram
til fyrsta januar hava havt
við sær, at bara møguleiki
var fyri mistum peningi, so
skuldi tað við, sigur Søren
Bruhn.
Frá fyrsta januar var tað
bara reelt tap, sum skal við
í roknskapin.
Rentan
Hóast
útreiðslurnar
eru
øktar rættiliga nógv, so
hevur bankin eisini fingið
mun andi fleiri inntøkur.
Rent an er lækkað fleiri
ferðir, júst sum hjá hinum
banku num, og hetta hevur
bank in somuleiðis nýtt at
vaksa um inntøkurnar við
at hækka rentumarginalin.
Hetta skal skiljast sum, at
munur in millum innláns-
rentu og útlánsrentu er
vaks in, so bankin eigur
meira eftir.
- Hetta er ein náttúrlig
gongd, tá vit hugsa um
hørðu
kappingina,
sum
hevur verið um útlán til set-
hús. Hjá okkum rakti kapp-
ingin nokk so hart, tí set-
húsa marknaðurin er okkara
øki, og tilsvarandi eru vit
nú farin at vinna meiri pen-
ing, nú kappingin um útlán
er minkað.
Tryggur banki
Eisini greiðir Søren Bruhn
frá, at í hesum tíðum hevur
tað víst seg at loysa seg at
vera varin. Her hevur bank-
in gjørt av, at hava eitt sera
lágt útlánsprosent. Tað er
pen ingurin, sum er inni í
mun til tann, sum er úti.
Í Suðuroyar Sparikassa
er útlánsprosentið 80, og
hetta er millum tey lægstu í
kongaríkinum. Í 2007 var
útláns prosentið 95.
- Hetta ger sjálvandi, at
vit ikki vinna líka nógvan
pening, sum vit kundu, men
vit halda tað vera ein
fyrimun at hava eitt lágt
útláns prosent í hesum tíð-
um. Tá rákið so fer at
venda, tá kann tað verða, at
vit hækka tað fyri at vinna
meiri pening, sigur hann.
CO2 lán
Í fjør fór bankin í gongd við
eitt nýtt konsept við lánum.
Hetta eru CO2 lánini, sum
bankin samstarvar við arki-
tektar um, men enn er ong-
in, ið nýtir hetta tilboð.
- Tað eru eini 10, har
arki tektarnir hava verið og
gjørt eina meting av húsu-
num, men enn er ongin, ið
nýtir hetta tilboð. Hetta er
heldur ikki nakað, sum vit
beinleiðis fara at vinna so
nógvan pening uppá, men
tá ein kanning er gjørd av
einum húsum, so eru vit
tryggari við, um hetta eru
ein góð ella eini ring hús, tí
ger hetta virksemið hjá
okk um tryggari, umframt at
vit kunnu vera við til at
minka um útlátið.
Køksborðið
Í samstarvi við Postverkið
er Suðuroyar Sparikassi
eisi ni farin í gongd við eina
kurér tænastu, har tú til
døm is kanst gjalda rokn-
ing arnar á køksborðinum.
Eisi ni hesum sær bankin
stórar fyrimunir í, tí hetta
merk ir, at bankin røkkur
kring alt landið, so veruligur
tørv ur er ikki á fleiri deild-
um, sambært stjóranum.
Hann vísir somuleiðis á, at
hetta var nýggja tilboðið í
2009, og tað hevur alla tíð-
ina verið ætlanin hjá teim-
um at koma við einum
nýggj um tilboðið hvørt ár,
og tí verða ikki fleiri í ár.
Betri 2009
Í roknskapinum hjá banka-
num stendur, at bankin
vænt ar sær eitt betri úrslit í
2009. Hetta fer sambært
stjór an at hava við sær, at
bank in fær eitt avkast á
einar
tvær
til
tríggjar
millión ir krónur.
- Tað er greitt, at 2009
ikki verður besta árið í
søgu ni, tí bankapakki 1 skal
gjald ast gjøgnum alt árið.
Men hinar útreiðslurnar
verða helst minni, og tí rok-
na vit við einum betri úrsliti
í ár, sigur Søren Bruhn.
Hann vísir millum annað á,
at nú er lutfalsliga dýra
kann ing ar arbeiðið til teldu-
skipan ina longu gjørt, og
tað merkir færri útreiðslur.
Eisi ni vísir hann á, at rentu-
marginalurin allarhelst ikki
fer at minka í 2009 og at
hetta er við til at halda fast
um inntøkugrundarlagið.
Suðuroyar
Sparikassi
hevur biðið aðalfundin um
heimild at vera við í banka-
pakka 2, og tí roknar stjórin
við, at bankin fer at taka av
tilboðnum, tí so stendur
bankin tryggari.
Lítil svørt tøl á botnlinjuni
Í fongsul fyri flogvanlukku
Flogskiparin og stýrimaðurin á einum tunesiskum flogfari, sum
neyðlendi á sjónum nærhendis italsku oynni Sisilia í august í
2005, vórðu í gjár dømdir tíggju ára fongsul. Flogfarið mátti
seta seg, tí tað hevði einki brennievni eftir.16 av ferðafólkunum
doyðu, og 23 sluppu við lívinum. Fimm onnur fólk, teirra
millum stjórin í felagnum Tunister, sum átti flogfarið, vórðu
eisini funnin sek, men tvey fólk vórðu fríkend. Eingin av
teimum ákærdu var í rættinum, tá dómurin fall.
Donsk kona dripið fleiri
Í Danmark hevur løgreglan illgruna um, at ein 52 ára
gomul kvinna kann hava beint fyri fleiri fólkum. Í fyrsta
lagi vil løgreglan vera við, at kvinnan myrdi ein 53 ára
gamlan mann í 2007 við at geva honum eitur. Harafturat
er illgruni um, at kvinnan hevur roynt at myrða sín 66 ára
gamla sambúgva við knívi. Hetta var í fjør, og tá bleiv
kvinnan handtikin í býnum Næstved. Men aftan á fleiri
kanningar heldur løgreglan tað ikki vera óhugsandi, at
kvinnan hevur beint fyri vermammu síni og kanska eisini
øðrum í familjuni, skrivar Ritzau. Hesi viðurskiftini
verða nú kannað.
Hóast Suðuroyar Sparikassi hevði
nógv fleiri útreiðslur í 2008 enn í
2008, so megnaði bankin at hava eitt
úrslit, sum er ovaru megin null