Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2009 Tað nærkast einari semju millum ABC- flokkarnar um Atlantsflog-málið, men full semja er kortini ikki um niðurstøðuna av fundinum millum flokkarnar NEVNDARVAL Leo Poulsen/Eyðun Klakkstein Fyrrapartin hava formenn­ inir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Javn­ aðarflokkinum verið á fundi um spentu støðuna, og líkt er til, at ein semja kann fáast um málið. Ætlanin nú er, at Vinnu­ málaráðið kallar privatu partaeigararnar í Atlants­ flog á fund fyri at vita, um tað ber til at finna eina loysn saman við teimum um nevndarbýtið í Atlants­ flogi. Johan Dahl, landsstýris­ maður í vinnumálum, hev ur havt ætlanir um at styrkja almennu umboð­ anina í nevndini hjá At ­ lants flog og at skifta nevndarlimir út. Privatu partaeigararnir fingu her­ fyri at vita, at teir kunnu rokna við at missa sína um boðan í nevndini. Tað hava partaeigararnir verið misnøgdir við, og Fólka flokkurin bæð fríggjadagin løgmann steðga ætlanini hjá Johan Dahl. Í gjár gjørdi Kaj Leo Johannesen greitt, at hann fer ikki at blanda seg upp í málið, tí hann hevur álit á arbeiðnum hjá Johan Dahl. Hetta fekk Fólkaflokkin at biðja um fund við løg­ mann, og í morgun hava leiðararnir í ABC­flokk­ unum fundast um málið. Jørgen Niclasen segði fyri fundin, at hann roknaði við, at flokkarnir fóru at finna eina semju. Og líkt er til, at okkurt er komið burtur úr fund­ inum. Og ein partur av loysnini skal vera, at privatu partaeigararnir, sum eiga ein triðing av At lants flogi, verða bodnir á fund í Vinnumálaráðnum at tosa nærri um nevnd­ arbýtið í felagnum. Tað er tó óvist, um upprunaliga ætlanin um at broyta nevndina í Atlantsflog verð ur broytt. Men partarnir eru kort­ ini ikki vorðnir samdir enn, tí teir hava hvør sína tulking av niðurstøðuni. Og vinnumálaráðharrin sigur við útvarpið hjá Kring varpinum, at hann ikki ætlar sær at bakka í málinum. Politiska støðan er tí ógreið í løtuni, men Portal urin og Rás2 fara at fylgja við málinum seinna partin. Nýggja 100-ára heima síðan hjá Tórs - havnar komm unu leggur upp til, at borgarar í komm- ununi skulu geva sítt íkast til tað, sum við tíðini kann gerast ein tíðandi partur av søguni hjá komm un- uni 100-ÁRAHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fríggjadagin læt Tórshavnar kommuna upp eina nýggja heimasíðu í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Havnini sum sjálvstøðug kommuna. Kommunan hevur eina heimasíðu framman undan, men hendan, sum nú er lat­ in upp, er nakað øðrvísi enn vanligar heimasíður. – Hetta er ein heimasíða, sum meiri vendir sær móti tí søguliga partinum hjá kommununi. Men tað ber eisini til at fara inn og síggja, hvørjir aktivitetir, komm unan hevur í sam­ bandi við 100 ára haldið, sigur Heðin Mortensen, borg arstjóri. Tað serliga við hesari heima síðuni er, at allir borgarar í kommununi, kunnu fara inn á heima síð­ una og geva sítt ískoyti til søguna hjá kommununi. ­ Ein og hvør borgari, ant in teir so búgva í komm­ ununi í dag, ella eru fluttir til útlandið, kunnu fara inn á heimasíðuna og greiða frá egnum upplivingum í komm ununi. Minnast aftur á barnadagar ella ungdóms­ dagar, hvussu tað var at vaksa upp í kommununi tá, ella hvat tað nú skuldi verið. Og eigur viðkomandi mynd ir at lata við, eru tær sjálvandi vælkomnar, tí tær geva eitt eyka inntrykk, sig­ ur Heðin Mortensen. Úr øllum hesum frá greið­ ingum og søgum ber so til at fáa eina fjølbroytta og áhugaverda felags søgu um kommununa. ­ So allir føroyingar og útlendingar við kunnu fara inn á hesa heimasíðuna og fylgja við, hvussu søgurnar um Havnina mennist, og tað halda vit er ógvuliga spenn andi, sigur Heðin Mort ensen. DVD í hvørt hús Nú er tað sjálvandi ikki so, at tað ber til at fara bein­ leiðis inn á heimasíðuna og skriva óredigerað, tað sigur seg sjálvt. ­ Nei, tað er soleiðis, at alt skal um eina redaktión, bæði fyri at tryggja, at søg­ urnar ikki gerast ov langar, men eisini fyri at vit kunnu vera vís í, at talan er um søguligt tilfar, ið er við­ kom andi, og sum av røttum hoyrir heima í inni á hesari heimasíðuni, sigur Heðin Mortensen. Inni á heimasíðuni er eis­ ini eitt kort, har allur býurin er við, ella rættari sagt øll kommunan, tí Tórshavnar kommuna er langt frá bert Havnar býur longur. Eitt eyga vísir so til, hvar søg­ ur nar hoyra heima, og við at klikkja á eyguni kemur tú inn í økið, har viðkomandi søga stavar frá. Men tað ber eisini til at senda inn filmsklipp til heima síðuna. Longu tá heima síðan læt upp, vóru fleiri søgur lagdar út á síð­ una, umframt stutt sekundirs filmsklipp frá Havnini í gomlum døgum. ­ Vit hava eisini eina verk ætlan í gongd at savna øll hesi filmsklipp á ein DVD, sum skal sendast til hvørt húski í kommununi. Tað verður væntandi eina­ ferð tíðliga í juli mánaði. Hetta verður eitt savn av filmsklippum, sum fara at vara umleið hálvan tíma, sigur Heðin Mortensen. Tað er felagið SUB­ STANZ, sum hevur snið­ givið heimasíðuna, og sum eisini stendur fyri innsavnan og framleiðslu av films­ klippunum á DVD. ­ Tað er væl møguligt, at alt tilfarið verður savnað sam an í eitt rit, tá hetta 100­ árið er farið aftur um bak, men tað er ikki tikin endalig støða til hetta enn. Fyribils er heimasíðan ætlað sum eitt søguligt íkast til Tórs­ havnar kommunu í 100 ár, sigur Heðin Mortensen. Obama hitti Gorbatjov Talsmenn hjá Hvítu Húsunum avdúkaðu í gjárkvøldið, at Barrack Obama, forseti, hitti tann seinasta sovjetska forsetan, Mikhail Gorbatjov, í síðstu viku. Teir báðir hittust í Washington og tosaðu um, hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskiftini millum USA og Russland. Sambært talsmonnunum skuldi Gorbatjov bara hitta Joe Biden, varaforseta, men mitt undir fundinum teirra millum valdi Obama at fara inn at taka lut í orðaskiftinum, skrivar AP. Í næstu viku fer Obama á fund hjá G20­londunum í London, og tá skal hann hitta russiska forsetan, Dmitrij Medvedev. Dómur í Rwanda Joseph Mpambara, sum var ein av hutu­leiðarunum undir tí ræðuliga hópdrápinum í Rwanda í 1984, varð í gjár dømdur 20 ára fongsul fyri sín lut í drápinum. Joseph Mpambara kom ikki fyri tann serliga Rwanda­dómstólin, men bleiv fluttur til Haag og settur fyri krígsbrotsmanna­ dómstólin har. Hann bleiv tó fríkendur fyri krígsbrotsverk, men dømdur sekur í at hava beint fyri tveimum kvinnum og minst fýra børnum. Umleið 800.000 fólk, nógv tey flestu av tutsi­fólkinum, lótu lív í hópdrápinum í Rwanda, sum vardi 100 dagar. Tað er nevndin í Atlantsflog, sum er kjarnan í politisku ósemjuni Mynd: Jens Kristian Vang Skulu skriva egna søgu Heðin Mortensen greiðir frá nýggju heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við 100-ára haldið. Øll í verandi Tórshavnar kommunu kunnu vera við at geva sítt íkast til søguliga savnið Mynd: Jens Kristian Vang Nærkast semju