Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 58 - 24. mars 2009 - Verandi fiski daga- skipan klárar ikki at flyta seg í mun til lívfrøðiligu ráð gev- ing ina hjá Fiskirann- sóknar stovuni. Hon er ikki nóg gyrðin og krevur tí stórar ábøt ur, um vit fram- eftir skulu selja okku m sum tjóð við burðardyggari fiski veiði og vinnu, segði Tórbjørn Jacobsen, løg tings- maður og fyrrverandi lands stýris maður í tilfeingismálum á flokstingi Tjóð veldi- sins í Skálavík Floksting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen byrjaði í síni framløgu um fiski­ vinnu mál heilt aftur í tíðini, tá føroyska samfelagið flut­ ti seg úr land búnaðar sam­ felagnum við smávegis út róðri, til at gerast eitt meira og meira framkomið sam felag, sum í stóran mun hevur staðið á inntøkum frá fiskiskapi og fiskavirking. ­ Í næstan 100 ár troyttu vit tey frælsu høvini og síðan innanvert avmark ing­ ar nar, sum vórðu ásettar, tá lond til endans fluttu fiski­ mørk ini út á 200 fjórðingar. Síðan tá hava vit í stóran mun livað av tilfeinginum á land grunninum og Føroya Banka, eins og av fiskiveiði í fremmandum sjógvi, sum við tíðini er íkomin eftir um býti við fremmand veiði rætt indi í føroyskum sjógvi. Onkur søgulig rætt­ in di í altjóða sjógvi eru tó undan tikin hesum, legði hann aftrat. Løgtingsmaðurin helt ikki, at føroyingar høvdu fyri reikað seg til tað stóra um skiftið og til hesar av markingar. ­ Flotin, sum nú mátti lív­ bjarga sær innanvert 200 fjórð ing ar, var ætlaður til heilt aðrar umstøður, og so leiðis mundi eisini veið i­ ork an vera í størra lagi. Val ið stóð ímillum at gera neyðugar struktur broyt ing­ ar – ella einki at gera. Tórbjørn helt fyri, at før­ oyingar í hesum umskifti valdu at gjalda seg burtur úr íkomnu støðuni. ­ Úrslitið var, at tað fossaði út í báðum borðum, bæði úr fiskastovnunum og úr einum meira og minni sperdum landskassa. Hann vísti á, at tá brakið, sum hann kallaði tað, kom í 1992, høvdu vit brent miljar dir av í stuðli til vinn­ una, eins og 7.000 før oy­ ing ar tá av vantrivnaði og svongd noyddust at leita sær í fremmand lond at finna sær lívslunnindi. ­ Tá varð farið undir at finna aðrar skipanir fyri at loysa ráfiskakonseptið av, sum hann málbar seg. Tórbjørn segði, at Før oy­ ar í kreppuárunum vórðu settar undir fremmanda um siting. ­ Finnast skuldi farvegur burtur úr tíðini við almenn­ um veðhaldum, almennum lánum, rakstrarstudningum, kilo studningum, olju studn­ ing um og øðrum skipanum, sum í alt ov rúma tíð høvdu hildið einum skeivum fiski­ flota gangandi. Fiskidagaskipanin Sum tíðin leið, gjørdust menn til endams samdir um, at fiskidagaskipanin var rætta leiðin at ganga. ­ Menn royndu at fáa flotan útaftur, skipini sum fyri ein stóran part vóru snúraði gjøgnum konkurs­ karusell una vórðu latin monn um lagaliga, og semja var til endans um, at fiski­ loyv ini skuldu galda 10 ár fram í tíðina. Teir, sum átóku sær at virka í vinnuni um hetta mundið og soleiðis stóðu við skivuna, tá loyvini vórðu útflýggjað, fingu óskerd an brúksrætt til til­ feing ið – ogn Føroya fólks í eitt 10 ára skeið. Tórbjørn helt fyri, at við økis friðingum og einum nógv skerdum dagatali hesi fyrstu árini, er mangt, sum bend ir á, at skipanin í nógv­ ar mátar virkaði í uppgongu, bæði búskaparliga og stovns røktarliga. ­ Men nú sveipið vendi, sum Tórbjørn tók til, gjørd­ ist tó greitt, at fiski daga­ skipanin als ikki er so lýta­ leys kortini, sum hildið hevur verið. Hon megnar ikki at flyta seg í mun til lív frøðiligu tilráðingina frá Fiskirannsóknarstovuni, og har við er hon ikki nóg gyrðin. Løgtingsmaðurin legði dent á, at fiskidagaskipanin krevur stórar ábøtur, um vit fram eftir skulu selja okkum sum tjóð við burðardyggari fiskiveiði og vinnu. ­ Í eina tíð hevur verið kjakast um eitt slag av endur meting. Mong hava hild ið, at skipanin er stirvn­ að, og at hon er umsitin nakað av leið. Serliga nú loyv ini, soleiðis sum tey hava verið handlað, eru farin at líkjast meira einum ognar rætti heldur enn ein­ um brúksrætti. Mangt bend­ ir tí á, at landsstýrismenninir í fiskivinnumálum hava knæ sett eina siðvenju, sum hevur flutt ognarrættin frá fólki num til teirra, sum í síni tíð fingu fiskiloyvini – brúks rættin – frá tí al menna. Tórbjørn Jacobsen segði, at um henda gongdin heldur fram og teir, sum nú og í fram tíðini ætla sær at gerast aktør ar í føroyskari fiski­ veiði skulu gjalda risa upp­ hædd ir fyri loyvir, so legitim er ar lógin eina feudalskipan, sum ongantíð var ætlað. ­ Vit eru tí endaði í einum fólka ræðisligum trupul­ leika, har vit hava fingið eitt demokratiskt undirskot, sum onkur hevur tikið til. Hann helt, at um skipanin heldur fram við verandi gongd, er vandi eisini fyri, at vinnan ikki hórar undan skuld ini, sum verður upp­ tikin, meðan somu upp­ hædd ir vera slúsaðar úr vinn uni. ­ Hetta tænir ongum enda máli og kann í ringasta føri um heilt stutta tíð leggja trýst á politisku skipa n ina, soleiðis at kon­ septið frá miðskeiðis í sjeyti áru num og fram til hitt stóra brakið í 1992. Løgtingsmaðurin helt fyri á flokstinginum í Skála­ vík, at tað er bara eitt vakið Tjóðveldi, sum higartil hevur forðað fyri, at stuðuls mekanismurnar, sum hann tók til, ikki longu eru skipaðar av nýggjum. Ein tilfeingisbúð ­ Flestu eru samd um, at eitt hvørt má gerast fyri at finna aftur á beint. Fólka­ flokkurin hevur skotið upp at brandskatta sølurnar við Fiskidagaskipanin klárar ikki lívfrøði- ligu ráðgevingina Sjáldsom vitjan Forsetin í Turkalandi, Abdullah Gul, kom í gjár til grannalandið Irak á almenna vitjan, og hetta er fyrstu ferð í meiri enn 30 ár, at ein turkiskur ríkisleiðari vitjar har. Í gjár hitti turkiski forsetin irakska forsetan, Jalal Talaban, og Nuri al­Maliki, forsætisráðharra. Hann skal eisini hitta Nechirvan Barzani, sum er leiðari í tí kurdiska partinum av Irak, sum er við turkiska markið. Seinast ein turkiskur forseti var í Irak og vitjaði, var í 1976, tá Fahri Koruturk vitjaði irakska forsetan Ahmed Hassan al­Bakr. Millum tey mongu, sum vóru á flokstingi Tjóðveldisins í Skálavík í vikuskiftinum, var tað Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, sum dró ímóti tí, ið Tórbjørn Jacobsen førdi fram. Teir báðir eru ikki so samdir um leiðina frameftir Mynd: Gunnar Bjarnason