Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2009 13 Liberalisma, sosialliberal­ isma og nationalisma eru gamlar og einfaldar hugsjónir. Sosialisman er eisini gomul, men har er ein avgerandi munur, sosialisma ella javnaðar­ hugsjónin hevur sum skjaldramerki at vilja broytingar. Tí má javnaðar­ husjónin endurnýggjast ella dagførast so hvørt sum tey mál, ið hon hevur sett sær, eru nádd og so hvørt sum samfelagið broytist Hópin av úrslitum Javnaðarhugsjónin hevur sein­ astu 100 árini nátt hópin av úrslitum, ágóðar sum í dag eru sjálvsagdir. Vit kunnu nevna: 8 tímars arbeiðsdag, trygd á arbeiðsplássinum, løn og frítíð ásett í sáttmála, atgongd til útbúgving fyri øll, heilsuverk og sosialar skipannir fyri øll. Hesar skipannir, sum vit undir einum nevna vælferðarsam­ felagið, er nakað, ið allir flokkar í dag meir ella minni siga seg taka undir við. Avbjóðingin er tí, hvussu orða vit hugsjónina í dag, so at hon byggandi á tey uppruna­ ligu grundsjónarmiðini, framvegis er ein hugsjón, ið vil broytingar. Javnaðarhugsjónin hevur í dag sum mál at tryggja, at vit klára at fíggja og útbyggja vælferðar­ samfelagið til komandi ættarlið. Eitt nýmótans samfelag fyri øll, har vit eru ein partur av altjóða­ gjørda heiminum. Tríggjar súlur Javnaðarhugsjónin byggir á tríggjar súlur: frælsi, javni og brøðralag ella, kundu vit sagt á nútíðarmáli, frælsi, javnstøða og samhaldsfesti. Lívsfrælsi Allar hugsjónir hava hugtakið frælsi sum mál, men sera ymiskt er, hvat lagt verður í hugtakið. Fyri loysingarflokk­ arnar er tjóðskaparligt frælsi, tað ið er avgerandi. Fyri borg­ arligu flokkarnar er persónliga frælsi drívmegin. Fyri Javnaðarflokkin er frælsi ein spurningur um lívsfrælsi. Rættin at skapa sær og sínum eitt gott lív. Lívsfrælsi er bert veruligt, um tað er fyri øll, og tí mugu øll hava somu møguleik­ ar. Tí vilja vit framhaldandi berjast fyri, at øll menniskju hava somu møguleikar, tí tað er ójavni, órættvísi og negativur sosialur arvur, ið ger menniskja ófrælst. Øll menniskju eiga rættin til at skapa sær eitt gott lív innan karmarnar av felagsskapinum. Tað góða lívið er bert møguligt í einum samfelag, har felagsskapurin tekur hond um okkum, um vit gerast sjúk, óhjálpin ella á annan hátt ikki klára okkum sjálvi. Fortreytin fyri frælsi til øll er eitt samfelag har vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Persónliga frælsi í liberalismuni byggir á egoismuna sum drívmegin hjá tí einstaka menniskjanum. Henda drívmegi kann ongantíð tryggja frælsi fyri øll. Javnstøða Øll menniskju hava sama virði, og tí eigur ikki at verða gjørdur mismunur vegna kyn, trúgv ella sosialt bakstøði. Sama er við økjum, øll økir í landinum eiga at fáa javnbjóðis møguleikar fyri menning. Hetta ger seg eisini galdandi millum tjóðir, ríku londinu eiga ikki bert at venda blinda eyga til neyðina í heiminum, men eiga tvørtur­ ímóti at taka ábyrgd og vísa altjóða samhaldsfesti. Okkara felags umhvørvi og tilfongi er ognin hjá okkum øllum, og tí hava vit øll ábyrgd av at handfara tað við skynsemi. Samhaldsfesti Vit hava uppbygt eitt vælferðarsamfelag, har øll hava rætt til útbúgving og sosialan tryggleika. Hetta samfelag hevði ikki verið veruleiki, um privati ognarrætturin og kapitalisman sloppu at virka ótálmað. Tí kapitalisman hevur ein innbygdan grammleika í sær. Búskaparliga krevur hon óendaligan vøkstur, uttan fyrilit fyri menniskjum ella umhvørv­ inum. Tí er neyðugt at tálma kapitalismuni við almennum krøvum og ásetingum. Tí er eisini neyðugt at tað almenna er garantur fyri út­ búgvingarskipanini, eldrarøkt, heilsuverki og øðrum tænast­ um, ið hava við menniskju at gera. Um kapitalisman og liberal­ isman sleppa at virka ótarnað, so verður ikki tikið fyrilit hvørki fyri umhvørvi, tilfongi ella menniskjum. Samhaldsfesti, eisini tvørtur um landamørk, er ein altavgerandi fortreyt fyri framtíðarmenningini av sam­ felagnum til frama fyri øll. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Javnaðarhugsjónin – ein spennandi avbjóðing tíðargreinin Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna Lívsáskoðan okkara er sterkasta vápnið og kann hava kollveltandi ávirkan á, hvussu vit liva lívið. Hetta, saman við vísdómi at síggja út um persónligar avmarkingar, kann geva okkum møguleika at gera dreym ­ markleysa lívið ­ til veruleika. Tað hevur óivað stóran týdning, at vit droyma stórt og hava visiónir og vilja ­ at vit læra at síggja avmarking­ arnar sum møguleika at vaksa sum menniskja. Tá vit hugsa um hugtak­ ið markleyst, kunnu vit seta tað upp ímóti hugtak­ inum avmarkað. Vit eru øll tarnað og avmarkað á ymiskan hátt, og sjálvt um vit eru virkin í einum gerandisdegi, har øll hava rætt til markleysa lívið, er ongin ivi um, at persónlig­ ar hugsanir og avgerðir okkara seta mørk. Havi tó hug at spyrja, um nakað er, vit kunnu kalla markleysa lívið. Kanska eisini peika á møguleikan, at vit út frá givnum mørk­ um, tó kunnu liva eitt mark­ leyst lív. Alt markleyst verður tá innan givin mørk. Fótnota “Eingin segði nakað. Í somu løtu sum jarðarmóðir­ in sá meg, ballaði hon meg inn í eitt klæði og tók meg inn í eitt annað rúm. Hetta hevði eingin væntað, at eg ikki fór at síggja út sum børn flest”. Soleiðis byrjar bókin “Fodnoter”, sum Lena Maria Klingvall hevur skrivað um lív sítt. Lena Maria varð fødd uttan armar og við breki í beininum. Hetta var sjálv­ andi ein skelkur fyri øll. Spurningurin var fyrst og fremst, um hon fór at liva og síðani, hvussu lív hennara fór at eydnast. Lena Maria var tríggjar dagar, tá ið foreldrini fyrstu ferð sóu hana. Fyrstu dagarnir vóru, sum vera man, vónleysir, kan­ ska sýntist alt heldur mein­ ingsleyst fyri foreldur henn­ ara. Onki givið svar var at finna ella nøkur lukkulig dagsskrá. Hóast fleiri ráð­ førdu foreldur hennara um at lata gentuna á heim fyri børn við breki, valdu tey at lata hana vaksa upp heima. Læknarnir leitaðu leingi eftir orsøk til brekið, tó gjørdust teir sannførdir um, at Lena Maria er ein av sera fáum børnum, sum eru fødd, sum veruliga ikki átti at verið tað. Vanliga eigur kroppurin hjá mamm­ uni at stoyta eitt fostur, við so stórum breki, burtur. Tó hendi hetta ikki. Lítla gentan, sum varð fødd í svenska býnum Jønkøping í 1967, slapp av eini ella aðrari grund at liva. Brek til egnan fyrimun Hóast fleiri trupulleikar og vónbrot, valdu tey so við og við heldur at síggja brek hennara sum eina avbjóð­ ing og ikki eina ómøguliga uppgávu. Tá Lena Maria ikki hevði armar, lærdi hon at nýta føturnar sum hend­ ur ­ at skriva, at seyma, at spæla klaver og at svimja. At liva markleysa lívið. Sjálvandi hevur lívið hjá Lena Maria verið krevjandi og mangan strævið, tá ið likamliga brekið er so stórt. Tí hava fólk, sum hava verið um hana, havt stóran týdning fyri menn­ ing hennara. Hon sigur sjálv: “Tað er deiligt, tá fólk sum hava kent meg eina tíð, læra at síggja meg og brek mítt, sum eg sjálv síggi tað. Vanliga gloyma tey brekið”. Síggja møguleikar, heldur enn forðingar Í dag livir Lena Maria sum sangari, listakvinna og rithøvundur. Við vilja av stáli og lívsgleði hevur Lena Maria vent trupulleik­ unum bakið og nýtir í dag brekið til egnan fyrimun. Markleysa lívið liggur óivað í tí, sum hon sjálv sigur: “Eg gleðist um tað, sum eg eri før fyri at gera og syrgi ikki tað, sum eg ikki eri før fyri”. Vit kunnu øll, út frá givnum mørkum, tó liva eitt markleyst lív. Markleysa lívið, tá vit brúka tað, vit hava og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Alt mark­ leyst er tí sjálvandi innan givin mørk. Tað hevur óivað stóran týdning, at vit droyma stórt og hava visiónir og vilja ­ at vit læra at síggja avmarking­ arnar sum møguleika at vaksa sum menniskja. Markleysa lívið hjarta@kallnet.fo Tóra við Keldu Tíðargreinin