Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 58 - 24. mars 2009 Nýggj slóðbrótandi fløgan frá Petur Pólson í apríl. Heimsins besti gittaristur sýnir síni kynstur á nýggju fløguni Kendi tónleikarin, Petur Pólson, er nú aftur ávegis við einari fløgu. Slóð brót­ andi tónleikurin á fløguni er sam bært Peturi øðrvísi, enn nakað vit áður hava hoyrt. ­ Eg havi spurt meg fyri, og tey fólkini, ið hava hoyrt míni løg siga, at tey aldrin áð ur hava hoyrt slík an tónleik, sigur Petur við Planet. Fløgan ber heit­ ið “Tokyó”, og kem ur eftir ætlan á gøtuna seinast í apríl. Fløgan er tikin upp í Sandavági ímill um mars 2008 og mars 2009. Petur hev ur sostatt nýtt yvir eitt ár uppá inni haldið á nýggju fløgu ni, og at en da er hon til reið ar at vísa almenninginum . ­ Vit hava nýtt ó trú liga orku uppá fløgu na, og eg haldi hetta er tað besta eg nakrantíð havi gjørt, sigur hann við Planet. Bogi á Lakjuni, sum er fram leiðari, hevur saman við Peturi arbeitt seinasta árið við fløguni. Heimsins besti rokk­ gittaris tu r við á fløguni Á ”Tokyó” hevur Petur fing ið ein forkunnugan gesta tón leika ra. Amerikanski rokk gittar ist­ ur in Ty Tabor, sum er best kend u r úr rokkbólkinum King’s X, spælir á ein um lagi. Ty Tabor er ser stak­ liga viðurkendur og ekvilli­ bristsk ur gittarleikari. Í 1993 og 94 varð hann kos in heimsins besti rokk gittar ist­ urin av Guitar Player blað­ num. Ljóðblandað í Keypmannahavn Í hesum døgum er fløgan til ljóðblandingar, og síðsta hond in verður nú løgd á tey forkunnugu løgini hjá Peturi. Tað er Jens L. Thom sen, ið ljóðblandar niðri í Lundgaard Studios í Keyp man na havn. Tónleikararnir á fløguni eru at kalla teir somu, sum spældu á fyrstu útgávu Peturs, Koma, sum kom út í 2005. Petur Pólson syng­ ur og spælir gittar. Bogi á Lakjuni er – umframt at vera framleiðari – multi­ instrumentalist og spæl ir gittar, keyboards, glocken­ spiel, percussion og for­ rit an. Eiler Hansen spælir gitt ar. Knút H. Eysturstein spæl ir keyboards og onkran gitt ar og syngur kór. Jens L. Thomsen spælir bass. Uni Árting spælir trummur. Á tveimum løgum er tað Høgni Lisberg sum spæl ir trummur. Á nýggju fløgu­ ni hevur Petur eisini fing ið tríggjar kvinnuligar kór sang­ ar ar ­ Dorthea Dam, Jensia Dam og Óluva Dam. Hesar verða eisini við á kon sertu­ num, sum verða lýstar sein­ ni. Hoyr løgini á internetinum Longu fyrsta apríl verður møguleiki at hoyra tvey løg av komandi fløgu ni hjá Petur Pól son. Í fyrstu atløgu verða tey at hoyra á heima­ síðunum www. petur polson. com og myspace. com/peturpolson, sum verða endur gjørdar komandi dagar­ nar. Endaliga dag fest ingin fyri sjálvari út gávu ni er ikki al ment váttað enn, men roknað verð ur við at tvær konsertir verða flaggdags­ vikuskiftið, fríggjakvøldið 24. og leygarkvøldið 25. apríl. Hvar og nær hesar verða, verð ur kunngjørt seinni. Á ”Tokyó” eru 13 løg: Toku ljóð, Bivan, Mín sál er troytt, Alt á gosi, Mist, Gjóst ur, Svart klæði fyri vind eyg að, Blikalogn, Fepur, And vek ur, Útlegd, Alt sum blóm ar, Endi (15.55). Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur út. Hjálp til ung offur Hvat gert tú, um tú ert í einum parlagi, har makin er kontrollerandi og harðligur? Og hvat gert tú, um tú hevur illgruna um, at barn títt er í einum harðligum parlagi? Ein nýggj heimasíða, ditforhold.dk, ráðgevur bæði ungum, ið eru í harðligum parløgum, umframt foreldrum og vinum, ið standa á síðulinjuni og hyggja. Ditforhold.dk er í høvuðsheitunum tilætlað ungum ímillum 14 og 24 ár, ið eru í nýggjum parløgum. Ein kanning frá Statens Institut fyri Folkesundhed vísur, at 77 prosent av ungum kvinnum, ið uppliva harðskap frá makanum ikki leita sær hjálp. Fyri ungar menn er talan um 84 prosent. Tað er sostatt truplari hjá monnum at søkja hjálp, um teir hava verið útsettir fyri harðskap frá makanum. Tað er millum annað trupult, tí maka­harðskapur er eitt sera tabulagt evni. Tey ungu hava trupulleikar við at siga sannleikan fyri øðrum. Tað er eisini trupult fyri familju og vinir at vita hvat tey skulu gera, um tey hava illgruna um harðskap í einum parlagi. Við at práta um trupulleikarnir, kanst tú hjálpa tí unga víðari og fyribyrgja framtíðar harðskap. Á heimasíðuni ditforhold. dk kanst tú millum annað lesa um hvørji tekin tú skalt verða varugur við, og hvussu tú skalt tosa um evnið. Heimasíðan eitur www. ditforhold.dk. Timberlake á fløsku Tað sigst, at Justin Timberlake er við at tilrættisleggja eina almannakunngerðing av sínum egna Tequila merki. Justin er sæddur á einari Tequila fabrikk fyri stuttum, og har bleiv hann fangaður av upptøkutólum, meðan hann smakkaði sær á ymisk sløg av Tequila. “Hetta var ein av hansara mongu fundum seinastu árini, ið hann hevur havt fyri at útvikla hansara egna Tequila handil”, sigur eitt umboð fyri Justin Timberlake. Justin hevur eisini almannakunngjørt sína egnu kollektión av klæðum við merkinum William Rast, og hann var við til at snið geva New Yorks Southern Hospitality matstovuna. Petur Pólson: – »Tokyó« kemur í apríl