Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich ØLBRYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Føroya Bjór hevur meiri enn 120 ár á baki, og í útvið ein triðing av hesi tíðini – smá 40 ár – hevur Einar Waag yngri verið stjóri í fyri tøkuni. Hvat heldur hann er størsta broytingin hesi árini, hann hevur verið stjóri? - Tað eru so nógvar broytingar farnar fram hesi árini, men skal eg taka eina broyting fram um, má tað vera 1980, tá lógin varð broytt, so bryggjaríini fngu loyvi at bryggja sterkt øl. Harnæst má eg nevna 1992, tá skeinkiloyvini komu og tá Rúsdrekkasøla Landsins kom, sigur Einar Waag. Hesar lógarbroytingar broyttu sum vera man ger- andisdagin hjá Føroya Bjór. - Undan 1980 høvdu vit bert loyvi at bryggja ljóst øl, og broytingin kom rætti- liga knappliga, so vit máttu undir stórar útbyggingar beinanvegin tá, sigur Einar Waag. Ein avleiðing av hesi broyt ingini var, at sølan av ljósum øli minkaði niður í nærum einki, og har hevur hon hildið sær meri ella minni øll árini. - Tað tók sína tíð at vinna inn á marknaðin í kappingini við tað danska ølið, men tá vit koma fram móti 1990, var innflutningurin av donsk um øli komin heilt nið ur á 10% av samlaðu søluni í Føroyum, sigur Einar Waag. Hann sigur, at teir vóru hampiliga væl fyrireiðkaðir at fara undir brygging av sterkari øli, tí teir høvdu útbygt bryggjaríið nakað Vit uppliva eina heilt nýggja ølmentan Framhald á næstu síðu Inni á bryggjarínum eru fleiri rúm, ið virka sum museum. Millum annað sæst hendan plátan við etikettum frá farnum tíðum Tá mongu mikro bryggjaríini komu fram í Danmark, elvdi tað til, at eisini føroyingar gjørdust meiri áhugaðir í øli. Hesa avbjóðing tók Føroya Bjór upp, og er síðani komið fyri fleiri nýggjum ølsløgum. Nýggjasta ølrøðin er St. Bridget, sum verður bryggjað í fýra ymiskum sløgum, og hóast kappingin er hørð – nú kemur eisini eitt nýtt føroyskt bryggjarí á marknaðin – og fíggjarkreppa herjar, so er stjórin, Einar Waag, ikki bangin fyri kappingini. – Vit hava klárað okkum í meri enn 120 ár, so vit fara at ríða hendan stormin av eisini, sigur stjórin á Føroya Bjór Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað