týsdagur 24. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2009
16
áðrenn, og teir høvdu eisini
eina
lutfalsliga
nýggja
tappi maskinu.
- Tað einasta sum mangl-
aði, var goymsluplássið og
tangar. Og tað var tað, sum
vit fóru í holt við bein an-
vegin tá, sigur Einar Waag.
Fyrstu tíðina var tað ikki
bara sum at siga tað at fáa
hendur í einum kassa av
sterk um øli.
- Vit høvdu framman
und an goymslur kring land-
ið, og tað blivu somu
goymsl urnar, sum fóru at
selja sterka ølið. Men tað
var ein trupul framferðar-
háttur hjá fólki at keypa øl.
Tað var neyðugt at bíleggja
dagin fyri, gullølið var
rationiserað og tú skuldi
hava rationeringskort, tú
skuldi vísa skattakvittan á
posthúsinum, tá tú rindaði
fyri ølið, og tá fyrstani
kundi tú fara á goymsluna
eftir ølinum, sigur Einar
Waag.
Fleiri sløg
Men mannagongdin var
kortini ikki truplari enn so,
at fólk vistu, at tá tey
bíløgdu ein kassa av øli,
fingu tey hann dagin eftir.
Undan tí skuldu fólk jú
bíða upp í fleiri vikur við-
hvørt eftir, at kassarnir
skuldu koma við skipi úr
Danmark, so tað var eitt
framstig við lítlari og ongari
bíðtíð, eins og tær ikki
nýttist at keypa meiri enn
ein kassa á gangin, sigur
Einar Waag.
Hartil kom so eisini, at
føroyska ølið var munandi
bíligari.
Men størsta broytingin
kom kortini í 1992, tá loyvt
varð at skeinkja sterkt á
skeinkistøðum, eins og rús-
drekkasølur lótu upp kring
landið.
- Ja, tað var ein rættiliga
kollvelting, tí bar knappliga
til hjá fólki at keypa seks øl
ella eina einstaka fløsku, og
tað var nakað heilt nýtt.
Rús drekkasølurnar merktu
eisini, at tað gjørdist líka
lætt at fáa fatur á útlendskum
øli, so tann sølan vaks aftur
upp til áleið 15% til 20%,
og har hevur hon so ligið
síðani, sigur stjórin á Før-
oya Bjór.
Sum tíðin leið vuksu
øl sløgini, sum blivu bryggj-
að.
- At byrja við bryggjaðu
vit bert veðr og gull. So
kom Slupp-øl nakað seinni,
síðani Black Sheep og
Klassik. Eisini fóru vit at
bryggja Portaran. Síðani
hava vit bryggjað ymisk
sløg fram til í fjør, tá vit
fóru undir eina heila røð,
sigur Einar Waag.
Hann sigur, at fólk kravdu
ikki so nógv at byrja við.
- Tað var ikki fyrr enn
smáu bryggjaríini í Dan-
mark komu fram, at fólk
fóru at krevja meira, og tað
royndu vit so at eftirlíka.
Tað ber næstan til at siga, at
tað kom ein heilt nýggjur
ølmentan. Fólk byrjaðu at
tosa um belgiskt øl, og
eing in ánaði, hvat tað var
fyri nakað fyrr. Nú vilja
fólk hava myrkt øl, beiskt
øl og sterkt øl, sigur Einar
Waag.
Men eitt er, at føroyingar
flyta
inn
útlendskt
øl,
hvussu er við útflutningin
hjá Føroya Bjór?
- Vit ganga út frá, at sølan
í Føroyum minkar, og tí
arbeiða vit meiri við sølu til
útflutning, og tað verður so
í fyrsta umfari Danmark.
Har búgva jú 5 milliónir
fólk, og vit hava verið
hampiliga væl inni har, og
nú royna vit at koma
odriliga inn aftur har, sigur
Einar Waag.
Hann sigur, at teir eisini
hyggja
at
Íslandi
alla
tíðina.
- Vit
hava
sjálvandi
trupul leikar av dósum, og
eg ætli mær ikki at koma
inn á Íslandssáttmálan og
eina ferðs
pakning,
tað
loysir seg ikki at umtala, tí
tað er eingin endi á, hvat
politikarar og teirra em -
bætisfólk kunnu finna upp
á. Vit vita ongantíð, hvar
vit hava teir, sigur Einar
Waag.
St. Bridget til heiðurs
Tað hevði sína søgu, at
Føroya Bjór av fyrstan tíð
fór undir at bryggja nýggj
sløg av øli.
- Slupp ølið var hitt
fyrsta, og tað var upp undir
eina ólavsøku, at teir, sum
riggaðu sluppina til, ynsktu
eitt serlit øl, og tað endaði
so við Sluppølinum. Tað
gjørdist tó so væl umtókt,
at vit hildu fram at bryggja
tað, sigur Einar Waag.
Sluppøl er ein øl, sum er
myrkari enn vanliga gullølin
við meiri malti og litmalti,
og tað er eisini ein øl, sum
er væl dámd millum manna.
Black Sheep ølin var seliga
ætlað til útflutning, og hon
varð eisini væl móttikin,
serliga í Keypmannahavn.
Og tá talan er um serligar
øl, slepst ikki uttan um jóla-
og páskabryggjunum.
- Páska- og jólabryggið
eru fyri so vítt eitt danskt
fyribrigdi, sum gongur heilt
aftur í 1890-ini, og eg haldi
meg minnast, at vit byrjaðu
við páskabrygginum í 1982,
og jólabryggið hevur helst
verið um ta tíðina eisini,
sigur Einar Waag.
Í fjør vór Føroya Bjór so
undir eina nýggja røð av
øli, sum fekk navnið St.
Bridget, og sum fæst í fýra
variantum.
- 17. mars var St. Patrick’s
Day, sum er írski tjóðar dag-
urin. St. Patrick er størsta
halgimenni í Írlandi, men
har er eisini eitt kvinnuligt
halgimenni, sum kallast St.
Bridget. Tá á vit valdu at
gera eina røð av ølum,
skuldu vit finna eitt navn,
og tá vit einki føroyskt
funnu, valdu vit St. Bridget,
sigur Einar Waag.
Søgnin sigur, at St. Brid-
get var ein nunna, sum
gjørdi baðivatnið hjá sær
um til øl til munkarnar at
drekka, og tað er hon kend
fyri í Írlandi. Hon verður
mett sum næst mætasta
halgimenni eftir St. Patrick
í katólska Írlandi.
Við til søguna um mennan
av føroysku ølsløgunum
hoyrir eisini avbjóðingin í
at kappast beinleiðis í jøvn-
um føti við influtta danska
ølið.
- Til dømis komu donsku
bryggjaríini við einari klas-
sik, og tá vit høvdu hugt at
hesari ølinum í eini tvey ár,
fóru vit undir at gera okkara
egnu klassik-øl. Tað vísti
seg, at hin var fult so góð
sum hinar, og vit hava
megin partin av tí markn-
aðinum av tí ølinum í dag,
sigur Einar Waag.
So Føroya Bjór fylgir við
allastaðni, har teir síggja
ein møguleika.
Eisini sodavatn
Tað er heldur ikki bara at
siga tað, at fara undir eitt
nýtt ølslag.
- Vit hava samband við
ráð gevarar. Vit hyggja eftir,
hvussu ein serlig øltypa
skal gerast – og tað eru
tradi tiónir fyri tí – og antin
spyrja vit ráðgevan, ella
royna vit sjálvi fyrst, sigur
Einar Waag.
Vanliga
mannagongdin
er, at royndir í smáum
nøgdum verða gjørdar, og
mislukkast tað, verður hetta
ølið bara koyrt burtur, men
sum oftast lukkast tað
fyrstu ferð.
- Tað ber til at variera ølið
við ymiskum maltsløgum
og ymiskum humlusløgum.
Eisini ber til at nýta ymiska
gering, bæði undirgering
og yvirgering, so har eru
nógvir møguleikar, sigur
Einar Waag.
Men Føroya Bjór er ikki
bert øl, teir bryggja eisini
sodavatn norðuri í Klaks-
vík.
- Vit fingu nokk so tíðliga
fatur í Jolly merkinum,
Jolly Cola æt tað fyrr, og
tað hevur verið ein týðandi
táttur í okkara sodavatns-
framleiðslu og er tað enn. Í
Opel í kreppu
Tað er ikki óhugsandi, at tann kenda bilverksmiðjan Opel
verður noydd at lata sínar deildir í Týsklandi aftur fyri at
sleppa livandi ígjøgnum fíggjarkreppuna, men leiðslan fer
at gera slt fyri at sleppa undan tí, sigur aðalstjórin, Hans
Demant. Í samrøðu við vinnublaðið Wirtschaftswoche sigur
Demant, at út frá einum fíggjarligum sjónarhorni tykist tað
skilagott at lata verksmiðjudeildir aftur , men at leiðslan
eisini má hugsa um síni starvsfólk og teirra lív. Týsk bløð
hava annars skrivað, at General Motors, sum eigur Opel,
hevur havt ætlanir um at lata aftur tríggjar verksmiðjur í
Týsklandi og Belgia við 11.000 starvsfólkum aftur.
Vindmyllur almennan stuðul
Bretsk orkufeløg, sum hava gjørt ovurstórar íløgur í havvindmyllulundir,
siga seg hava tørv á tveimum milliardum pundum í almennum stuðuli
fyri at fullføra verkætlaninar. Tað skrivar blaðið Times. Sambært
blaðnum eru onkrar verkætlanir steðgaðar fyribils, tí feløgini vilja hava
at vita, um tey fáa almennan stuðul. Bretska vindmyllufelagið BWEA
sigur, at ídnaðurin ríður á einari knívsegg, eftir at fíggjarkreppan hevur
gjørt fíggingina nógv dýrari enn upprunaliga mett. Úrslitið er, at tvær
milliardir pund resta í til at fullføra níggju stórar vindmylluverkætlanir á
sjónum, sigur felagsskapurin.
Einar Waag, stjóri, við einum breiðum úrvali av teimum ølsløgum, sum Føroya Bjór bryggjar í dag
vinnan