Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2009 17 vinnan dag framleiða vit trý sløg av Jolly-røðini, Jolly Cola, Jolly Time og Jolly Orange. Og so ikki at gloyma Sisu- merkið, sum selur ógvuliga væl í løtni, sigur Einar Waag. Teir framleiða eisini onn- ur sløg, og nøkur hava teir verið noyddir at taka úr framleiðslu aftur, tí teir fingu trupulleikar við strang ari krøvum til litevn- ini, teir brúktu í sodavatn- inum. - Tað uppstóð illgruni um, at summi av litevnunum vóru vandamikil at brúka, og vit valdu so at taka tey sløgini úr framleiðslu. Vit hava so ikki en funnið onn- ur sløg av litevni til tey sløg ini, sum eitt nú eru grøna og gula sodavatnið, so tey verða ikki framleidd í løtuni, sigur Einar Waag. Í øðrum førum hevur tó eydnast at finna onnur náttúr lig og vandaleys lit- evni at lata í, eitt nú í hind- ber sodavatnið. Nakað, sum hevur vundið meiri og meiri upp á seg hesi seinastu árini, er sukur- frítt sodavatn. Eisini Føroya Bjór framleiðir hesi sukur- fríu sløgini. Hetta hevur fyri ein part verið roynt í Danmark við ølinum, men er hetta nakað, sum Føroya Bjór hevur ætlanir um í sínum øli? - Nei, tað er ikki nakað, vit hava gjørt nakað við. Tað eru nógv ár síðani, at amerikanska bryggjaríið, Miller, kom við teirri fyrstu Miller Light, og tað hevur verið ógvuliga væl umtókt í USA. Í dag sigst mest selda ølið í heiminum vera Bud Light (Budweiser, red.). Stóra danska bryggjaríið gjørdi eina roynd í fjør, men hon eydnaðist einki serligt. Eg haldi, at danska ølið er so lætt í sær sjálvum, at tað ikki loysir seg, at gera eina serliga Light øl, sigu Einar Waag. Djørv avgerð Føroya Bjór hevur alla sína tíð – við fáum tíðarbilum til undantak – havt kapping frá føroyskum bryggjaríum. Fyri tíð síðani læt so Restorffs í Havn aftur, men nú er greitt, at eitt nýtt bryggjarí um stutta tíð letur upp á Velbastað. Hvussu sær Føroya Bjór upp á hesa kappingina? - Tá tú nú spyr um hetta, so skal eg svara. Vit høvdu annars ikki ætlað at gera við merkingar yvirhøvur. Tað var ikki nakað nýtt, at Høgni Jensen skuldi byrjað at bryggja, hann fekk jú bryggiloyvi fyri einum trimum árum síðani. Tað sum hinvegin undraði eitt sindur, var áloypandi hátt- urin, hann kunngjørdi hetta upp á á forsíðuni í Sosial- inum, sigur Einar Waag. Hann sigur tó, at tað jú eisini kann vera ungi blað- maðurin, sum hevur valt at gera søguna til eina sensa- tión. - Tað er sera djarvt at koma inn nýggjur á ein markn að, sum er fult mett- aður, har kappingin er øgi- lig, og har sum vinningurin er minkaður heilt munandi seinastu árini. Vit hava verið í hesi vinnuni í meiri enn 120 ár nú, og vit hava kappast við teir størstu tað mesta av tíðini, og í dag er kappingarneytin tann fjórð- størsti í heiminum, sigur Einar Waag. Hann sigur tó, at tað eisini sæst nakað positivt í hesum, tí tá bryggjaríið á Velbastað kemur í gongd, fer tað av geva nógva um - røðu. - Og tað fer heilt givið at geva størri áhuga fyri øli, og tað fer at verða til fyri- munar, bæði fyri vinnuna og fyri brúkaran. Tað sigst jú, at kapping er sunn, og vit vilja sjálvandi ynskja teimum vælkomnum á marknaðin, sigur Einar Waag. Avbjóðingar standa altíð fyri framman, og í løtuni arbeiðir landsstýrið við ein- ari nýggjari lóg, sum gevur bryggjaríunum loyvi at bryggja sterkari øl enn loyvt er í løtuni. - Vit hava søkt um at bryggja sterkt øl til útflutn- ings í mong Harrans ár, men politikararnir hava nú tvær ferðir lagt onnur upp- skot fram, sum eftir okkara metan bara elva til rumbul í Tinginum, tí tað eru so nógv tingfólk, sum eru ímóti at nevna orðini øl og alkohol. Nú fyriliggur eitt uppskot um, at brygjaríini skulu sleppa at bryggja sterkt øl, men bara Rúsan skal sleppa at selja tað í Før oyum, sigur Einar Waag. Har hevur Føroya Bjór meldað púra greitt út, at eitt slíkt uppskot hevur ongan áhuga hjá teimum. Og orsøkin er greið. - Við hesum uppskotinum fáa vit einki burtur úr tí. Tað fer at koma ein rúgva av útlendskum øli inn á marknaðin, og tað, at vit sjálvi ikki sleppa at selja okkara egnu framleiðslu ger, at tað ikki loysir seg hjá okkum, sigur Einar Waag. Til reiðar til framtíðina Tað eru bert fáir dagar síðani, at ein nýggjur bygn- ingur í Havn varð latin Før- oya Bjór, men hvat skal bryggjaríið brúka hendan bygningin til? - Ja, Articon handaði ein bygning til okkara næst- seinasta fríggjadag, ein væl út hondum greiddur bygn- ingur. Vit hava ætlanir um at flyta nakað nógv av goymsl uni úr Klaksvík til Havnar, soleiði at vit fáa útbygt og betra um maskin- parkina hjá okkum. Eisini hava vit ætlanir um at kunna brúka hann sum goymslu fyri tollfríar vørur, tí í løtuni skulu vit gjalda avgjald av okkara øli, tá tað kemur úr maskinunum, og tað kunnu ganga nógvir mánaðir til vit kunnu selja tað, sigur Einar Waag. Tankin er, at brúka bygn- ingin til eitt vøruhotell, eis- ini fyri útflutningi, og møgu liga eisini fyri tær vørur, teir innflyta til sølu á heimamarknaðinum. Men hvussu er so tøknin og kapasiteturin hjá Føroya Bjór at taka ímóti einari møguligari avbjóðing at bryggja sterkari øl? - At brygja fleiri sløg av øli hevur meiri við plan- legging at gera. At gagnnýta bryggjaríið og tangarnar til fulnar. Tað, sum kanska er mest tvørligt er, at vit skulu goyma so nógv ymisk sløg av liðugtvøru, og tað tekur nógv pláss. Men í fram- leiðsluhøpi er tað ikki so ringt at fáast við, tað snýr seg alt um planlegging, sig- ur Einar Waag. Føroya Bjór hevur bryggjarí í Klaksvík og goymslur kring landið, so hvussu nógv fólk arbeiða hjá Føroya Bjór? - Ja, her í Klaksvík eru vit 17 fólk, og tilsamans við goymslunum eru vit helst eitt stað millum 35 og 40 fólk tilsamans. Hetta er eitt hampiliga sórt arbeiðs- pláss í Klaksvík og gjøgnum tíðirnar kunnu vit siga, at tað eisini hevur verið eitt rættiliga støðugt arbeiðs- pláss, sigur Einar Waag. - Við harðari kapping frá útlondum og skjótt heim- ligari kapping eisini, sam- stundis sum ein kreppa tykist hótta, hvussu metir stjórin á Føroya Bjór so um framtíðina? Vit hava klárað okkum í 120 ár undir harðari kapping móti nógvum stórum bryggja ríum, og vit rokna við, at vit fara at merkja hesa kreppuna. Hon verður kanska enntá verri enn í 90-unum, men vit síggja ljóst upp á tað, og vit rokna við at klára hetta eisini, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. Marel-stjórin gevst Stjórn í Marel, Hörður Arnarson, leggur frá sær, eftir at leiðslan í felagnum hevur gjørt avtalu um, at Theo Hoen skal taka við sum forstjóri í Marel og harvið standa á odda fyri samanløgdu fyritøkunum Marel Food Systems og Stork Food Systems. Hörður Arnarson hevur verið stjóri í Marel í tíggju ár. Marel Food Systems ger útgerð til virkir, sum virka fisk, høsnarungar og kjøt og selir fyri einar fimm milliardir krónur um árið. Í fjør bleiv avgjørt at leggja felagið saman við Stork Food Systems, og at feløgini skuldu hava felags leiðslu. Geringin fer fram í 21 dagar, og tá hon er liðug, skal ølið tappast á fløskur. Hvør tangi rúmar 60.000 fløskir av øli Útbúnaðurin er framkomin á bryggjarínum, og meginparturin at framleiðsluni er automatiserað Bankar fara at missa meiri Greinarar í danska búskaparheiminum vænta, at fýra teir størstu bankarnir í Danmark fara at missa millum 20 og 48 milliardir krónur upp á vánalig lán í ár. Ta niðurstøðu eru greinararnir komnir til eftir at hava nærlisið teir seinastu roknskapirnar hjá Danske Bank, Nordea, Jyske Bank og Sydbank. Í fjør mistu bankarnir 30 milliardir krónur av vánaligum lánum, og danskir eygleiðarar eru á einum máli um, at tapið verður størri í ár. Per Grønborg, greinari hjá Danske Bank, sigur við Ritzau, at bankarnir fara fyrst og fremst at missa nógvar pengar upp á vinnulán, meðan missurin upp á privatlán kemur ikki fyrr enn í 2010.