týsdagur 24. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 58 - 24. mars 2009
Jórun Mørkøre fylgir
bakara traditiónun
um, og saman við
manninum rekur
hon nú bakaríið Hjá
Jórun. Hetta er eitt
framhald av bakar
ínum hjá Mørkøre
familjuni, sum í fleiri
ættarlið hevur bakað
breyð til klaksvíking
ar. Í dag er bakaríið
eisini útsøla og mat
stova og gevur harvið
eigarunum fleiri bein
at standa á
HANDILSVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hjá Jórun er staðið, har ein
fær alt í Klaksvík. Tað
byrjaði sum eitt bakarí, men
hevur síðani ment seg til
eisini at umfata breyðútsølu
og matstovu. Tað er Jórun
Mørkøre, sum saman við
manninum Kim eigur Hjá
Jórun, men nær byrjaði hon
so at arbeiða sum bakari.
- Vit byrjaðu 16. august
1999. Tað var bakaríið hjá
Kurt Mørkøre, sum vit
keyptu tá, og har vóru vit so
fram til 2004, tá vit fluttu í
bygningin her við Borðoya-
vík, sigur Jórun Mørkøre.
At byrja við hevði bak-
aríið hjá Jórun tvær útsølur
aðrastaðni í býnum, men í
2006 var handilin so tikin í
nýtslu, og síðani hevur
útsølan eisini verið í sama
bygningi.
Tá Jórun og maðurin í
1999 keyptu bakaríið frá
Kurt Mørkøre, so var tað
ein long traditión og fleiri
ættarlið av bakarum, sum
við hesum fór í søguna. Og
tó ikki kortini.
- Vit yvirtóku bakaríið
frá Kurt, sum hevði yvirtik-
ið tað frá pápa sínum, sum
aftur hevði yvirtikið frá frá
pápa sínum. So tað hevur
verið í familjuni leingi,
sigur Jórun Mørkøre.
Men uppruna familjan
hevur kortini ein fingur við
í spælinum enn, tí Kim er
bróður Kurt, og tann vegin
verður traditiónin so hildin
við líka.
Og fyri Jóruna sjálva er
bakarayrkið heldur ikk púra
ókent.
- Nei, tað er tað ikki.
Sjálv hevði eg ein langabba
og ein abbabeiggja, sum
vóru bakarar, og hóast eg
ikki var nógv har, so var tað
mær kortini ikki heilt ókent,
sigur Jórun Mørkøre.
Raðfesta reinføri
Tá bygningurin við Borð-
oyavík varð bygdur kom
ikki alt í senn. Bakaríið
varð fyrst bygt og tað stóð
liðugt í 2004.
- Vit høvdu sum nevnt
tvær útsølur í býnum, og tá
útsølan her kom í 2006 var
tað ein rættiligur lætti, sigur
Jórun Mørkøre.
Nógv varð tosað um fasta
sambandið til Norðoyggjar
um júst hetta mundið. Hevði
tað
nakra
ávirkan
á
avgerðina at byggja nýtt
bakarí?
- Jú, man hugsaði alla tíð-
ina um hetta. Kanska ikki
at byrja við, men tá man
byrjar upp á nakað, hevur
man altíð í huganum, at
vaksa og vilja nakað meira.
Men tá so tunnilin kom so
nær, stríddust vit við at fáa
eitt annað grundstykkið, og
tað lukkaðist so at fáa hetta
grundstykki á ídnaðarøki-
num, og so fóru vit í holt
við tað beinanvegin, sigur
Jórun Mørkøre.
Beinanvegin tú kemur inn
í bakaríið Hjá Jórun leggur
tú til merkis, at nógv er gjørt
burtur úr at tað skal síggja
hugnaligt og vakurt út.
- Ja, vit leggja rættiliga
stóran dent á, at tað skal
vera nossligt og reint og
síggja gott út. Eg brúki
nógvan
pening
upp
á
reinføri, og tað er í hvussu
er nakað, sum tú ikki skal
spara upp á, heldur Jórun
Mørkøre.
Inni í útsøluni er sum
nevnt eisini matstova, har
tú fær heitan mat eins væl
og smyrjibreyð.
- Vit byrjaðu ikki beinan-
vegin við heitum mati, men
fyrispurningar um hetta
vóru, so vit hildu, at vit
skuldu
royna
tað.
Vit
byrjaðu heilt smátt, og í dag
haldi eg, at tað er komið
fyri at vera, og vit gera
hampiliga nógvar døgurðar
um dagarnar, sigur Jórun
Mørkøre.
Og tað eru ikki bert
klaksvíkingar, sum eta á
matstovuni.
- Her koma fólk alla-
staðnis frá. Tað er ikki
dagur, at ikki fleiri avbýar-
fólk koma inn at vitja.
Eisini leggja fólk leiðina
framvið eftir at hava verið
ein túr í svimjihøllini, og
tey koma jú eisini allastaðni
frá, sigur Jórun Mørkøre.
Eitt bein aftrat
Eitt, sum merkir Klaks-
víkina rættiliga nógv í
løtuni, er tann veruleiki, at
Kósin í hesum døgum
liggur still.
- Ja, tað merkja vit rætti-
Førir traditiónina víðari
Snotiliga bakaríið við Borðoyavík rúmar nú eisini útsølu og matstovu
Matstovan gevur bakarínum enn eitt bein at standa á. Fólk taka betur og betur undir við heitu rættunum á miðdegi
Rentan fer í botn
Í Danmark vænta búskaparfrøðingar, at Tjóðbankin fer at lækka
rentuna aftur um hálva aðru viku ella so, og at tá fer niður um tvey
prosent. Heldur metingin, verður tað fyrstu ferð, síðani Tjóð-
bankin bleiv stovnaður í 1818, at danska rentan er so lág. Helge
Pedersen, búskaparfrøðingur hjá Nordea, sigur við Ritzau, at
væntandi fer Tjóðbankin at lækka rentuna eitt hálvt prosentstig 2.
apríl. Lækkingin fer serliga at koma húsaeigarunum til góðar, so
tað verður munandi bíligari at hava húsalán, sigur hann. Danski
húsamarknaðurin er annars sera stirvin í løtuni, og tey, sum selja,
noyðast at geva stóran avsláttur fyri at sleppa av við húsini.
Hamburg bjóðar Billund av
Eydnast tað floghavnini í Hamburg í Týsklandi at fáa danir at
brúka hana til uttanlandsferðir, kann tað lættliga fara at kosta
floghavnini í Billund dýrt, skrivar blaðið JydskeVestkysten.
Danir hava víst altsamt størri áhuga fyri floghavnini í Ham-
burg tey seinastu árini. Í fjør flugu umleið 90.000 danir til og
úr Hamburg ímóti 40.000 í 2006, og í ár ger floghavnin fleiri
átøk fyri at fáa uppaftur fleiri donsk ferðafólk. Stjórin í
Billund Lufthavn, Jørgen Krab Jørgensen, sigur við blaðið, at
missir danska floghavnin ferðafólk, verður tað trupult at fáa
flogfeløg at byrja nýggjar rutur haðani í framtíðini.