Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 58 - 24. mars 2009 liga væl. Vit vita, at januar og februar eru tungir mán­ aðir at koma í gjøgnum, men í ár hevur verið tyngri enn vanligt. Men vit eru komin ígjøgnum teir, og eg haldi at tað merkist, at tað er vorðið heldur frægari, eisini at tíðirnar gerast ljósari. Men jú, tað merkist væl, sigur Jórun Mørkøre. Tað røkist kanska nakað fyri at Kósin aftur fer í gongd, og tað er nakað, sum hevur stóran týdning fyri alla Klaksvík sum hon er. Og fyri handilslívið er eis­ ini ein onnur lívsæðr, sum tó neyvan er í vanda fyri at steðga upp, og tað er Norð­ oyatunnilin. ­ Hann hevur rættiliga nógv at siga, tað eru nógv fólk, sum vitja inn tann vegin, sigur Jórun Mørkøre. So hóast Kósin í løtuni liggur still, sær ikki alt so svart út. ­ Klaksvíkingar er eitt íðið fólkaslag sum ikki fer niður við nakkanum. Vit norðoyingar eru sterkir og vit klára okkum, og Kósin letur upp aftur. Og skuldi tað hent, at hon ikki letur upp aftur, so skulu vit nokk klára okkum kortini, sigur Jórun Mørkøre. Og matstovan er enn eitt bein hjá bakarínum at standa á. ­ Mánaðirnar frá mai til august eru teir bestu. Tá er ferðafólkasesongin, og tá eru tað nógv fólk, sum hyggja inn, og tá royna vit eisini at hava nakað av fiski á matkortinum, sigur Jórun Mørkøre. Hon sigur, at matstovu­ parturin fyllir meiri og meiri í samlaða virkseminum. ­ Jú, so er. Tað verður eis­ ini tosað um at hava meiri enn tað eina beinið at standa á, og eg kenni tað næstan so, at vit eru komin hartil, at vit nú standa á tveimum bein­ um, sigur Jórun Mørkøre. Víðkað marknaðin ­ Men tað ber sjálvandi til at gera so nógv. Vit kunnu jú bjóða okkum fram til at gera til veitslur út av húsinum og bjóða seg fram aðrastaðni enn í Klaksvík. Vit hava góðar kokkar, og slíkt kann kasta nakað meira av sær og lata upp fyri øðrum møguleikum. Húsið er stórt og vit hava fleiri rúm, sum ikki verða brúkt í dag. Sum eg segði, so havi eg alla tíðina hug at vaksa um virksemið, men tað skal jú kapitalur til, sigur Jórun Mørkøre. Og júst Norðoyatunnilin hevur víðkað potentiella marknaðin munandi. ­ Ja, tað hevur hann, men tað er ikki bara tunnilin sum hevur gjørt, at hann er vaksin. Eg var einsamøll í eina rúma tíð, men nú er so eitt bakarí komið aftrat í Klaksvík, og tað hevur eisini gjørt sítt til, at vit eru vaksin so skjótt. Vit keyptu jú bakaríið hjá Símun, og tá gjørdust vit einsamøll, og síðani hava vit bara roynt at hingið í, og hóast eitt bakarí er komið aftrat, hava vit ikki merkt tað so væl, sigur Jórun Mørkøre. Sum nevnt er bygningurin stórur, og karmarnir víðir at fylla út, so enn er ikki neyðugt at hugsa um aðrar útbyggingar. ­ Ja, vit hava eitt stórt loft, sum stendur tómt, og har eru fleiri møguleikar at gera okkurt. Men alt kostar, so tað fara vit at bíða við í eina tíð. Møguleikarnir eru tó har, og vónandi kemur tað hartil, at vit fáa gjørt nýtslu av plássinum, sigur Jórun Mørkøre. Jórun Mørkøre í handlinum. Bæði hon og maðurin, Kim, hava bakarar sum forfedrar Nógv verður gjørt burtur úr reinføri í handlinum og á matstovuni, og tað er sera snøgt at støkka inn á gólvið í Klingruni, sum handilin eitur Bátar fara ov langt út Sjóferðslumyndugleikarnir í Noregi herða nú trygdarkrøv­ ini til tey minnu førini, tí myndugleikarnir halda, at fleiri skiparar og eigarar fara longri úr landi, enn bátarnir eru egnaðir til. Ein annar trupulleiki er, at bátarnir hava heldur ikki ta trygdarútgerðina, sum er neyðug, tá farið verður so langt til havs. Tí hava sjóferðslumyndugleikarnir skrivað eitt uppskot til broytingar, sum millum annað bera í sær, at bátar niðan fyri 10,67 metrar fáa ikki loyvi at fara longri út enn 12 fjórðingar úr grundlinjuni. Samstundis koma fleiri krøv um betri trygdarútgerð í bátunum, skrivar NTB. Yvirtøka kostar arbeiðspláss Tað kom starvsfólkinum í íslendska sparikassunum Sparisjóða­ bankin og SPRON illa við, at fíggjareftirlitið yvirtók teirog síðani lat tann nýggja Kaupting yvirtaka viðskiftafólkini. Sambært fjøl­ miðlunum skulu umleið 180 starvsfólk hjá SPRON og millum 60 og 70 starvsfólk hjá Sparisjóðabankanum halda fram at arbeiða fyri Kaupting, men tað merkir samstundis, at millum 200 og 300 starvsfólk verða arbeiðsleys og koma afturat teimum 1.300, sum hava mist arbeiðið í íslendska fíggjarjervinum teir seinastu mánaðirnar, skrivar Vísir.